mánadagur 22. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 246 - 22. desember 2008
Tað var avbera nógvur
vindur fyrrapartin
sunnumorgunin
og tað hendi fleiri
skaðar, men tíbetur
onki álvarsligt
Ódnarveður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um tað vóru veðurgudarnir,
sum hildu, at vit trongdu til
eina lítla, fitta áminning,
skal vera ósagt.
Men
í
øllum
førum
brúktu teir sjálvan 20 ára
dagin fyri tiltiknu jólaódnini
í 1988 til at senda enn eitt
lágtrýst yvir oyggjarnar.
Fyrrapartin sunnudagin
var ógvuliga ringt veður og
tá vóru akkurát 20 ár liðin
síðani jólaódnina í 1988.
Hóast tað aftur hesuferð
hendi nakað av skaða, kann
tað sjálvandi ikki saman
berast við ódnina í 1988.
Kortini vórðu fleiri skað
ar fráboðaðir kring landið.
Í Klaksvík rivu klædn
ingur og tekjan av húsum
og bátar hava fingið skaða.
Ì Kollafirði boðaði ein
maður frá, at bilurin varð
tikin av vindi í bøin og har
vórðu eisini bingjur tiknar
av vindi av havnarlagnum
og á sjógv.
Úr Vágum ringdi ein
bilførari til løgregluna at
ávara um líkindini, tí veðrið
var væl verri enn fráboðað.
Her kann viðmerkjast, at
tað einu løtuna máldu tey
52,9 metrar um sekundið í
Kambsdali.
Ein treylari varð tikin av
vindi omanfyri Syðrugøtu
og fór útav vegnum, men
har hendi ongin mansskaði.
Jólatræið á Tinghús
vøllinum koppað
Eisini í Havn var av ringasta
veðrið og heldur ikki høv
uðsstaðurin slapp snikka
leysur.
Á miðdegi fríggjadagin
koppaði jólatræið á Ting
húsvøllinum.
Fólk
frá
sløkkiliðnum vóru akkurát
á veg oman á Tighúsvøllin
at kanna træið og at tryggja
tað, men í tí teir komu oman
til træið brotnaði tað av um
rótina og koppaði.
So var í fyrstu atløgu
onki at gera uttan at tryggja
tað.
Í morgun fara tey so at
royna at reisa tað aftur.
Men hetta var bara ein
skaði av mongum í Suð
urstreymoy fríggjamorgunin.
Tað vóru nógvir skaðar
og telefonin ringdi alla
tíðina, men tíbetur var ikki
talan um nakað álvarsligt,
varð sagt av Brandstøðini.
Ein tekja reiv í Kirkjubø
og á Skúlanum á Velbastað,
men
har
varð
støðan
bjargað.
Á Tórsbreyt fóru stativ til
kúlukast og annað og har
var nógv fólk í sving fyri at
bjarga støðuni.
Í Gundadali feyk okkurt í
ein rút, so hann brotnaði og
tað førdi til at fleiri aðrir
rútar eisini brotnaðu og í
eldrasambýlinum í Kolla
firði vóru tvey vindeygu í
vanda fyri at verða sogin út.
Sum tað sæst í aðrari
grein, slapp heldur ikki
Smyril frá bryggju í Havn.
Men sum hann leið út á
dagin, hasaði av og seinasta
skaðafráboðanin
kom
klokkan 13.30.
Himmalsins ódnarveður og
fleiri skaðar
Forvitnisligt blað úr Klaksvík
Tað eru fólkini handan landskenda handilin Leikalund í Klaksvík, ið hava tikið stig til blaðið, í ógvuliga
passandi hevur fingið navnið, Leikar í Lund. Blaðið er 60 síður við eini rúgvu av lýsingum og fleiri greinum,
har alt ber á mentanarliga bógvin. Blaðið er eisini ætlað sum heiðursrit til Klaksvíkar kommunu, nú hon í
2008 hevur hátíðarhildið 100 ára føðingardag sín. Greinaskrivararnir eru kendir føroyingar: Pál Weihe, Hans
Andrias Sølvará, Malan Marnersdóttir, Anker Eli Petersen og Alex Sólstein, fyri bert at nevna nakrar. Tann,
sum hevur myndprýtt bókina er ikki minni kendur, tí tað er ongin annar enn Edward Fuglø og blaðið fæst til
keyps í sølubúðum ymsastaðni í landinum.
Steindeytt í Havn
Løgreglan í havn hevur havt eina avbera friðarliga
leygarnátt. Nakað av fólki var í býnum, men tað gekk
avbera friðarligt fyri seg. Tveir mans liggja og sova í
kjallaranum og ein varð koyrdur til húsar, tað er so at
siga alt, løgreglan hevur havt at gera, eru boðini av
støðini leygarmorgunin.
Jólatræið á Vaglinum koppaði á miðdegi fríggjadagin, akkurát
tá ið menn frá sløkkiliðnum skuldi fara at tryggja tað
Hesin treylarin varð tikin av vindi
omanfyri Syðrugøtu fríggjamorgunin,
útav vegnum