mánadagur 22. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 246 - 22. desember 2008
Tað var ongin
dramatikkur tá
ið farmaskipið
Blikur rendi á land
inni í Tórshavnar
Havn seinnapartin
fríggjadagin og fekk
nakað av skaða
Óhapp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Farmaskipið Blikur fekk
nakað av skaða, tá ið tað
rendi á land inni í havnar
lagnum í Havn seinnapartin
fríggjadagin.
Óhappið hendi um fimm
tíðina seinnapartin fríggja
dagin, tá ið Blikur skuldi
leggja at bryggju í Havnini.
Av
Havnarskrivstovuni
verður upplýst, at Blikur
kom inn um Molan akkurát
sum ætlað og skuldi leggja
stýriborðssíðu at.
Hann legði púra stilt,
men tað var so nógv vindur
av Molanum, at skiparin
gjørdi av at venda skipinum
fyri at fáa bógvin upp í
vindin og leggja bakborðs
síðu at ístaðin.
Skiparin gjørdi longu av
úti á fjørðinum at brúka
tann taktikkin, tí Blikur
hevur bara eina skrúvu og
tá ið hann bakkar, fer hann
í bakborð.
Tá hendi eitthvørt, sum
gjørdi, at hann fór við ferð
inn ímóti Tinganesi og tað
endaði við, at hann stóð
uppi á Skinnaraskeri innan
fyri Tinganes.
Men tað var gott veður til
tað og tað var ongin vandi á
ferð,
tí
tað
sá
nógv
ógvusligari út enn tað var.
Á
havnarskrivstovuni
verður avsannað, at hann
sigldi ov skjótt inn um Mol
an, tí hann lá púra stillur, tá
ið hann skuldi venda bak
borðssíðu til.
Annars er mest loyvda
ferð inn um Molan fýra míl.
Klokkan 19.20 flotnaði
hann av aftur, eftir at teir
høvdu tømt nakrar tangar
har frammi í skipinum og
tað var fløðandi sjógvur.
Hann legði so at sum vant
og varð lossaður.
Blikur fekk okkurt hol í
ein vatntanga og leygar
morgunin fór hann yvir á
skipasmiðjuna, MEST, har
skaðin
skal
umvælast
fyribils.
Væntandi fer hann avstað
í dag ella í morgin og tá ið
hann er komin til Dan
markar, fer hann í turrdokk
í nakrar dagar at umvæla
skaðan endaliga. Faroe Ship
hevur útvegað annað skip,
til Blikur fer í sigling aftur
Blikur sigldi á land
Mugabe má frá
Trýstið á zimbabwiska einaræðisharran, Robert Mugabe, økist
í hvørjum. Í síðstu viku seghði suðurafrikanska stjórnin, at tað
ber ikki til at fáa skil á í Zimbabwe, uttan at Mugabe slakar, og
nú sigur amerikanska stjórnin, at Mugabe noyðist at leggja frá
sær, skal tann politiska skipanin fáast í eina trygga legu. USA
hevur fyrr skuldsett Mugabe fyri brot á fleiri altjóða reglur,
men ein talsmaður hjá amerikanska uttanríkisráðnum segði um
vikuskiftið, at USA fer ikki at krevja Robert Mugabe revsaðan,
so leingi hann situr við valdið.
Russar mótmæla biltolli
Í Russlandi eru fólk í øðini um, at stjórnin hevur hækkað tollin á
bilum, sum verða innfluttir úr øðrum londum. Misnøgdin er so stór,
at um vikuskiftið vóru mótmælisgongur í Vladivostok við Kyrra
havið og fleiri øðrum býum, skrivar Reuters. Løgreglan legði uppí
og spjaddi mótmælisgongurnar. Russisku politikararnir siga, at teir
hava hækkað biltollin fyri at tálma innflutninginum og fyri at verja
tann russiska bilídnaðin, har hálv onnur millión fólk arbeiða. Men
innfluttir bilar eru sera væl umtóktir í Russlandi og serliga har
eysturi í landinum, skrivar Reuters.
Myndin av Bliki uppi á turrum á Skinnaraskeri hevur Hans A Norðfoss tikið. Her eru eisini tvær teldugjørdar myndir frá AIS
skipanini hjá Vikmar. Vikmar sigur, at myndirnar vísa, at á mynd 1, sum er tikin klokkan 16.55, sigldi Blikur 7,8 míl inni í
havnarlagnum. Á mynd 2 sum er tikin klokkan 17.05, stendur hann á turrum og tá er Pressarin longu hjá honum
mynd 1
mynd 2