Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 246 - 22. desember 2008 Pávin viðurkennir Galileo Lokains hevur tann katólska kirkjan viðurkent tann kenda italska stjørnufrøðingin Galileo. Tað hendi um vikuskiftið í sambandi við, at 400 ár eru liðin, síðani Galileo gjørdi sínar fyrstu rannsóknir við stjørnukikaranum. Her nýtti Benedikt pávi høvi til at siga, at við at skilja náttúrulógirnar hava fólk lættari við at skilja verk Guðs. Í 1992 segði táverandi pávin, Jóhannes Páll Annar, at tað var eitt mistak av katólsku kirkjuni at fordøma Galileo. Í sínum kanningum kom Galileo eftir, at tað er jørðin, sum melu rundan um sólina og ikki øvugt, og tað samsvaraði ikki við læruna hjá kirkjuni í 17. øld. Illveður tarnar jólaferðsluni Har norðuri í USA hava fleiri túsund amerikanarar hava ligið veðurfastir teir seinastu dagarnar, tí illveður við kavaroki hevur tarnað bæði flogferðsluni og bussferðsluni. Við býin Seattle í útnyrðingshorninum á landinum er nógvur kavi komin niður, og í floghavnini hava fleiri túsund fólk sitið ella ligið og bíðað eftir at sleppa á flog. Í floghavnini O’Hare í Chicago, sum er ein tann størsta í heiminum, vórðu 150 fráferðir avlýstar í gjár, og í New York og Boston har eysturi í landinum var flogferðslan nógv seinkað av veðrinum. Benedikt pávi viðurkennir Galileo Mynd: AP Skalt tú velja tær bústað í Føroyum, er bíligast at búseta seg í Fugloy og dýrast at búseta seg á Tvøroyri Livikostnaður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er rættiliga stórur mun­ ur á, hvat tað kostar at búgva í teimum ymsu kommunum í Føroyum. Tað vísir eitt yvirlit yvir skattaprosentið og barnafrá­ dráttin í teimum ymsu kommununum fyri næsta ár, sum Portalurin hevur fingið. Og tað er ongin ivi um, at tann, sum vil búgva bíliga, skal flyta til Fugloyar Kommunu, tí har er bæði lægsti kommunuskattur og hægsti barnafrádráttur í Føroyum. Skatturin í Fugloy næsta át verður 16% og barnafrá­ drátturin er heilar 7000 krónur og tað er tað sama, sum í ár. Tað er bara Skúvoy, sum hevur líka lágan skatt upp á 16% næsta ár, men har er barnafrádrátturin 3000 krón­ ur. Heilt øðrvísi sær út á Tvøroyri, tí har verður skattaprosentið næsta ár 23,5% og tað er hægsta skattaprosent í landinum. Á Tvøroyri er barnafrádrátt­ urin 5000 krónur. Tað er ein onnur komm­ una, sum hevur toppskatt næsta ár upp á 23,5%. Tað er Sandoy, men har er barna­ frádrátturin 6000 krónur, ella 1000 krónur meiri enn á Tvøroyri. Bæði á Tvøroyri og á Sandi er skatturin og barnafrádrátturin tann sami næsta ár sum í ár. Annars er sæst á uppgerð­ ini, at tað eru tær smáu kommunurnar, sum hava lægsta skattaprosentið. Ì Kunoy verður skattapro­ sentið 18% næsta ár, men har er tað hækkað 2% aftur­ ímóti í ár og tað er størsta hækkingin av øllum komm­ unum. Barnafrádrátturin er tann sami upp á 4000 krón­ ur. Eisini á Húsum verður skattaprosentið 18% næsta ár og barnafrádrátturin 6000 krónur og tað er tað sama sum í ár og í Fámjin verður tað eisini 18% og har barnafrádrátturin 5.500 krónur og tað er alt óbroytt frá í ár. Í miðal verður skattapro­ sentið 20,78% næsta ár og barnafrádrátturin 4821 krón­ ur næsta ár. Tað merkir at miðalskatturin hækkar 0,13% og barnafrádrátturin 74 krónur afturímóti í ár. Bíligast í Fugloy og dýrast á Tvøroyri Her sæst, hvussu nógv tað kostar at búgva í tínari kommunu næsta ár, aftur ímóti í ár Kommunuskattaprocent 2009: 2008: Munur Komm.skKirkjusk. Barnafr. Komm.skKirkjusk. Barnafr. Komm.skKirkjusk. Barnafr. Fugloyar 16,00 0,60 7.000 16,00 0,60 6.500 500 Viðareiðis 20,50 0,60 4.000 20,50 0,60 3.500 500 Hvannasunds 20,10 0,60 5.000 20,10 0,60 3.500 1.500 Klaksvíkar 21,75 0,60 4.000 20,75 0,60 4.000 1,00 Kunoyar 18,00 0,60 4.000 16,00 0,60 4.000 2,00 Húsa 18,00 0,60 6.000 18,00 0,60 6.000 Fuglafjarðar 21,50 0,60 4.000 21,50 0,60 4.000 Eystur 21,00 0,60 5.000 20,50 0,60 5.000 0,50 Nes 20,50 0,60 5.000 20,50 0,60 5.000 Runavíkar 22,00 0,90 4.000 22,00 0,90 4.000 Sjóvar 21,50 0,60 4.500 21,50 0,60 4.500 Eiðis 20,00 0,60 5.000 19,50 0,60 5.000 0,50 Sunda 20,60 0,60 5.000 20,60 0,60 5.000 Kvívíkar 21,00 0,60 4.000 21,00 0,60 4.000 Vestmanna 22,00 0,60 4.000 22,00 0,60 3.500 500 Vága 20,80 0,60 4.000 20,50 0,60 4.000 0,30 Sørvágs 20,50 0,60 4.000 20,50 0,60 4.000 Sands 23,50 0,60 6.000 23,50 0,60 6.000 Skopunar 22,50 0,60 6.000 22,50 0,60 6.000 Skálavíkar 21,00 0,60 4.000 21,00 0,60 3.000 1.000 Húsavíkar 21,00 0,60 5.000 21,00 0,60 5.000 Skúvoyar 16,00 0,60 3.000 16,00 0,60 3.000 Hvalbiar 20,00 0,60 3.000 20,00 0,60 3.000 Tvøroyrar 23,50 0,60 5.000 23,50 0,60 5.000 Fámjins 18,00 0,60 5.500 18,00 0,60 5.500 Hovs 20,00 0,60 5.000 20,00 0,60 4.000 1.000 Porkeris 21,00 0,60 4.000 21,00 0,60 3.000 1.000 Vágs 23,25 0,60 4.000 23,25 0,60 4.000 Sumbiar 21,00 0,60 5.000 21,00 0,60 5.000 Tórshavnar 19,75 0,70 5.500 19,75 0,70 5.500 Hægsta 23,50 0,90 7.000 23,50 0,90 6.500 0,00 0,00 500 Meðal 20,78 0,66 4.821 20,65 0,66 4.746 0,13 0,00 74 Lægsta 16,00 0,60 3.000 16,00 0,60 3.000 0,00 0,00 0 Fríggjakvøldið gav løgreglan upp at finna hana Leiting Áki Bertholdsen aki@sosialurin Løgreglan steðgaði fríggja­ kvøldið teirri skipaðu leit­ ingini eftir Honnu Christoph­ ersen úr Vestmanna. Síðani seinnapartin týs­ dagin varð leitað miðvíst eftir 78 ára gomlu Honnu. Men tað gav onki úrslit og fríggjakvøldið hava løg­ reglan, sløkkiliðið í Vest­ manna og tey avvarðandi í samráð gjørt av at steðga teirri skipaðu leitingini, sigur sýslumaðurin Andras Marr Poulsen. Bæði sløkkiliðið í Vest­ manna og í Kvívík, bjarg­ ingarfeløgini í Vágum og Havnar Bjargingarfelag, hava leitað alla hugsandi staðni eftir kvinnuni, men til fánýtis. Leitað var í Vestmanna og har um leiðir, men síðani ábendingar vóru komnar um, at Hanna hevði leitað sær til Havnar, varð eisini leitað alla møguliga staðni í Havn, í Hoyvík, á Hvítanesi og á Argjum. Hóast skipaða leitingin er steðgað, heitir løgreglan framvegis á fólk um at hava eyguni eftir Honnu og um at seta seg í sambandi við løgregluna á telefon numm­ ari 35 14 48, skuldi onkur varnast okkurt. Hanna Christophersen er lítil á vøkstri, ikki meiri enn 150 sentimetrar, og klæntraslig. Hon var í myrkabláum ella svørtum jakka, sum er í størra lagi til hana og í myrkum skóm. Hon hevur gráhærd, hevur grá­blá eygu og gongur van­ liga í brillum. Leggjast kann afturat, at hon er minnisveik. Samstundis sum løgregl­ an gavst at leita, takka tey øllum, sum hava verið við í leitingini. Hóast skipaða leitingin er var hildin uppat, vóru sjálv­ boðin í hópatali við bátum og leitað í Vestmannafirði eftir Honnu. Leitingin eftir Honnu Christophersen steðgað Hóast tey hava leitað alla hugsandi staðni, eydnaðist ikki at finna Honnu Christophersen. Men hóast skipaða leitingin er endað, heitir løgreglan á fólk um at hava eyguni við sær eftir henni