mánadagur 22. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 246 - 22. desember 2008
Jólaheilsanir á Portalinum
Um jólini letur portal.fo útisetar senda jólaheilsanir heim og greiða frá,
hvar tey eru stødd á jólum, og hvussu tey fara at halda jól í ár. Sendið
jólaheilsanina til jol@sosialurin.fo, ella farið inn á portalin og trýstið á
leinkjuna, sum eitur ”sendið okkum eina jólaheilsan”. Heilsanirnar
verða lagdar út á portalin, so hvørt tær koma inn. Í teldupostinum skalt
tú greiða frá, hvar tú ella tit eru stødd, og hvussu tit halda jól. Her ber
til dømis til at nevna, hvat tit fara at eta, um tit hava jólatræ ella annað,
ið hoyrir jólunum til. Telduposturin eigur at vera í mesta lagi 1500 tekn
íroknað millumrúm. Sendið eisini eina mynd av tykkum. Myndin skal
vera á leið 600 x 600 pixels og formatið skal verða jpg. Heilsanirnar
verða lagdar á portal.fo øll jólini.
Guðrun Sólja konsertir
á Tvøroyri
Ímillum jól og nýggjár fer Guðrun Sólja Jacobsen at hava
konsertir í heimbygdini Tvøroyri. Nú er langt síðani, at
føroyingar hava havt møguleika at hoyrt Guðrun Sólju
Jacobsen. Guðrun, sum nú er búsitandi í Danmark, hevur
havt fleiri framførðslur har. Men nú Guðrun er komin
heim í jólaferiu, fáa føroyingar so aftur ágóðan av vøkru
røddini. Sunnudagin 28. desember hevur hon nevniliga
konsert á Seglloftinum í heimbygdini Tvøroyri. Við sær
hevur hon Neil Joensen á guitar og Dagfinn Olsen á bass.
Nýggjarsnátt kom
andi ár verður
skipað fyri einum
stórum tiltaki í
Badmintonhøllini.
Tað eru í alt níggju
samkomur í Havnini,
sum standa saman
um at fyrireika tað.
Lív Johannesen, ið er
stigtakari, sigur at tey
vænta áleið 400 fólk
Nýggjárshald
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Í ár verður skipað fyri ein
um øðrvísi nýggjárstiltaki.
Tað
eru
samkomurnar:
Kirkju og missiónshúsið á
Argjum, Ebenezer, Evangel
iihúsið, Hebron, Meinig
heitshúsið, Lívdin, Oasan,
Filadelfia
og
Frelsunar
Herurin, ið standa fyri stóra
tiltakinum, sum verður í
Badmintonhøllini.
Stigtakarin til tiltakið er
20 ára gamla Lív Johanne
sen, sum býr í Havn, men
er úr Lamba.
Eg havi ligið inni við
hugskotinum síðan eg var
14 ár, møguleikin at skipa
fyri einum slíkum tiltakið
hevur ikki verið til staða
fyrr enn í ár. Onnur ár havi
eg roynt at samskipa sam
komurnar inni á Skálafjørð
inum, men ongantíð hava
umstøðurnar loyvt einum
slíkum tiltaki. Seinasta ár
var hon á bíbliuskúla í
Afrika og hugsaði, í ár skal
tað verða. Hon setti seg í
sambandi við omanfyri
nevndu samkomur og hug
skotið fekk beinavegin góða
undirtøku.
Nýggjárið
Nógv ymiskt verður sett í
samband við at hátíðarhalda
byrjanina av einum nýggj
um ári, men skráin á sokall
aða Nýtt 09, sum nýggjárs
tiltakið kallast, er eitt sindur
øðrvísi, men fjølbroytt, so
øll fáa nakað burturúr. Lív
Johannesen greiðir frá, at
karmarnir vera hugnaligir
og øll kunnu koma innum
at hugna sær. Ein stór lov
songsløta verður, andakt,
tónleikaframførsla við Mart
ini í Grund og Jóhan Dals
garð, eisini kallaður Jóhan í
Kollafirði, kemur at undir
halda.
Umframt hetta verður
fresk uppa eisini at fáa
ókeypis. Til ber at keypa
ymiskar aðrar vørur í hugna
ligu caféini, sum verður í
frítíðarskúlanum, sum eis
ini er í høllini.
Orsøkin til Badminton
høllin varð vald at hýsa
tiltakinum er, at hon er
perfekt á allar mátar, greiðir
Lív Johannesen frá.
Badmintonhøllin liggur
næstan mitt í býnum, um
støðurnar at fyrireika eru
av teimum bestu, tí ein stór
ur køkur er í niðaru hæddini
og hølini hjá frítíðarskúl
anum kunnu nýtast til
caféina, sum er eitt sindur
burtur frá lovsongsløtuni.
Høllin er stór, so hon rúmar
nokk øllum, ið ynskja at
vera við. Við at nýta Bad
mintonhøllina møtast allar
samkomurnar á jøvnum
føti, tí eingin eigur bygning
in.
Endamálið
Endamálið við tiltakinum
Nýtt 09, sigur Lív Johanne
sen, er at sameina sam
komurnar í samstarvi, gera
karmar fyri at fólk kunnu
byrja nýggja árið saman á
ein uppbyggiligan hátt og
so øll kunnu samlast og
njóta byrjanina av nýggja
árinum í einum hugnaligum
umhvørvi.
Níggju samkomur standa
saman á nýggjárinum
Tiltakið
Nýtt 09
verður 1. januar í
Badmintonhøllini
í Havn. Dyrnar
lata upp klokkan
00:30 og tiltakið
byrjar klokkan
01:00. Øll eru
vælkomin.
Í alt eru níggju samkomur í Havnini um tiltakið, sum verður í Badmintonhøllini nýggjársnátt frá klokkan 01
Mynd: Bergur Johannesen
Stigtakarin Lív Johannesen hevur havt tiltakið í huganum í seks
ár, og í ár savnast samkomurnar í Havnini fyri at skipa fyri tí.
Mynd: Bergur Johannesen