mánadagur 22. desember 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 246 - 22. desember 2008
Jógvan Arge er ikki
fegin um sína upp
søgn í Kringvarp
inum. Hann metir
hana vera farna skeivt
fram. Í skrivið til
kringvarpið, greiðir
sakførari hansara,
Christian Andreasen,
frá, at Jógvan Arge
er ónøgdur við
bæði framferð og
grundgevingar fyri
uppsøgnini. Hann
krevur, at leiðslan
endurskoðar uppsøgn
hansara
Uppsøgn
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tá spariknívurin hjá Anniku
M. Jacobsen gjørdi um seg
í Kringvarpinum, var Jógv
an Arge millum teirra, ið
var skorðin burtur.
Í Sosialinum 16. desem
bur segði Jógvan Arge, at
seinasta orðið viðvíkjandi
uppsøgn hansara ikki var
sagt, og nú hevur Christian
Andreasen, sakførari, sent
skriv til kringvarpsstjóran
vegna Jógvan Arge.
Í skrivinum til stjóran
greiðir sakførarin hjá Jógv
ani Arge millum annað frá,
at Jógvan Arge leygardagin
13. desembur varð boðsend
ur á fund við stjóran, at ong
in dagsskrá var fyri fundin
og at Jógvan Arge á fundin
um fekk at vita, at hann
fekk tilboð um at siga upp í
móti at fáa uppsagnartreytir.
Tók hann ikki av hesum,
varð hann koyrdur. Sambært
skrivinum
fekk
Jógvan
Arge at vita, at hann skuldi
taka støðu beinanvegin.
Hetta
metir
Christian
Andreasen, sakførari hjá
Jógvani Arge vera púra burt
urvið, tí tað sambært honum
er í stríð við almenna setan
arpolitikkin at kalla fólk til
fund ein leygardag uttan
ávaring og uttan álitisfólk.
Eisini
er
tað,
sambært
Christiani Andreasen, í stríð
við almenna rættarpraksis
og almennan setanarpolit
ikk, at krevja, at eitt alment
starvsfólk svarar beinan
vegin, tá hugsað verður um
valini hjá Jógvani Arge.
Fakfelag metir
tað sama
Starvsmannafelagið tekur
undir við Jógvani Arge og
sakførara hansara. Tey hava
nevniliga, á sama hátt sum
Christian Andreasen, sent
Anniku M. Jacobsen skriv,
har tey átala framferðina
hjá Kringvarpinum í hesum
málið.
Valið millum sjálvur at
siga seg úr starvi ella fáa
hoyringsskriv um uppsøgn,
er sum eitt val millum
uppsøgn so ella so, og tí er
handfaringin av málinum
als ikki í lagi, skrivar Selma
Ellingsgaard, forkvinna í
Starvsmannafelagnum, mill
um annað í skrivinum.
Christian Andreasen vísir
í brævinum eisini á, at
Kringvarpið hevur lagt trýst
á Jógvan Arge, tí hann
skuldu svara beinanvegin. Í
sama viðfangi metir hann
tað vera ivasamt, um tað
yvirhøvur er loyvt hjá ein
um almennum myndugleika,
at gera avtalur um uppsøgn,
um álitisfólk ikki er til
staðar.
Ógreið orsøk
Sambært Jógvani Arge, var
orsøkin til, at hann skuldi
gevast í Kringvarpinum, ið
leiðslan greiddu honum frá
13. desembur, at hann var
so lítið á programminum.
Tá grundgevingar fyri upp
søgnum vóru framlagdar á
fundinum 16. desembur
varð sagt, at leiðslan hevur
miðað eftir at hava starvs
fólk, við breiðum førleika.
Tað er hetta, Christian
Andreasen ikki megnar at
fáa at hanga saman, tá Jógv
an Arge, eftir vera farin frá
programleiðari, varð settur
sum serfrøðingur.
Tað
kemur
Christiani
Andreasen dátt við, at
orsøkin til uppsagnirnar 16.
desembur ikki vóru tær
somu sum 13. desembur.
Samstundis sum hann ikki
metir orsøkina vera ítøkiliga
tá so stórt ósamsvar er.
Eg skal gera vart við, at
Jógvan hevur eitt lógarfest
krav uppá eina ítøkiliga
grundgeving fyri, hví hann
sum tann einasti journalist
urin er uppsagdur á stovn
inum, og hví hann sum tann
einasti var sagdur úr starvi
á dokumentardeildini, skriv
ar Christian Andreasen í
brævinum.
Krevja endurskoðan
Í sama viðfangi ivast hann
í, um ósakligar grundgev
ingar veruliga eru til grund
fyri, at Jógvan Arge er sagd
ur úr starvi.
Eg fari við hesum at
biðja um at fáa eina nýggja
hoyringsfreist, soleiðis at
freistin verður 4 vikur eftir,
at eg havi fingið nærri ítøki
ligar grundgevingar, krevur
Christian Andreasen eisini í
brævinum.
Øll tey uppsøgdu í Kring
varpinum hava somuleiðis
gjørt eina viðmerking, har
tey krevja, at uppsagnirnar
verða
endurskoðaðar.
Henda
viðmerking
frá
starvsfólkunum er at finna
á síðu 16 í dagsins Sosiali.
Roynt hevur verið at fáa
fatur á Anniku M. Jacobsen,
men hetta hevur ikki borið
til.
Jógvan beitir sakførara á kringvarpið
Jógvan Arge er sera ónøgdur við viðferðina, hann hevur fingið frá Kringvarpinum seinastu tíðina
Starvsmannafelagið átalar Kringvarpið fyri
framferðarháttin í uppsøgnini hjá Jógvani Arge
Christian Andreasen heldur grundgevingarnar broytast ov nógv frá leygardegi til týsdag og ivast
tí um ikki onkur ósaklig orsøk býr undir uppsøgnini hjá Jógvani Arge
Brot úr brævi frá Christiani Andreasen, sakførara,
til Anniku M. Jacobsen, kringvarpsstjóra
ABC kaffi í Klaksvík
Í dag og í morgin bjóðar ABC barnahjálp kaffi og piparnøtur í
Nósloyar Pálsgøtu 9 í Klaksvík. Opið er frá klokkan 10 og so
leingi, handlarinir hava opið. Fyri kaffi hava fólk møguleika at
geva eitt oyra, sum fer til skúlagongd hjá børnum í Liberia og
Senegal. Eisini hava tey tombola og loppumarknað til frama
fyri ferð til Liberia. Síðani ABC barnahjálp byrjaði fyrst í
2007, hava tey sent meira enn eina millión til skúlabygging í
Liberia. Persónligir stuðlar hjá børnum gjalda hvønn mánaða
til skúlagongd hjá útvið 100 børnum. Í januar fer ABC
barnahjálp á vitjan í Liberia og seinni í 2009 fer Kringvarpið
at senda frá arbeiðinum í Liberia.
Flogferðslan komin
í rættlag
Eftir at flogferðslan varð nógv tarnað av veðri í gjár, so
gekk betur í gjárkvøldið. Øll fimm flogførini, sum skuldu
fara úr Vágum, sluppu at enda avstað, tað seinasta fór kl.
23:01 til Keypmannahavnar. Eftir ætlan skulu fimm flogfør
koma úr Danmark og eitt úr Íslandi í dag. Fýra flogfør
skulu til Danmarkar og eitt til Íslands. Í dag hav ongar stór
vegis seinkingar verið, og flogferðslan er nú komin í rætt
lag aftur. Floglíkindini í dag verða hampulig, ættin verður
mest sunnan og vindferðin fer at liggja um 56 m/sek.