Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 246 - 22. desember 2008 Eins og bankarnir hevur LÍV nú eisini gjørt av at lækka sína rentu. Hetta rakar tó bert kundar, sum eru komnir í skipanina aftan á ár 2000 RENTULÆKKAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tryggingarfelagið LÍV hevur nú boðað frá, at tað lækkar rentuna frá 1. januar 2009 at rokna. Og tað verð­ ur talan um munandi lækk­ ing, úr 4,5% niður í 2,5%. Í grundgevingunum fyri at lækka rentuna verður sagt, at støðan á fíggjar­ marknaðinum hevur givið pensjónsfeløgunum stórar avbjóðingar, og ein avleið­ ing er ein lækkan av rentuni og ein fyribils hækkan av gjaldinum fyri flyting av tryggingarfelag. Meginparturin av árinum hevur verið merktur av alheims fíggjarkreppuni, sum hevur ført við sær eitt munandi fall á virðisbrøv­ unum. Patrabrævakursirnir eru falnir ógvuliga nóg, millum 30% og 50%, og hetta hevur við sær, at LÍV fær eitt negativt íløguavkast fyri 2008. Flestu tryggingar­ feløg hava lækkað rentuna og nú hevur LÍV so eisini gjørt av at lækka sína rentu niður í 2,5%. Tó verður ikki skorið yvir ein kamb. LÍV hevur tvey sløg av tryggingartakarum, teir, ið hava teknað sína trygging undan ár 2000, og teir, ið hava teknað hana eftir ár 2000. Tey, sum hava teknað trygging undan ár 2000 hava eina grundrentu upp á 4,5% við landskassaveð­ haldi, og tað fara tey fram­ haldandi at hava eftir 1. januar 2009. Men tey, sum hava teknað tryggingina eft­ ir ár 2000 verða skorin nið­ ur í 2,5% í grundrentu. Bonusafturbering av váða­ og umsitingargjøldum verður óbroytt í 2009, tó verður ikki útlutað rentu­ bonus ella renta av hesum, sigur LÍV. Dýrari at flyta Ein onnur avleiðing av fíggj­ arkreppuni er, at LÍV hevur gjørt av at hækka kostnaðin fyri at flyta tryggingarfelag. Hetta er eisini galdandi fyri tryggingartakarar, sum ynskja at afturkeypa sína trygging í úrtíð. Hetta verður gjørt, sigur LÍV, fyri at tryggja, at kundar hjá LÍV ikki skulu rinda fyri kundar, sum velja at flyta. Gjaldið verður fyribils ásett til 5% av upp­ sparda virðinum á trygging­ ini, men gjaldið verður tó sett niður aftur, tá støðan á f í g g j a r m a r k n a ð i n u m batnar. LÍV ger vart við, at hetta onga ávirkan fær fyri flestu kundarnar. ­ Kundar, ið lata pengar­ nar verða verandi hjá LÍV, merkja einki til hetta, eins og tað onga ávirkan fær fyri pensjónistar, sum fáa útgjald frá LÍV ella skjótt fara at fáa útgjald, sigur LÍV at enda í tíðindaskrivi. LÍV lækkar rentuna Tað fer at løna seg verri at vera kundi hjá LÍV, eins og tað verður dýrari at flyta til annað tryggingarfelag Faroe Petroleum hevur fingið handað trý norsk leitiloyvi í sambandi við 2008 APA útbjóðingar­ umfarið. Ongar treytir eru í verkætlanunum um at borast skal á loyvunum LEITILOYVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Loyvini, sum felagið hevur fingið, eru: PL475 BS, sum liggur á Halten økinum. Faroe Petro­ leum hevur 30% av loyvin­ um. Loyvið fevnir um eitt øki uppá 38 km2, og er fram­ hald av loyvi PL475 Santana, har felagið hevur bundið seg til at bora ein brunn í 2010. Hini feløgini, sum luttaka í boringini, eru Revus Energy, ið er fyristøðufelag, Conce­ do og Centrica. PL510, sum eisini liggur á Halten økinum. Faroe Petroleum hevur 20% av hesum loyvinum. Loyvið fevnir um eitt økið uppá 298 km2. Fleiri leitimið eru á loyvinum, ið liggur nær við øðrum loyvum, sum fel­ agið frammanundan hevur. Centrica er fyristøðufelag, og hini feløgini, sum lut­ taka, eru E.ON Ruhrgas og North Energy. PL507, sum liggur í norð­ ara parti av Norðsjónum. Faroe Petroleum hevur 30% av hesum loyvi. Loyvið fevnir um eitt økið uppá 973 km2, og liggur beint við eitt loyvi hjá Faroe Petroleum, sum nevnist Kalvklumpen. Mett verður at tað er góður møgu­ leiki fyri at finna kolvetni á loyvinum. Revus Energy er fyristøðufelag, og hini feløg­ ini, sum luttaka, eru Spring Energy og Centrica. Lagalig fígging Verkætlanirnar fyri øll loyv­ ini fevna fyri tað mesta um viðgerð av seismikki, og úrslitið av hesum kanning­ um verða við til at avgerða, um feløgini fara at bora brunnar á loyvunum. Stórir fyrimunir eru við at leita eftir kolvetni í Nor­ egi, tí tað fæst sera lagalig fígging, av tí at norski staturin endurrindar 78% av øllum útreiðslum í sam­ bandi við leiting eftir kol­ vetni á norskum øki. Faroe Petroleum heldur fram við síni boriverkætlan komandi tvey árini, sum øll er fíggjað. Komandi 3 mán­ aðarnar luttekur felagið í ein­ um metingarbrunni og tveim­ um leitibrunnum í Noregi. Tíðindaskriv á enskum er á heimasíðu felagsins www.fp.fo Faroe Petroleum trý nýggj loyvi Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni, fegnast um nýggju loyvini hjá felagnum ORKA um allan heim ORKA og Tutl hava fyri stuttum skrivað ein lisenseringssáttmála við franska plátufelagið Ici d’ailleurs fyri plátuna ‘Livandi oyða’. Hetta merkir at ‘Livandi oyða’ næsta ár kemur út á Ici d’ailleurs í Frankaríki, Italia, Týskland, Grikkaland, Benelux, Japan og USA. Bæði Tutl og Ici d’ailleurs eru sera glaðir fyri samstarvið. Á heimasíðuni hjá Ici d’ailleurs ber til at keypa ”Livandi oyða” í nýggjari útgávu, bæði á fløgu og vinyl. Eisini er møguligt at bíleggja ORKA t­blusur. .http://www.icidailleurs. com/artistes/orka_en.htm. Vinyl eintøk vera til keyps í Tutl handlinum í miðbýnum í Tórshavn stutt eftir jól, meðan t­blusur vera til sølu frá mánadegnum 22. desember.