mánadagur 22. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 246 - 22. desember 2008
- Eg og Jóhan Páll
tosa saman dagliga,
og vit hava framvegis
samband við Føroya
Banka um skipini,
ið eftir eru, sigur
Kristian Martin Ras-
mussen, reiðari í
Klaksvík
KlaKsvíK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt av teimum feløgum,
sum vístu teimum seks par
trolarunum í Klaksvík, ið
Føroya Banki fyrr í heyst
keypti
á
tvingsilssølu,
áhuga, var reiðaríið hjá
Kristiani Martin Rasmus
sen.
Tey seks skipini, sum
áður vóru undir hattinum
hjá Maru Seafood, vóru
Navarin og Borgarin, Nón
hamar og Fjalshamar og
Safir og Smaragd.
Vit hildu, at okkara boð
var hóskandi í mun til,
hvørjum standi skipini vóru
í, og hvussu útlitini eru fyri
framman. Men tað helt Før
oya Banki ikki, sigur Krist
ian Martin Rasmussen.
Føroya Banki og TG Fish
í Suðuroy, sum út við
fimmti eigarar standa sam
an um, samdust um prís, og
Navarin og Borgarin endaðu
soleiðis í Suðuroy.
Føroya Banki seldi eyka
fiskidagar við Navaranum
og Borgaranum. Hetta merk
ir, at av teimum tilsamans
seks partrolarunum, sum
Føroya Banki nú átti, verða
fýra skip seld útaftur – tvey
og tvey við fiskidøgum til
trý skip.
Framvegis áhugi
Føroya Banki eigur nú fýra
av hesum skipum eftir, og
framvegis liggur felagið hjá
Kristian Martini Rasmussen
fram við til at keypa av tí,
eftir eftir er.
Jú, vit hava samband
við bankan. Tað gongur
seint, men vit eru framvegis
áhugaðir, um skipini kunnu
keypast fyri ein prís, ið vit
halda er skilagóður.
Reiðarin vísir á, at ymiskt
skal gerast við skipini,
áðrenn tey kunnu loysa, og
útlitini hjá ísfiskaflotanum
eru so sum so í løtuni.
Eg kann ikki siga, hvat
okkara boð var upp á øll
seks skipini – og eg kann
ikki siga, hvat vit í dag
halda vera hóskandi fyri
skipini, ið eftir eru.
Kristian Martin Rasmus
sen heldur, at tað gongur
seint við at finna út av skipa
málinum.
Vit eru nógv upptiknir
av øðrum viðurskiftum, nú
vit um ein góðan mánaða
ella so skulu yvirtaka ný
bygningin í Chili, men vit
práta saman – og vit lurta.
Reiðarin í Klaksvík endur
tekur, at teir framvegis eru
áhugaðir í ísfiskatrolarun
um, um prísurin er á leið
tað, sum teir halda, at skip
ini kunnu bera.
Kenna ábyrgd
Spurdur, um samband er
millum felagið hjá honum
og Jóhan Páll Joensen,
stjóra í Maru Seafood, sigur
Kristian Martin, at partarnir
tosa saman dagliga.
Jú, vit tosa saman um
tingini og møguleikarnar,
og vit vilja fegnir verða við
til at lyfta undir, nú tað
sansar at í Klaksvík. Hetta
kenna vit sum ein part av
okkara ábyrgd, nú vinnuligu
útlitini her norðuri eru hótt,
sigur Kristian Martin Ras
mussen, reiðari.
Vit eru til
reiðar um
íløgan er
skilagóð
- Vit keypa ikki
Kósavirkið, men
vilja stuðla undir at
endurreisa virkið, um
tað gerst neyðugt, og
vit fáa møguleikan
til tess, sigur Kristian
Martin Rasmussen,
nótaskipareiðari
KlaKsvíK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Støðan í Klaksvík er ógvu
liga trist og deprimerandi,
nú skip eru farin av bygdini,
og arbeiðsfólkið á Kósini
eru søgd úr starvi, sigur
Kristian Martin Rasmussen,
nótaskipareiðari.
Sum skilst á reiðaranum,
er ikki hugsandi, at felagið
hjá honum og synum hans
ara fer at keypa virkið á
Kósini, um tað skuldi farið
fyri bakka.
Men tað er als ikki óhugs
andi, at teir vilja vera við til
lyfta undir eina endurreisn,
um hetta gerst neyðugt, og
teir fáa møguleikan til tess.
Okkara øki er í fyrsta
lagi
skiparakstur,
men
kunnu vit verða við til at
stuðla undir í eini møgu
ligari og skilagóðari endur
reisn, eru vit avgjørt ikki
negativir.
Reiðarin sigur, at felagið
hjá honum fer ikki út í
nakra verkætlan – bara fyri
at fara – men málið hjá
teimum er alla tíðina at reka
vinnuligt virksemi, sum
hongur saman og kastar av
sær.
Klaksvíkin er í eini keði
ligari
og
deprimerandi
støðu í løtuni, og vit kenna
okkara ábyrgd, nú ísfiska
trolararnir eru farnir, og
eingin fiskaframleiðsla er á
Kósini, sigur Kristian Mart
in Rasmussen, reiðari.
Vilja verða við til endurreisn – um neyðugt
Tómligt við bryggjukantin á Kósini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jólini í Mentanarhúsinum
Hvønn dag frá 18. til 23. desember, undantikið 20. , er jólacafé í Mentanarhúsinum frá kl. 16 – 19. Hetta er ein
café, sum ymsir skúlaflokkar skipa fyri, har inntøkan fer til námsferð hjá flokkunum. Eisini fær jólacaféin vitjan av
navnframa og barnakæra Búa Sibbidibbidimdimdubadabadam 23. desember kl. 17. Fríggjakvøldið kl. 21 verður
cafékvøld og barr. Tá verður konsert við Høgna Lisberg, sum fer at spæla løg av nýggju fløguni hjá sær.
Leygarkvøldið verða tvær konsertir. Onnur er ein barna og ungdómskonsert við Ragnari og The Dreams. Hendan
konsertin byrjar kl. 18 og møguligt verður at fáa autografar frá teimum aftaná. Kl. 23.30 verður konsert og dansur
við The Dreams. Annað jólakvøld, besta dansikvøldið á árinum, verður dansur við dansibólkinum 4ever. Til hendan
dansin verður 18 ára aldursmark. Triðja jólakvøld ella 27. desember kl. 22 verður dansur við 200 til eitt sokallað
BadTasteNineties kvøld, har tveir DJs, B.A.B.Y og Mrs Duplo, eisini skiftast um at lokka fólk á dansigólvið.
Nýggjársaftan verður so aftur dansur kl. 0104. Hetta kvøldið syrgir Wolfgang fyri góðum og fjølbroyttum
dansitónleiki fyri vaksnum.
Meðan alt sá út til at virka betur enn í dag – Nónhamar landar á Kósini í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen