mánadagur 22. desember 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. desember 2008
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
Dr1 • Hósdag 1. kl. 19.00
»Livvagterne« - 1:20
Í síðstu viku av 2008 er tað serliga fleiri filmar, sum eru
á skránni á ymisku rásunum. Nýggjársdag byrja tó tvær
forvitnisligar røðir. Tann eina verður endursend á Tv3, hin
væl kenda krimi-røðin úr 80unum »Miami Vice«. Hin røðin
verður frumsýnd á Dr1: Í fyrsta parti av »Livvagterne« er
uttanríkismálaráðharrin Henrik Skelbæk komin til Baghdad at
halda nýggjár, sjálvandi við sínum lívverjum.
Dr1 • Leygardag 27. kl. 18.05
»Madagascar«
Leyvan Alex, sebran Marty, giraffurin
Melman og áarrossi Gloria liva trygt og
væl í djóragarðinum í New York. Men so
ein dagin setur Marty sær fyri at fara út!
Vinir hansara fylgja tí forvitna, men verða
so fangaðir og sendir á eina hendingaríka
ferð. Teknifilmur frá 2005 við danskari
talu.
SvF • Fríggjadag 26. kl. 20.00
»Klaksvíksstríðið« - 2:2
Nú 55 ár eru liðin, síðani læknastríðið var í Klaksvík,
eru at kalla øll farin, sum høvdu høvuðsleiklutirnar í
hesi orrustini, men tað eru framvegis klaksvíkingar, sum
kunnu greiða frá hesum báðum árunum. Seinni partur av
dokumentarsending, sum Bergljót D. Hentze og Ólavur
Rasmussen hava lagt til rættis.