mánadagur 22. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 246 - 22. desember 2008
Fyrst av øllum við eg takka
Sámali Matras Kristiansen
fyri at hann birtir upp
undir kjak um kommunalar
samanleggingar. Tað er
sjálvt endamálið við blað
num og er sjálvandi
kærkomið.
Sámal Matras Kristian
sen setir mær 14 spurn
ingar, sum eg eftir føri
muni vil svara so sakliga
eg dugi. Eg havi givið út
tvey bløð um kommunalar
samanleggingar í ár. Tað
sær tíverri ikki út til, at
Sámal hevur sæð fyrra
blaðið, sum kom út í mai,
og sum fevndi um komm
unurnar í Eysturoynni og
Klaksvík. Hevði hann tað,
so var ikki neyðugt at
svara fleiri av hesum
spurningum.
Viðvíkjandi arbeiðshátt
inum hjá Gallup, havi eg
fult álit á hesum stovni.
Tað ið Gallup vil leka út
um smálutirnar í sjálvari
kanningini verður prentað
niðanfyri og er skrivað av
Ellindi Egilstrøð, stjóra í
Gallup Føroyar:
Hey Jústinus,
Vísandi til telefonsam
røðu okkara millum í dag.
Kanningarnar eru gjørd
ar eftir Gallup leisti, tó við
eyka interviewum í hvørj
ari kommunu sær.
Í kanningini um komm
unusamanleggingar frá
mars 2008 eru 570 inter
view gjørd í teimum økjum
tann kanningin fevnir um
og hendan frá september
2008 eru 586 interview
gjørd í teimum økjum hend
an kanningin fevnir um.
Samlað 1156 interview.
Tølini eru vektað eftir
Gallup leisti.
Vinarliga
Gallup Føroyar
Teir 14 spurningarnir sum
eru settir av Sámal Matras
Kristiansen, hereftir stytt
SMK, verða svaraði í tí
raðfylgju hann setti teir í
bløðunum.
(SMK): Hvussu er kann
ingin skrúvað saman?
Í mars vóru í ár 570
interview gjørd í Klaks
víkar kommunu, øllum
sjey kommunum í Eystur
oynni og Streymoyarpart
inum av Sundakommunu.
Í september í ár vóru 586
interview gjørd 16 komm
unum í vestara og syðra
partinum av landinum,
fevnandi um Vestmanna
kommunu, Kvívíkar komm
unu, Tórshavnar kommunu,
Skopunar kommunu,
Sands kommunu, Húsa
víkar kommunu, Skála
víkar kommunu, Hvalbiar
kommunu, Tvøroyrar
kommunu, Hovs komm
una, Porkeris kommuna,
Vágs kommuna og Sumb
iar kommuna.
(SMK): Hvussu nógvar
borgarar hevur JLE biðið
Gallup um at spyrja totalt?
Kanningin byggir á 1156
interview í frammanfyri
nevndu kommunum.
(SMK): Hvussu nógv eru
vorðin spurd í hvørjari
kommunu?
Er á nakran hátt tikin hædd
fyri aldursbýti, kynsbýti ella
geografiskum býti innan
hýsis í kommununum?
Spurningurin frá mær til
Gallup er hvørja støðu
borgararnir í teimum
ymisku kommununum
hava til samanleggingar.
Vilja fólk hava samanlegg
ingar, og hvørjar møguleik
ar síggja tey fyri sær.
Hvussu Gallup í smálutum
ber seg at at fáa hesar
spurningar, havi eg ikki
ávirkan á og eg havi fult
álit á stovninum, sum
arbeiðir eftir sama leisti í
Føroyum, sum hann ger
aðrastaðni í heiminum.
(SMK): JLE endurgevur
í temablaðnum úrslit fyri
Tórshavnar kommunu, Vest
manna kommunu, Kvívíkar
kommunu, allar kommunur
í Vága sýslu, allar komm
unur í Sandoyar sýslu –
uttan Skúvoyar kommunu –
og allar kommunur í
Suðuroyar sýslu.
Merkir hetta, at ongi
úrslit fyriliggja fyri Skúv
oyar kommunu, allar Norð
oyggjar, alla Eysturoynna
umframt Sunda kommunu?
Um Sámal hevði hevði
lisið fyrra temablaðið frá
mai, so var spurningurin
óneyðugur. Tað fyriliggja
úrslit fyri Klaksvíkar
kommunu, alla Eystur
oynna, umframt Sunda
kommunu.
Skúvoyggin er ikki við í
kanningini, og eg ivist í at
stakroyndir millum teir 49
skúvoyingarnar, sum búðu
har 1. januar í ár sambært
Hagstovuni vildu broytt
útslitið munandi.
(SMK): JLE nevnir
sjálvur, at hann hevur
biðið Gallup gjørt kann
ingar í einum øki samsvar
andi við 30.000 íbúgvum,
og svarar hetta væl til, at
Norðoyggjar, Eysturoy,
Sundalagið og Skúvoyar
kommuna ikki eru kannað?
Er hetta rætt skilt?
Hetta er tíverri ikki rætt
skilt, eg vísi til fyrra tema
blaði, sum var borið út í øll
17.700 húsarhøldini í Før
oyum í mai. Har vóru Eyst
uroyggin og Klaksvík.
Skúvoyggin er ikki við í
kanningini.
(SMK): Um JLE svarar
undanfarna spurningi játt
andi – at hesar kanningar
ikki fyriliggja – hvussu er
JLE so komin til niðurstøð
unar á síðu 3, at Skúvoyar
kommuna ynskir tað sama
sum hinar kommunurnar í
Sandoyar sýslu?
Skúvoyggin er ikki við í
kanningini, og eg veit ikki
hvat Skúvoyggin ynskir.
Skúvoyar Kommuna verð
ur ongantíð einsamøll ein
burðardygg eind eftir tí
leisti, sum landsstýri hevur
lagt út við um kommunalar
eindir.
(SMK): Norðoyggjarnar
ynskja at vera ein komm
una og ikki t.d. saman við
kommunum í Eysturoy?
Eysturoyggin – umframt
Sundalagið – ynskir at
skipa seg í eina kommunu?
Eru fuglfirðingar, gøtu
fólk, leirvíkingar, strand
ingar, toftafólk, eiðisfólk
og sundafólk spurd um
hetta?
Øll frammanfyri nevndu
eru spurd um hetta í fyrra
temablaðnum frá mai.
(SMK): Hvussu sam
pakkar ein samanlegging
av Sandoynni og núverandi
Tórshavnar kommunu við,
at 48 % av teimum spurdu
í Tórshavnar kommunu ikki
ynskja, at kommunan verð
ur víðkað, meðan einans
36 % ynskja eina víðking?
Tórshavnar Kommuna
hevur gingið á odda í
samanleggingum og fólkið í
Havn er enn ongantíð spurt
eftir viðvíkjandi hesum
samanleggingum. Við
føstum sambandi er styttri
millum Skopun og Havn
ina, enn tað er millum
Skopun og Dal. Tað er nátt
úrligt at hugsa sær, at Sand
oyggin verður ein partur av
Havnini, serliga tá ið polit
iska uppleggið til saman
leggingar er, at eindirnar
skulu verða burðardyggar,
hvat ikki kann sigast um
Sandoynna í dag. Við føst
um sambandi gerst Sand
oyggin nærmasta vakstra
røkið hjá miðstaðarøkinum.
(SMK): Hvussu kemur
JLE til ta hábærisligu
niðurstøðu, at sandoyingar
ynskja samanlegging við
Tórshavnar kommunu, tá
einans 20 % í Skopunar
kommunu, 18 % í Sands
kommunu, 28 % í Skála
víkar kommunu, 13 % í
Húsavíkar kommunu og
eitt óupplýst prosenttal í
Skúvoyar kommunu
sambært kanningini ynskja
hesa samanlegging?
Her er talan um eina met
ing frá míni síðu. Tað
nýggja í Gallupkanningini
er, at sandoyingar vilja
saman í eina kommunu.
Hetta var óhoyrt fyrr. Her
sær tað út sum almenna
fráboðanin um kommunu
samanleggingar hava flutt
støðuna hjá fólki. Sam
røður við borgarstjórar í
Sandoynni, sum hava mill
um ein fjórðing og ein
triðing av atkvøðunum
aftanfyri seg vísa, at tá ið
fasta sambandið er komið
um Skopunarfjørð, verður
tað náttúrligt hjá sandoying
um at gerast ein partur av
miðstaðarøkinum. SMK
hevur rætt, hendan niður
støða kann ikki byggjast á
Gallupkanningina eina.
(SMK): Hvussu kemur
JLE til ta niðurstøðu, at
suðuroyingar ynskja at
skipa seg sum ein komm
una, tá 44 % av Vágbing
um ynskja tvær kommunur,
meðan einans 32 % ynskja
eina felags kommunu fyri
alla oynna?
Tað er bara í Vági, at tað
eru fleiri sum ynskja tvær
kommunur í Suðuroynni
heldur enn eina. Í øllum
hinum kommununum,
Famjin, sum ikki var við í
kanningini undantikið, eru
tað fleiri av teimum
spurdu, sum eru fyri, at
oyggin skal leggjast í eina
kommunu heldur enn tvær.
Tølini fyri einari felags
kommunu sóu soleiðis út.
79 % í Sumba, 74 % í
Hovi, 71 % á Tvøroyri, 62
% Hvalba og 41 % í
Porkeri og 32 % í Vági.
(SMK): Hvussu sam
pakkar ein samanlegging
av Vestmanna og Kvívík við
einari samanlagdari Vága
kommunu, at einans 28 %
av vestmenningum og
einans 24 % av kvívík
ingum halda hetta vera
eina góða loysn? Meðan
23 % av vestmenningum
og 26 % av kvívíkingum
halda tað vera best við
einari sjálvstøðugari
felagsskommunu á Vestur
streymoy? Og meðan 24 %
av vestmenningum og 18
% av kvívíkingum ynskja
eina felags samanlegging
við Tórshavn?
Talan er um tendensir
ella ábendingar. Kanningin
vísir eitt nú at fleiri í Vest
manna ynskja Vágarnar
upp í eina stóra kommunu,
heldur enn eina felags
kommunu við Kvívík eina.
Munurin er lítil, men hann
er har. Fólkaatkvøða var í
Vestmanna við seinasta
løgtingsval um kommunu
samanleggingar. Hendan
vísti, at fólk í Vestmanna
valdi Streymoynna fram
um eina beinleiðis saman
legging við Havnina.
Gallupkanningin vísir, at
fleiri hella til eina stór
kommunu saman við
Kvívík og Vágunum. Tað er
rætt, at tvey prosent fleiri
kvívíkingar at fara saman
við vestmenningum enn
vágamonnum. Hinvegin
útiloka kvívíkingar als ikki
møguleikan fyri eini sam
anlegging saman við
Vágunum og Vestmanna.
(SMK): Hevur JLE gjørt
sær far um ta risastóru
hagfrøðiligu óvissu, ið er
innbygd í Gallupkanning
um, ið ger, at tað ikki kann
dragast ein greið
niðurstøða út frá tølunum?
Opiniónskanningar eru
stakroyndir millum fjøld
ina, sum síðan matematiskt
verða vektaðar. Sjálvandi
liggur ein óvissa aftanfyri
slíkar kanningar, men vit
hava ikki aðrar. Slíkar
kanningar vísa seg at vera
sera brúkbarar og hygg
bara eftir hvussu væl tær
mangan passa til løgtings
og fólkatingsval.
Endamálið við báðum
temabløðunum er júst at
birta upp undir kjak og tað
verður kjakið, sum kemur
at flyta støðuna hjá fólki.
Gleðilig Jól øll somul og
gott kjak.
Svar til Sámal Matras Kristiansen um kommunukanning
justinus@olivant.fo
Jústinus
Leivsson
eidesgaard
Løgtingið hevur nú beint
fyri jól strikað allan stuð
ulin 4 mió kr. til eldra
dagtilhald. Við hesum
væntar løgtingið, at
kommunurnar taka á seg
uppgávuna at fíggja
dagtilhaldini.
Kommunalu fíggjarætl
anirnar vórðu samtyktar
og latnar landsstýrinum
farna mánaðarskiftið, og
eingin limakommuna
hevur lagt upp fyri hesum
meirútreiðslum til
dagtilhald.
Kommunusamskipan
Føroya hevur fyri lands
stýrinum harðliga átalað
óvanan at áleggja komm
ununum nýggjar útreiðsl
ur uttan nakra fráboðan
ella samráðing yvirhøvur.
Kommunusamskipanin
hevur eisini harðliga átal
að, at landsstýrið tilvitað
flytur undirskot í lands
kassanum yvir í komm
unukassarnar.
Kommunurnar skulu nú
finna nýggja fígging til
endamálið eins og skipa
dagtilhaldini av nýggjum
sum kommunalt ábyrgd
arøkið. Nær hetta arbeiðið
er liðugt, og um ella nær
fígging er fingin til vega í
einstøku kommununum,
er ómøguligt at siga
nakað ítøkiligt um.
Avleiðingin er, at
kommunurnar onga trygd
kunnu veita fyri, at dag
tilhaldini eru opin eftir
nýggjár. Helst verða
nøkur stongd, tí eingin
fígging er til taks. Komm
unurnar kunnu heldur
ikki veita trygd fyri, at
verandi virksemið kann
halda fram á sama støði.
Allar kommunur vilja
skipa teir bestu karmarnar
fyri teimum eldru, tað
verið seg teimum, sum
hava brúk fyri røkt, og
teimum, sum enn eru
virkin. Dagtilhaldini
skapa trivna og lívs
góðsku, og tí vónar
Kommunusamskipanin, at
kommunurnar onkurs
vegna megna at skipa so
fyri, at dagtilhaldini
kunnu halda fram.
Men Kommunusam
skipanin harmast almikið
um, at løgtingið og lands
stýrið hava tveitt dagtil
haldini og teir mongu
eldru borgararnar, sum
hava stóra gleði og stórt
gagn av hesum serstaka
tilboði, út í óvissu. Hetta
var vána gáva at geva
teim eldru til jóla.
Dagtilhald til eldri verða stongd
www.ksf.fo
Kommunu
samsKipan
Føroya
viðmerkingar