Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 246 - 22. desember 2008 ] Góð jólagáva Móti VÍF hevur H71 havt takið í ár, og hesa ferð var eisini tvingandi neyðugt at vinna, segði Regin Joen­ sen eftir dystin sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Regin Joensen hjá H71 fegnaðist sum vera man um sigurin á fyrrverandi liðfeløgunum úr VÍF. Og tað gjørdi ikki bitan minni søtan, at sigurin kom júst nú, sum H71 hevði so alstóran tørv á hesum. - Vit hava havt takið á VÍF í ár. Bæði í venj- ingardystum, har vit hava vunnið stórt tvær ferðir, og í fyrsta dystin- um móti teimum í ár. - Tí vistu vit, at møgu- leikin var til staðar, og eftir eina keðiliga viku, har vit høvdu tapt tvær ferðir á rað, so lovaðu vit hvørjum øðrum, at vit skuldu norður at geva okkum sjálvum eina góða jólagávu, sig- ur Regin Joensen. Og hann staðfestir eisini, at greiði sigurin ber við sær, at VÍF nú av álvara er aftur í stríð- num um fremstu plássini. - Ein sigur – og enntá stórsigur – í Vestmanna er sjávlandi góður fyri sjálvsálitið. Ikki minst nú vit máttu vera bæði Halgir og Johnny fyri- uttan. Tá er gott at síggja, at aðrir eisini kunnu traðka til og taka ábyrgd, so hesin sigurin hevði heilt nógv at siga fyri okkum, sigur Regin Joensen. Man Utd móti Inter 1/8-finalurnar í Champions League vórðu drignar fríggjadagin, og fleiri spennandi dystir eru sum vera man á skránni. Tað var Roma-legendan, Bruno Conti, sum dró liðini í áttandaparts finaluni móti hvørjum øðrum. Drátturin sær soleiðis út: Chelsea-Juventus. Villarreal-Panathinaikos, Sporting Lissabon-Bayern München, Atletico Madrid-FC, Porto, Olympique Lyonnais-FC Barcelona, Real Madrid-Liverpool, Arsenal-AS Roma, Inter-Manchester United. Hetta merkir, at Sir Alex Ferguson aftur skal kappast móti Jose Mourinho, sum var venjari hjá Chelsea fram til í fjør. Fyrru dystirnir verða leiktir 24./25. februar og seinnu 10./11. mars. Bárður Bendix Mikkelsen er til reiðar at spæla sín fjórðu steypafinalu í donskum flogbólti Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin vann Marien- lyst Volley seg í donsku steypafinaluna í flogbólti. Marienlyst spældi á útivølli móti Gentofte, og her megnaðu Bárður og liðfelagarnir uttan stórvegis hóvasták at vinna 3-0. Hin hálvfinalan stóð millum Ålborg HIK og Middelfart VK, og hendan dystin vann Ålborg somuleiðis 3-0. Talan er um fjórðu donsku steypafinaluna, sum Bárður verður partur av. Í fleiri ár spældi Bárður við Holte, og bæði í 2001 og í 2002 spældu teir seg í finaluna. Og seinnu ferðina megnaðu teir enntá at vinna hana. Í fjør var Bárður saman við Middelfart í finaluni, men ta ferðina taptu teir dystin. Danska flogbóltsfinalan verður spæld í Odense tann 25. januar. Bárður í steypafinalu Bárður B. Mikkelsen hevur tríggjar ferðir áður spælt steypafinalu í donsku flogbóltskappingini Við stórsigri í Vestmanna meldaði H71 seg í gjár aftur í oddastríðið í Atlantic Airways­deildini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var mest sum seinasta útkall. Eitt tap í Vestmanna bar við sær, at H71 var fýra stig aftan fyri bæði VÍF og Neistan, og tí vóru krøvini til hoyvíkingar eirindaleys sunnudagin. Og uppgávan gjørdist ikki lættari av, at H71 nú skuldi reisa seg eftir tvey tap á rað í lands- og steypakapping. Staðfestingin er, at H71 reisti seg. Sæð burtur frá fáu fyrstu minuttunum, har fleiri stórir møguleikar vórðu misnýttir, so vóru tað gestirnir, sum stóðu fyri undirhaldinum. Miðskeiðis í hálvleikinum lupu teir av álvara avstað, og eftir hetta var ongan tíð nakar vegur aftur hjá VÍF. Ikki minst, tá teir eisini mistu Áka G. Olsen, sum noyddist av vøllinum við reyðum korti frá dómarunum. Seinastu 12 minuttirnar undan steðginum fór H71 frá 9-10 til 10-16 á talvuni, og eftir steðgin góvu teir ongan tíð nøkur sum helst tekin um, at teir ætlaðu sær at slaka. Vestmenningar royndu at tátta nakað, men tá gestirnir aftur skoraðu fýra ferðir á rað miðskeiðis í seinna hálv- leiki, stóð stórsigur málaður á talvuni. Kærkomin steðgur Og so kann bara staðfestast, at hoyvíkingar so ruddiliga enn eru partur av odda- stríðnum í deildini. Seinastu umførini hava víst, at finalistarnir í FM- kappingini helst skulu finn- ast millum Neistan, VÍF og H71. Enn eru hoyvíkingar á triðja plássinum í hesi kapp- ingini, men Neistin og VÍF hava ein dyst sínamillum til- góðar, og tá verður tað neyvan so, at báðir partar fara av vøllinum við fleiri stigum. Og við bæði Halgir Dahl Olesen og Johnny Durhuus á skaðalistanum, kann jóla- frítíðin væl merkja, at tað verður eitt styrkt H71-lið, sum kemur á vøllin hinu- megin ársskiftið. Hjá VÍF kemur jólaferian eisini væl við. Eftir at hava havt fullar snúningar mest sum alt kappingarárið, kom av álvara stígur í, tá teir í vikuni – sum vant – máttu lúta fyri StÍF í steypakapp- ingini. Stórtapið sunnudagin bendir eisini á, at ein lítil steðgur nú av álvara er til- trongdur. Hesa ferð var tað bert Sámal Joensen, sum tað glógvaði í, og tað er ov lítið, tá tikist verður við tey stóru í deildini. VÍF-H71 25-33 (10-16): VÍF avbukaðir Vestmenningar hava higar til sýnt meistaraspæl, men sunnudagin fingu teir av at vita á egnum hallargólvi VÍF-H71 25-33 (10-16) 10 min: 5-5 20 min: 9-11 40 min: 16-22 50 min: 19-26 Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 13(6), Niels Andreasen 3, Karl Johan Djurhuus 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Rúni Joen- sen 2, Agnar Joensen 1, Jákup Suni Andreasen 1 H71: Dánjal Tórgarð 8(3), Janus Sørensen 6, Esbern Patursson 5, Gunnar Bláberg 4, Poul Kjartan Dam 4, Danni Syhler 2, Regin Joensen 2, Bárður Brimvík 1, Niels Viggo Niclasen 1 Brotskøst: VÍF 8, H71 4 Útvísingar: H71 3 Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA um dystin