Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 246 - 22. desember 2008 ] Hørð donsk mótstøða UEFA Cup lutakastið er júst liðugt, og AaB og FCK møta ávikavist Deportivo la Coruna úr Spania og Manchester City úr Onglandi. Lutakastið til 16-parts finalurnar í UEFA Cup kappingini er júst av, og sigast má, at donsku liðini ikki vóru heppin ítróttarliga. Hinvegin sluppu tey undan keðiligu eystureuropeiskari mótstøðu. Lutakastið fór fram á tann hátt, at bólkavinnararnir møttu trí’arunum í bólkinum, meðan nummar tvey møtti nummar trý úr Champions League bólkunum. Klárt til hálvfinalurnar Lutakast var í gjárkvøldið um hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti. Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, var gestur í útvarpsstovuni í Ítróttartíðindunum, og hann dróg kúlurnar úr pottinum í teirri raðfylgju, at hálvfinalurnar verða hesar: Hjá kvinnum spæla Stjørnan-Neistin og StÍF-Tjaldur, og hjá monnum eru dystirnir Neistin-KÍF og Kyndil-StÍF. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar tann 14. ella 15. januar, og returdystirnir eru so á skránni 14 dagar seinni. Finaludystirni í Coca-Cola kappingini verða spældir 7. februar. - Vit droyma allir um einaferð at spæla í orginalu B36-troyggj- uni, sigur Tamás Smulovics, sum er ein av stigtakarunum til ungarska felagið B36 Tórshavn Hungarian, sum sá dagsins ljós í summar Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Spæl nú handan bóltin! Geylið eftir viðleikaran- um hoyrist um alla høllina. Framherjin í gamla og slitna Bayern Munchen-búnanum er serstakliga misnøgdur við, at hann ikki fekk bóltin, nú hann hevði runnið seg í góða støðu. Men spurning- urin er, hvat teir kunnu krevja av glaðum amatørum. Teir droyma um at spæla saman við Højsted, á Borg og Matras. Hóast tað ikki er gjørligt í løtuni, spæla teir framvegis fyri B36. Teir eru B36 Tórshavn Hungarian – ella stytt B36 Budapest. Nakrir fótbóltsáhugaðir skúlanæmingar og vinmenn úr Ungarn stovnaðu í summ- ar eitt nýtt felag. Íblástur til heitið á felagnum fingu teir úr Føroyum. B36 Budapest roynir í løtuni at stríða seg upp millum tey bestu í ung- arskum fótbólti. Hóast teir framvegis ikki hava fingið útvegað sær egnar spælibún- ar, ivast teir ikki í, hvørjum búðmerki teir spæla fyri. Byrjaði vi ð GÍ Fótbóltsglaðu vinmenninir hugsaðu leingi um at seta á stovn nýtt fótbóltsfelag. Í summar tóku teir seg um reiggj og sett á stovn B36 Budapest, har eitt av høvuð- sendamálunum er at sýna góðan hugburð á og uttan fyri vøllin. Men hví velja ungarskir skúlanæmingar at fáa íblást- ur úr Føroyum til eitt fót- bóltsfelag? - Vit vóru nakrir til dystin, tá ungarska liðið MTK hevði vitjan av GÍ afturi í 1999. Tá kyknaði áhugin fyri føroyskum fótbólti. Og tá vit skuldu finna navn til nýggja felagið, hugdu vit fyrst at Føroyum. Vit vilja umboða B36 í Ungarn á skilagóðan hátt, sigur Tamás Smulovics, ið er ein av stig- takarunum og liðskipari. Í kappingarbyrjan í 2008 spældu ungararnir Tamás Nagy og Károly Potemkin við B36. Men tað er ikki orsaka av hesum, at vin- menninir valdu navnið B36 Budapest. - Vit eru vitandi um, at tveir ungarar spældu við B36. Teir vóru hampiliga kendir her, men brádliga vóru teir bara burtur. Vit royna eisini at fylgja gongdini hjá øðrum ungarum í Føroyum, sigur Tamás Smulovics, sum vónar, at B36 í summar skal møta onkrum ungarskum liði í altjóða kapping. Heimasíðu um Føroyar Tamás Smulovics staðfestir, at teir undanfarin ár ikki reiðu- liga hava fylgt gongdini í føroyskum fótbólti. Men síð- an stovingardagin hjá nýggja felagnum er áhugin fyri Føroyum vaksin munandi. - Vit hava okkara egnu heimasíðu, har vit dagføra ymiskt um B36 og før- oyskan fótbólt. Eisini sam- skifta vit nógv við ein føroy- ing, sum greiðir okkum frá, hvat fyrigongur har uppi. Eingin okkara hevur verið í Føroyum, men vit vilja fegn- ir vitja oyggjarnar einaferð. Eg havi í øllum førum lisið nógv um Føroyar á alnótini, og tað verður meira og meira áhugavert, sigur Tam- ás Smulovics. Vilja knýta vinarband Tamás Smulovics og vin- menninir vilja rættiliga fegnir knýta vinarband mill- um Ungarn og Føroyar. Vit vilja sýna føroyingum okk- ara land, sigur fryntligi ungarin. - Hóast Føroyar eru sera lítlar og langt burtur, vilja vit vísa øðrum hetta fantastiska landið. Vit droyma allir um einaferð at spæla í orginalu B36-troyggjuni, og vilja gera alt fyri at lyfta okkara felag upp á fótbóltstindin. Men tað verður helst ikki í bræði, sigur Tamás Smulovics, áðr- enn hann flennir í kíki. B36 Tórshavn Hungarian Heimstaðurin er Budapest Felagið varð stovnað í august 2008 Liðið spælur í János Kodolányi College’s league Heimasíða teirra er www.b36.eoldal.hu FAKTA Tað er ikki bara í Havn, at fólk tekkjast B36. Nú hevur árstalsfelagið fingið sítt egna fjepparafelag í Ungarn Dreymurin er at spæla við B36 Eysturoy . Heiðavegur Postrúm 224 . 600 Saltangará Tel 47 47 10 . Faks 47 47 11 Tórshavn . Smyrilsvegur 20 Postrúm 3096 . 110 Tórshavn Tel 35 35 10 . Faks 35 35 11 Norðoyggjar . Klaksvíksvegur 78A Postrúm 296 . 700 Klaksvík Tel 45 72 40 . Faks 45 72 41 Suðuroy Postrúm 58 . 800 Tvøroyri Tel 35 35 60 . Faks 35 35 61 K R E A Sí annars www.almannastovan.fo Avgreiðslutíðir um jólini Frá 29. desember 2008 til og við 2. januar 2009 eru avgreiðslutíðir okkara broyttar soleiðis: Móttøkurnar hava opið og telefonirnar verða tiknar frá kl.10 til kl.12. Frá mánadegnum 5. januar 2009 verður opið aftur sum vanligt allar yrkadagar frá kl. 10.00 til 15.00 uttan fríggjadag, tá opið er frá kl. 10.00 til 13.00. Almannastovan ynskir viðskiftafólki sínum eini gleðilig jól og eitt gott nýgg jár.