mánadagur 22. desember 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 246 - 22. desember 2008 ]
Kyndil-KÍF 34-30 (15-12):
Fyrsti
Kyndils-sigur
í vetur
Tað eydnaðist
Kyndils-monnum at
basa kollfirðingum
í gjár. Við sigrinum
hevur grøna
havnarliðið togað
seg av botnsessinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fram
til
sunnudagin
høvdu hvørki menn ella
kvinnur hjá Kyndli vunnið
ein tann einasta lands
kappingardyst.
Í
seinastu
royndini
undan høgtíðini syrgdu
grønu menninir tó fyri, at
sigurin ikki gjørdist jóla
trøll, tá teir á heimavølli
bastu KÍF.
Talan var um botndyst
millum tey bæði niðastu
liðini í deildini, og fyri
tað nógva var talan eisini
um ein rættiliga javnan av
slagnum.
Kyndil hevði tó støðugt
mnin í dystinum, men
ferð eftir ferð megnaðu
gestirnir at vinna seg aftur
upp á javnt. Men seinastu
løtuna skrædnaði tó av
álvara. KÍF fekk eina
útvísing, og tá Kyndil so
skoraði fimm mál á rað,
kundi KÍF ikki svara
aftur.
Tjaldur hevur
veruliga tikið dik
á seg. Fríggjadagin
sendu kvinnurnar
í Runavík VB úr
steypakappingini, og
nú hótta tær eisini
móti finaluplássinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hjá VB var hetta vikuskiftið,
har tær veruliga skuldu
prógva, at tær eru til reiðar
at seta seg aftur á føroysku
hondbóltstrúnuna.
Men tað gekk so slettis
ikki eftir vild.
Fríggjadagin fekk VB av
at vita í steypakappingini,
tá Tjaldur bukaði tær, og
søgan endurtók seg leygar
dagin, tá somu lið dystaðust
í landskappingini. Hetta í
dystinum, har VB veruliga
ætlaði at skræða seg púrasta
leyst av Tjaldri og Neist
anum, sum framvegis elta
møguleikanum fyri einum
finaluplássi.
Endurtøka
Tjaldur hevði tó øðrvísi
ætlanir við dystinum. Sig
urin fríggjadagin gav teim
um gott mót til uppgávuna,
og tær prógvaðu eisini
hesaferð, at orkan á liðnum
nú er um at vera har, sum
hon skal vera hjá einum
veruligum avbjóðara.
Fyrsta góða korterið fylg
dust liðini annars hampu
liga væl, men seinastu
løtuna undan steðginum
kom spakuliga munur í.
Trý mál eru tó ikki tað
stóra í hondbólti, men tá
Tjaldur so økti upp í 2013
beint eftir steðgin, vendist
ikki aftur. Sálarliga mundi
hetta kennast sum eitt slag
av dejavu hjá VB, og
kropsliga høvdu tær heldur
ikki orkuna til at venda
dystinum.
Ein roynd varð tó gjørd,
og við seks málum á rað var
VB veruliga ígongd við at
skapa spenning aftur, men
tá Tjaldur so aftur fekk
svarað,
skrædnaði
full
komuliga. Fimm tey sein
astu málini í dystinum fullu
øll til heimaliðið, sum
soleiðis
veruliga
fekk
prógvað fyri sær sjálvum,
at tær eisini kunnu spæla
við móti teimum stóru.
VB og orkan
Fyribils er úrslitið nóg
mikið til at staðfesta støð
una hjá Tjaldri, sum fram
haldandi er avbjóðari til
annað av finaluplássunum í
kvinnukappingini.
Hinvegin er munurin upp
til VB framvegis fýra stig,
og tí verður tað framvegis
sera trupult hjá Tjaldri at
halda fast í tjóðrinum, sum
tær hava sett á fremstu
hestarnar.
VB eigur hinvegin fram
vegis til góðar at økja um
orkuna á liðnum. Gurið
Mortensen sat hesa ferð
uttanfyri, men tað er merkis
vert, hvussu avrikini hjá
VB støðugt hava verið
munandi betri í fyrra enn í
seinna hálvleiki. Hetta sást
sjónliga bæði fríggja og
leygardagin í Runavík, og
tá tær vunnu á Stjørnuni í
Klaksvík var sama søgan
um at endurtaka seg.
Enn hava tey ongan
vøll og ongar spælar-
ar, men tey hava
stórar ambitiónir
FótbóltsFelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eitt nýtt fótbóltsfelag hevur
nú sæð dagsins ljós í
Eysturoy.
Tað eru Jákup A Olsen á
Toftum og aðrir, sum nú
hava stovnað fótbóltsfelagið
Ravnur FC.
Hóast felagið fær heim
stað í Runavík, ætla tey
ikki, at felagið skal knýtast
at nøkrum ávísum plássi.
Hetta er stutt og greitt
eitt eysturoyarfelag, sigur
Jákup Olsen avgjørdur.
Sjálvur
mannar
hann
nevndina
í
nýstovnaða
felagnum saman við Bent
Djurhuus, Mortani Hansen
og Odduri Rasmussen.
Og tá ið sagt verður, at
felagið er nýstovnað, skal
tað takast heilt bókstaviliga,
tí enn hava tey ongar spæl
arar og enn minni nakran
heimavøll.
Tó hava tey søkt Runa
víkar Kommunu um loyvi at
brúka vøll og skiftirúm á
Skála ella í Runavík, men tað
málið er ikki avgjørt enn.
Fótbóltssamband Føroya
hevur heldur ikki góðkent
nýggja felagið, men um
sóknin er latin inn og Jákup
Olsen vónar at formligu
viðurskiftini og FSF góð
kenning verða avgreitt í
februar.
Men hóast felagið er í
føðingini, er tað ikki bara
navnið, sum er klárt enn.
Tey hava eisini longu bæði
búmerki og búnarnar klárt.
Jákup Olsen vil ikki
avdúka smálutirnir í bú
merkinum, men tað hevur
okkurt við navnið at gera
og búnarnir verða svartir.
Kempa seg uppeftir
Av tí at tey hvørki hava
heimavøll
ella
spælarar
enn, hava tey heldur ikki
meldað nakað lið til enn.
Men hetta arbeiða tey
hart við og endamálið er at
melda lið til í 3. deild næsta
kappingarár, tí tað er á tí
støðinum, at øll liðini skulu
byrja.
Men hóast tey byrja bæði
lágt og púrasta á berum,
bagir ambitiónunum onki.
Vit ætla at kempa
okkum uppeftir og at enda í
formuladeildini,
sigur
Jákup Olsen.
Hetta eina liðið, sum
byrjar í 3. deild og sum tey
vóna, berjir seg upp eftir í
Formuladeildina,
verður
samstundis einasta liðið hjá
felagnum í kappingini.
Vit hava onga ung
dómsdeild, men ætla at
savna allar okkara kreftir
um hetta eina liðið, sigur
stigtakarin.
At talan er um eitt felag,
sum eina og aleina hugsar
um tað eina liðið, vónar
hann, fer at eggja spælarum
at leita sær til felagið.
Men er tað ikki nóg mikið
av fótbóltsfeløgum í Eystur
oy og hví so eitt felag
afturat?
Eg havi í veruleikanum
onki gott svar til handan
spurningin. Tað, sum vit
miðja eftir, at savna allar
okkara
kreftir
um
eitt
einstakt lið og tað halda vit
ger tað meiri áhugavert enn
at vera í feløgum, sum hava
eina ørgrynnu av liðum, at
hugsa um, sigur Jákup
Olsen.
Tjaldur-VB 28-21 (14-11):
VB fekk bank í Runavík
Nýtt fótbóltsfelag sær dagsins ljós í Eysturoy
Tvær ferðir á rað fekk VB bank í Runavík. Úrslitini benda á, at
Tjaldur nú av álvara er til reiðar at takast við tey fremstu
Mynd: Johnny Lamhauge
Tjaldur-VB 28-21 (14-11)
10 min: 4-3
20 min: 8-7
40 min: 20-14
50 min: 23-20
Málskjúttar
Tjaldur: Alina Olaru 11(1), Adina Petrea 8, Jakoba Lang-
gaard 4, Annika Thomsen 2, Elinbjørg Hammer 1
VB: Daiva Toumaite 9, Laila Jespersen 3, Sára Samuelsen
3, Rannvá Johannesen 2, Aukse Vysniaskaite 2, Bára
Mortensen 1, Theresa Joensen 1
Brotskøst: Tjaldur 1
Útvísingar: Tjaldur 4, VB 3
Dómarar: Kartin Joensen & Kristian Joensen
FAKTA um dystin
Carlsberg leggur eftir Liverpool
Carlsberg hevur seinastu 16 árini verið høvuðsstuðul hjá Liverpool. Keld
Strudahl, umboð frá fyritøkuni, staðfesti, at teir eru sera væl nøgdir við
samstarvið, men Carlsberg sær fegin, at eigararnir Tom Hicks og George
Gillett skjótt avgerða, hvat ætlanin er við felagnum. Vit vilja vita, um
teir ætla at selja ella varðveita felagið. Vit eru misnøgdir við, at teir lyftið
um nýggjan leikvøll ikki verður hildið. Felagið er í vanda til teir taka eina
avgerð, sigur Keld Strudahl við danska Tipsblaðið.
Modric trívist í Tottenham
Italska felagið Juventus skal verða til reiðar við einum
tilboði á 200 milliónir krónur fyri krotatiska Luka Modric,
sum spælir fyri enska felagið Tottenham. Men Modric ætlar
sær ikki at skifta felag. Sjálvandi veit eingin, hvat
framtíðin hevur at bjóða, men ætlanin hjá mær er at halda
fram í Tottenham. Vit hava eitt gott lið, sum hoyrir heima í
toppinum, sigur Modric við Daily Telegraph.
Fakta um dystin
Kyndil-KÍF 34-30 (15-12)
10 min: 6-3
20 min: 8-9
40 min: 20-18
50 min: 25-24
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 11(6),
Bárður Johannesen 5,
Hans Áki Dal-Christiansen
5(2), Tummas Pauli
Hanusarson 4, Jónleif
Sólsker 3, Janus Einar
Sørensen 3, Andreas
Sólsker 2
KÍF: Arnbjørn T. Hansen 9,
Andrias Nielsen 6, Damir
Oros 6, Rógvi Weihe 3,
Niclas Reginsson 2, Ási
Dam 2, Toney Weihe 1,
Jákup Trygvason 1
Brotskøst: Kyndil 9, KÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4,
KÍF 5
Diskvalifikatión: KÍF
1 (beinleiðis reytt til
beinkin)