mánadagur 22. desember 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 246 - 22. desember 2008 ]
Viv Anderson
gjørdist søguligur
tann 27. November
í 1978. Tá gjørdist
hann tann fyrsti litti
landsliðsspælarin,
sum umboðaði
Ongland í einum
altjóða skrásettum A-
landsdysti
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Vivian Alexander Anderson
– ella – Viv Anderson er ein
sonn hetja millum teir littu
fótbóltsspælarnar í Ong
landi. Hendan leiklutin stað
festi hann av sonnum tann
27. November í 1978, tá
hann gjørdist fyrsti litti
spælarin, sum var skrásettur
fyri ein altjóða Alandsdyst
fyri Ongland. Mótstøðuliðið
hendan søguliga dagin fyri
30 árum síðani var eitt land,
sum síðani er farið í tvín
ingar. Frá hesum degi varð
hann undangongumaðurin
fyri allar littar fótbólts
spælarar.
Sum verjuspælari spældi
hann bæði sum høgru
bakkur og í miðverjuni.
Hann varð nógv virdur,
sum ein framúr ”takklari”.
Hann fekk skjótt kelinavnið
”eiturkoppurin” – vegna sín
kropsburð, og háttin hann
fór um bóltin á vøllinum.
Spældi við stórliðum
Viv Anderson spældi við
nógvum
stórum
liðum.
Yrkisleiðin
hjá
honum
vardi, frá hann var 18 ára
gamal í 1974, til hann var
39 ára gamal í 1995.
Árini
1974
til
1984
spældi hann við Nottingham
Forrest, sum tá varð eitt satt
stórlið í Onglandi. Hesi 10
árini spældi hann 328 dystir
fyri Nottingham Forrest, og
skoraði 15 mál.
Hann spældi við Arsenal,
árini 1984 til 1987, har
hann spældi 120 dystir, og
skoraði 9 mál.
Frá 1987 og til 1991
spældi hann við Manchester
United, har spældi hann 54
dystir og skoraði 3 mál.
Frá 1991 til 1993 spældi
Viv Anderson við Sheffield
Wednesday, sum var eitt
rættiliga gott lið í Onglandi,
tá á døgum. Anderson
spældi 70 dystir, og skoraði
8
mál
fyri
Sheffield
Wednesday.
Kappingarárið
1993
1994 gjørdist talan um 20
dystir, og 3 mál fyri Barns
ley. Hetta kappingarárið
varð hann spælandi venjari
hjá Barnsley.
Endastøðin, sum yrkis
spælari gjørdist Middles
brough,
kappingarárið
19941995. Hetta kapping
arárið var 39 ára aldurin
farin at merkjast. Talan
gjørdist um tveir skrásettar
dystir, og einki mál. Í einum
tíggjuára skeiði millum
1978 og 1988 spældi Viv
Anderson 30 landsdystir
fyri Ongland, og skoraði
hann
tvey
mál
fyri
landsliðið.
Vann nógv
Tað var sum Nottingham
Forrest spælari, at Viv
Anderson vann mest.
Í 1978 vann enska meist
araheitið við Nottingham
Forrest. Hann vann Liga
Cup kappingina í 1978 og í
1979. Men tað mest minni
liga vóru sigrarnir í Evropa
Cup fyri meistaralið í 1979
og í 1980. Við Nottingham
Forrest
vann
Anderson
eisini Super Cup í 1980.
Sum
Arsenalspælari
eydnast tað at vinna eitt
heitið, og var tað sigurin í
Liga Cup kappingini í
1987.
Viv Anderson var ikki á
vøllinum til finalurnar hjá
Manchester United, og vann
hann einki heiti har. Við
Sheffield Wednesday varð
Viv Anderson við til at tapa
bæði FA Cup og Liga Cup
finaluna í 1993. Í báðum
førum
tapti
Sheffield
Wednesday ímóti Arsenal í
finaluni.
Anderson var føddur í
Nottingham tann 29. Nov
ember í 1956. Foreldrini
vóru frá vestindisku oyggj
unum. Tann ungi Viv treivst
væl í skúlanum, og serliga í
ítrótti gjørdi hann vart við
seg. Ígjøgnum skúlaárini
spældi hann nógvar dystir í
skúla og sunnudagsliguni.
Sunnudagsligan
er
ein
amatørliga, sum hevur sínar
lokalu deildir kring alt
Ongland. Í sínum uppvøkstri
varð Anderson Manchester
Unitedviðhaldsmaður.
United segði nei
Tá Viv Anderson var 15 ára
gamal,
bar
Manchester
United
eyga
við
stóra
talentið hjá honum, og teir
bjóðaðu honum eina roynd
arvenjing. Men Anderson
vildi fyrst gera skúlan
lidnan fyrst.
Tá hann so segði seg
verða
kláran
til
eina
royndarvenjing, fekk hann
eitt
noktandi
svar
frá
Manchester United. Lítið
visti hann tá, at mong ár
seinni skuldi hann spæla
við Manchester United.
Anderson var sera vón
brotin, og hann fekk sær
eitt arbeiðið á einari lokalari
prentsmiðju.
Hann
hevði
næstan
uppgivið eina yrkisleið í
fótbólti,
tá
Nottingham
Forrest bar eyga við hann,
og góvu honum møguleikan
við einari royndarvenjing.
Partarnir
funnu
hvønn
annan, og tað komu hvørki
Nottingham Forrest ella
Viv Anderson at angra. Viv
Anderson gjørdist partur av
tí mest vinnandi liðnum hjá
Nottingham Forrest nakr
antíð, og enn tann dag, er
hann ein spælari, sum
framvegis er høgt í metum
hjá Forrestviðhaldsfólkum.
Viðhaldsfólkin vóru berg
tikin av honum, og í 1997
atkvøddu 97% av fjeppara
num fyri Viv Anderson,
sum tí besta høgra bakki
num hjá Nottingham Forrest
í søgu felagsins.
Í 1984 varð Viv Anderson
seldur
til Arsenal
fyri
222.000 bretsk pund, sum
var nógv fyri ein fótbólts
spælara, tá á døgum. Árini í
Arsenal gjørdist hann ein
sannur lærimeistari, fyri
tann seinni legendariska
Tony Adams. Viðhaldsfólk
ini hjá Arsenal harmaðust,
at hann skifti felag, og fór
til Manchester United í
1987, og gjørdist fyrsti spæl
arin, sum Alex Ferguson
keypti. Barnadreymurin at
sleppa at spæla við Man
chester United, varð loksins
rokkin. Í 1999 fekk Viv
Anderson enska riddara
krossin fyri sínar tænastur
fyri enskan fótbólt.
Í 2003 lat Viv Anderson
upp eina framsýning um
Arthur Wharton, sum var
tann fyrsti litti yrkisspælarin
nakrantíð. Ein heiður frá
einum
undangongumanni
til ein annan.
Fyrsti svarti A-landsliðsspælarin
Viv Anderson gjørdist í 1978 fyrsti
svarti spælarin, sum spældi skrásettan
landsdyst við teimum trimum
leyvunum á bringuni
Real Madrid nýggjan spælara
Spanska stórfelagið hevur keypt ein nýggjan spælara um
vikuskiftið. Lassana Diarra hevur gjørt vart við seg í enska
felagnum Portsmouth, og fleiri stórfeløg hava sýnt 23 ára gamla
fraklendinginum áhuga. Nú er so greitt, at Diarra í januar skiftir til
Real Madrid at spæla. Tað sigst, at Real Madrid skal gjalda
Portsmouth heilar 170 milliónir krónur fyri spælaran.
Stórur áhugi fyri Gebhart
Mest sum helvtin av týsku Bundesliguni liggur fram við at
keypa 19 ára gamla miðvallarspælaran Timo Gebhart. Hann
spælir fyri 1860 Munchen og hevur rættiliga gjørt um seg
seinastu tíðina – ikki minst í EMendaspælinum fyri U19
landslið. Umboðsmaðurin hjá Gebhart sigur, at í løtuni tosar
hann við fleiri feløg, og teir hava fingið tilboð, men enn er
ikki greitt, hvør framtíðin hjá Gebhart verður.