Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 246 - 22. desember 2008 ] Sørvágskvinnurnar eru framvegis langt fremst, men á Kambsdali fekst sjón fyri søgn, at tað ber til at vinna á SÍ Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo SÍ hevur verið partur av fleiri sera tøttum dystum í ár, men hvørja ferð hevur tað eydnast sørvágskvinn­ unum at koppa dystinum til egnan fyrimun. Í øllum før­ um fram til hetta vikuskiftið, tí á Kamsbdali var tað ÍF, sum hevði betra takið. Enn eina ferð vórðu sør­ vágskvinnurnar noyddast út í fimm sett. Tann leiklutin hava tær roynt fleiri ferðir í ár, men nervarnir hjá ÍF vóru í minsta lagi líka sterkir, sum teir vóru tað hjá oddaliðnum, og so var fagnaðurin sjálvandi ovur­ stórur, tá seinasti bólturin varð sligin í gólvið. Hóast tapið, so er SÍ framvegis langt fremst í deildini, og munurin til tey næstu er somikið stórur, at tær framvegis eru púrasta greiðir favorittar at vinna FM­heitið. Í hinum dystinum hetta vikuskiftið vann KÍF trygg­ an sigur á TB, sum fram­ vegis stríðist við at byggja sær eitt nýtt lið upp. Men tann leiklutin hava tey á Tvøroyri roynt somikið ofta, at duga at vísa neyðuga tolnið. Við sigrinum á StÍF skúgvaðu neistamenn strandingar til viks í oddastríðnum, og í løtuni tykjast teir bláu vera eitt sera gott boð upp á annað finaluplássið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at hava hingið væl í oddinum fyrsta fjórðingin av landskappingini, er tað av álvara farið at dragna hjá strandingum. Leygardagin vitjaðu teir hjá Neistanum, og aftur hesa ferð gjørdist talan um tap. Og enntá talan um tap, har StÍF ongan tíð veruliga var í nær námind sigrinum. Neistin var liðið, sum byrjaði dystin betur, og teir hóttu fleiri ferðir við at renna undan gestunum. Fyri steðgin eydnaðist tað tó fleiri ferðir hjá StÍF at svara aftur, men tað gjørdist dekan ov tungt, tá teir bláu við seks málum á rað øktu til 17­10 nakað fyri steðgin. StÍF fekk minkað nakað um aftur, men tá heimaliðið aft­ ur økti í stórum beint eftir steðgin, var krútið púrasta uppi. Í ongamannalandi Hjá Neistanum hevur leik­ liga framgongdin verið stór seinastu dystirnar, og leyg­ ardagurin prógvaði í so máta, at teir skjótt kunnu venda tonkunum móti einum plássi í FM­finaluni. Kanska eru teir ikki einsa­ mallir um at greiða tann spurningin, men í løtuni tykist eingin at standa teim­ um kurl, og ikki vigaði úti­ vøllarsigurin móti H71 her fyri sera nógv í rokn­ skapinum. Hjá strandingum tykist kósin hinvegin vera sett í ongamannaland. StÍF var annars væl við fyrstu nógvu umførini av kappingini, men seinastu vikurnar er nógv mist, og eina mest tykist tað nú vera í steypakappingini, at teir kunnu gera vart við seg. Tað eru teir hinvegin eisini vanir við, so tað kundi væl hent seg, at teir enn eina ferð toppa longu í februar mánaði. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Neistin-StÍF 33-27(17-14): Neistin hevur beina finalukós So koppaði SÍ Flogbóltsúrslit Eik-ligan, kvinnur ÍF-SÍ 3-2 (21-25, 25-12, 25-13, 23-25, 15-10) KÍF-TB 3-0 (25-18, 25-17, 25-18) Eik-ligan, menn ÍF-SÍ 3-1 (25-21, 25-17, 25-27, 25-17) Fleyr-Mjølnir 3-1 (25-19, 23-25, 25-15, 25-21) Neistin-StÍF 33-27 (17-14) 10 min: 6-5 20 min: 10-8 40 min: 24-17 50 min: 27-23 Málskjúttar Neistin: Tróndur Kragesteen 8, Blagoje Buha 7(1), Áki Mørk 6(1), Karl Herup Olsen 4, Finnur Hansson 4, David Edvardsen 2, Bogi Berg 1, Jugoslav Djumic 1 StÍF: Bárður B. Danielsen 7, Rúni Johansen 7, Mortan Hansen 4, André F. Danielsen 4, Alexandur Johansen 2, Bent Djurhuus 1, Hávardur Trýgvason 1, Pauli G. Hansen 1 Brotskøst: Neistin 4, StÍF 1 Útvísingar: StÍF 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Meistararnir úr Neistanum hava veruliga fingið spælið at koyra seinastu umførini. Hesa ferð høvdu teir ikki stórvegis trupulleikar av StÍF Mynd: Álvur Haraldsen Benitez hevði nýrastein Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, var ikki við til dystin ímóti Arsenal um vikuskiftið. Orsøkin var, at Benitez ikki var komin heilt fyri seg aftur eftir eina skurðviðgerð. Benitez hevur havt nýrastein og var lagdur undir skurð í farnu viku. Hjálparvenjarin Sammy Lee hevur havt ábyrgdina av venjingini síðani, og hann leiddi eisini Liverpool undir dystinum ímóti Arsenal í gjár, sum endaði við javnleiki 1­1. City hevur munin á FCK FC Keypmannahavn skal spæla ímóti Manchester City í UEFA Cup. Svenskarin Hans Backe hevur verið venjari í báðum feløgunum, og hann heldur, at City hevur munin á FCK. ­ Tað verður ikki lætt hjá Manchester City, men eg rokni við, at teir fara at keypa spælarar í januar og fara at stilla við einum sera sterkum liði ímóti FCK. City hevur munin við at spæla í heimsins sterkastu fótbóltskapping, sigur Hans Backe.