Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 246 - 22. desember 2008 ] Zlatan er tann besti Venjarin hjá Inter, Jose Mourinho, viðurkennir, at Cristiano Ronaldo varð ein rættvísur vinnari av heitinum sum árins spælari í Europa í 2008, men Mourinho heldur tó, at hann ræður yvir heimsins besta spælara. - Zlatan Ibrahimovic er tann besti spælarin í heiminum. Hann hevur alt, sum ein góður spælari skal hava. Tá eg hugsi um teir bestu, so hugsi um Ibrahimovic, Messi og Kaka, sigur Jose Mourinho. Hughes kennir seg tryggan Tað gongur illa hjá enska felagnum Manchester City, sum hevur so stórar ætlanir. Liðið liggur niðara enda av Premier League, og um vikuskiftið tapti City fyri West Bromwich. Venjarin hjá Manchester City stúrir tó ikki fyri sínum starvi.- Tað hevur nógv tosað um mína framtíð í felagnum, men eigararnir vilja hava, at eg skal standa á odda fyri keypunum í januar. Vit hava framvegis eitt stórt arbeiði eftir at gera í felagnum, sigur Mark Hughes. Chelsea kann við einum sigri í kvøld gera seg til oddalið í Premier League, tá Liverpool ikki fekk meiri enn javnleik í stórdystinum ímóti Arsenal í gjár FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Bólturin liggur beint til høgra beinið hjá Chelsea í kvøld. Við trimum stigum kunnu teir leggja seg eitt stig framum Liverpool, og harvið gerast oddalið í Premier League. Chelsea vitjar eisini í Liv- erpool í kvøld, men mót- støðuliðið er Everton, sum hevur staðið seg hampiliga væl higartil. Tá tað er sagt, so hevur Everton á ongan hátt tølini við sær til dagsins dyst. Av seinastu 20 dystunum lið- anna millum, hevur tað ikki eydnast Everton at vinna ein einasta dyst. Harumframt hevur Everton bara vunnið ein dyst á heimavølli í ár, og tað er verri enn nakað annað lið í Premier League. Omaná tað kemur so tann beiski veruleiki, at Chelsea er tað liðið í bestu ensku fótbólts- deildini, ið við sínum átta sigrum hevur staðið seg best á útivølli í ár. Tískil er lítið ivi um, at Chelsea er favorittur at vinna útidystin móti Ever- ton, og harvið er tað eisini ógvuliga sannlíkt, at odda- liðið í Premier League í kvøld eitur Chelsea. Liverpool snávaði Orsøkin til, at Chelsea nú sit- ur so væl fyri er, at tað ikki eydnaðist Liverpool at fáa fult stigatal hetta umfarið. Sunnudagin snávaðu teir ímóti Arsenal, tá teir bert meg- naðu at spæla javnleik 1-1. Liverpool var vantaði týð- andi fólk til dystin. Millum annað Fernando Torres og Javier Mascherano vóru skaddir, umframt at venjarin Raphael Benitez heldur ikki var kring vøllin, tí hann fyrr í vikuni varð skurðvið- gjørdur fyri nýrastein og ikki var komin seg heilt. Arsenal vantaði eisini týdningarmiklar spælarar, men byrjaði kortini betri, tá Robin van Persie við eini ógvuliga góðari temjing og hørðum skoti legði Arsenal framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Liverpool svaraði aftur stutt fyri hálvleik, tá Robbie Keane rann seg fram til bólt- in, sum Daniel Agger hevði sparkað so langt burtur sum hann megnaði, og smekkaði bóltin upp í nettakið. Hóast kjansir komu ikki fleiri mál í dystinum. Hædd- arpunktið í seinna hálvleiki var, tá Emmanuel Adebayor varð vístur av vølli, tá hann fekk gula kort fyri aðru ferð. Hetta var á leið hálvan tíma fyri leiklok, so Liver- pool var bæði leikliga og manningarliga við yvirvág hesa løtuna, men megnaði ikki at revsa Arsenal. Aston Villa millum tey stóru Javnleikur hjá Arsenal merk- ir, at teir eru trý stig aftanfyri Aston Villa, sum við sínum sigri hálaði seg upp á triðja plássið. Aston Villa basti West Ham, sum seinastu fimm dystirnar bara hevur skotið tvey mál, og higartil í ár hevur West Ham bara skotið eitt mál hvønn dyst. Í gjár raktu teir tó ikki netið hjá mótstøðuliðnum. Hinvegin beindu teir bóltin í egið net stívliga tíggju minuttir fyri síðsta bríksl. James Milner royndi at leggja bóltin innfyri, sum tók í ein mótstøðuleikara so bólturin endaði í netinum. Tað var eisini einasta málið í dystinum, og við sigrinum fór Aston Villa framum Manchester United á stiga- talvuni. Manchester United hevur tó tveir dystir til góðar, og spældi ikki um vikuskiftið orsaka av heimsmeistara- kappingini fyri feløg. Vinn- ur Manchester United hesar dystir, so yvirhála teir Aston Villa og leggja eitt alvorligt trýst á bæði Liverpool og Chelsea í toppinum. Botnurin tødnaði Men tað er ikki bara spenn- ingurin í toppinum. Í skeiva endanum á stigatalvuni, gjørdu tey bæði niðastu lið- ini bart og vunnu sínar dyst- ir. West Bromwich vann 2-1 á Manchester City við mál- um frá Luke Moore og Rom- an Bedner. Tað var tó ikki fyrr enn í yvirtíðini, at sigur- in kom til hølvdar. Beint fyri leiklok javnaði Manchester City við einum merkisverd- um hælara frá Felipe Cai- cedo. Gleðin var tó stokkut, tí løtu seinni skoraði Roman Bedner sigursmálið fyri West Bromwich. Liðið frammanfyri West Bromwich, Blackburn, tók ímóti uppflytarunum Stoke. Hesir vóru so ruddiliga settir uppá pláss, og Blackburn vann 3-0. Benny McCarthy gjørdi tvey mál og Jason Roberts eitt. Harvið øktu teir trýstu á Manchester City, West Ham, Tottenham, Stoke og Middlesbrough, ið eru liðini frammanfyri, og sum øll taptu um vikuskiftið. Harvið ber til at staðfesta, at spenningurin er í toppi og botni, og Premier League hevur ikki verið meiri spenn- andi enn tað sama í fleiri ár. At jólini standa fyri framm- an ger tað ikki verri, tí hesi vísa seg ofta at vera ógvu- liga avgerandi fyri útfalli verður, tá 38 dystir eru spældir. Nú skal Chelsea taka av Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Liverpool 18 11 - 6 - 1 27 12 15 39 2 Chelsea 17 11 - 4 - 2 36 7 29 37 3 Aston Villa 18 10 - 4 - 4 30 20 10 34 4 Man Utd 16 9 - 5 - 2 27 10 17 32 5 Arsenal 18 9 - 4 - 5 30 21 9 31 6 Hull 18 7 - 6 - 5 27 31 -4 27 7 Everton 17 7 - 4 - 6 23 25 -2 25 8 Fulham 17 6 - 6 - 5 16 12 4 24 9 Bolton 18 7 - 2 - 9 22 24 -2 23 10 Portsmouth 18 6 - 5 - 7 20 28 -8 23 11 Wigan 17 6 - 4 - 7 21 20 1 22 12 Newcastle 18 5 - 7 - 6 24 25 -1 22 13 Sunderland 18 6 - 3 - 9 21 26 -5 21 14 Middlesbr. 18 5 - 5 - 8 17 27 -10 20 15 Stoke 18 5 - 5 - 8 17 30 -13 20 16 Tottenham 18 5 - 4 - 9 20 23 -3 19 17 West Ham 18 5 - 4 - 9 18 26 -8 19 18 Man City 18 5 - 3 - 10 31 27 4 18 19 Blackburn 18 4 - 4 - 10 20 34 -14 16 20 WBA 18 4 - 3 - 11 14 33 -19 15 Snávar Chelsea í kvøld, so er tað fyrstu ferð síðani 1996, at Liverpool heldur jól sum oddalið í Premier League Mynd: Polfoto Úrslitini um vikuskiftið: Arsenal - Liverpool 1-1 Newcastle - Tottenham 2-1 West Bromwich - Manchester City 2-1 West Ham - Aston Villa 0-1 Blackburn - Stoke 3-0 Fulham - Middlesbrough 3-0 Bolton - Portsmouth 2-1 Hull - Sunderland 1-4