Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 246 - 22. desember 2008 ] Politiið er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum. Talan er um sjálvstøðug størv við nógvum avbjóðingum. Høvuðsuppgávan hjá løgregluni er í stuttum: · at vera sjónlig og skapa tryggleika, · at fyribyrgja ósemjur og ófrið · at kanna og uppklára · at upplýsa og gera fyribyrgjandi arbeiði Grundarlagið fyri løgregluarbeiðnum er virðingin fyri rættartrygdini. Atlitið til borgaran og samfelagið er altíð í miðdepli- num. Lønin er kappingarfør frá fyrsta degi. Roynd- artíðin er trý ár, eftir tað fært tú fast starv. Møguleiki er fyri rúgvu av serskeiðum og trygdin í starvinum er góð. Møguleiki er eisini at flyta millum deildir og arbeiða ymsastaðni í landinum. Eingi krøv eru um formliga útbúgving ella lívsroyndir. Men tú skalt hava fyritreytir fyri at loysa álagdar uppgávur í samsvari við reglur og virði í samfelagnum og við virðing fyri tí einstaka og rættindum hansara. Vit ynskja eisini eitt hóskiligt býti millum kvinnur og menn. Tú skalt hava fylt 21 ár, hava føroysk- an/danskan heimarætt, hava góða heilsu, vanliga hoyrn og vanliga litsjón, og eisini skalt tú hava koyrikort til persónbil. Umsóknarfreist til upptøkuroyndirnar í vár, er sett til 30. januar 2009. www.politi.fo www.politi.dk www.blivpolitibetjent.dk POLITIIÐ SØKIR EFTIR POLITISTAEVNUM! FØROYA LANDFÚTI Jónas Broncksgøta 17 · Postboks 3018 · 110 Tórshavn · tel 35 14 48 Vidic kann fá CL-leikbann Serbiski verjuspælarin Nemanja Vidic varð vístur av vøllinum, tá ið Manchester United spældi heimsfinalu í Japan um vikuskiftið. Og nú kann útvísingin kosta Vidic leikbann í Champions League dysti. Reglarnar hjá UEFA og FIFA siga, at útvísingar í slíkum dysti kunnu hava við sær, at spælari fær leikbann í eitt nú Champions League. Í ringasta føri kann Vidic fáa leikbann í tríggjar dystir. Ongland hevur góðan kjans Forsetin fyri altjóða fótbóltssambandið FIFA heldur, at Ongland hevur góðar møguleikar at gera vertur fyri HM- endaspælinum í 2018. Roknað verður við, at kappingin verður spæld í Europa, og Ongland kappast við Spania, Russland og Benelux-londini um vertsskapin. - Ongland er ein sterkur kandidatur, tí fótbólturin stendur so sterkur har, men kappingin er opin, sigur Sepp Blatter sambært Sky Sports. 46 ára gamli Evander Holyfield sigur seg framvegis hava vónina um, at hann kann endurvinna HM-heitið í nevaleiki Boksing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við dómaraatkvøðunum 114-114, 116-112, 115-114 vardi russiski Nikolai Val- uev sítt heimmeistaraheiti í tungvektsboksing, tá hann leygarkvøldið boksaðikst móti 46 ára gamla Evander Holyfield Hóast tapið, so er eingin ivi um, at Evander Holyfield prógvaði, at tað framvegis er dugur í boksihandskum hansara. Fyrstu umgangir- nar hevði amerikumaðurin gott tak á russiska risanum, men sum umførini gingu, gjørdust beinini heldur tyngri. Og við fyrimuninum, sum russin hevði í longu ørmunum, gjørdist talan um ein sera krevjandi dyst hjá Holyfield. Sjálvur valdi Valuev eis- ini at gera eitt lítið bukk í virðing fyri Holyfield, tá dysturin var av. Hann hevði dystast móti einum av stóru legendunum í tungvekts- boksing, og hann mátti eisini ásanna, at hóast 44 kilo, 24 sentimetrar og 11 ár í fyrimuni, so noyddist hann at stríðast í samfullar 12 umgangir. Gevur ikki upp Evander Holyfield segði eftir dystin, at hann var vónbrotin. - Eg eri vónbrotin, tí eg helt meg hava gjørt nóg nógv. Og mítt mál er frem- vegis at endurvinna heitið sum heimsmeistari í tung- vekt, segði Evander Holy- field eftir dystin móti russ- isku bamsuni. Og Holyfield var ikki einsamallur um áskoðanina um, at hann var rætti vinn- arin av dystinum. Ivaleyst hava kenslurnar eisini sítt at siga, tá slíkur dystur er á skránni. Men fleiri serfrøð- ingar kring allan heim siga, at talan var um sanna gølu. Soleiðis skrivar boxing. com, at HM-beltið varð rænt frá Holyfield, og flestu aðrir miðlar skriva, at talan var um ein serstakliga linligan dyst, sum fekk eina kontro- versiella dómaraavgerð. SPEKT statsaut. revisorar Correspondent Firm of KPMG International a Swiss Cooperative SPEKT statsaut. revisorar Spf. spekt@spekt.fo, www.spekt.fo Staravegur 17, Postsmoga 3258 110 Tórshavn, Telefon 34 34 34, Telefaks 34 34 35 Heiðavegur 15, Postsmoga 190 600 Saltangará, Telefon 47 44 74, Telefaks 47 44 75 Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Starvið Arbeiðið sum bókhaldari hjá Kvívíkar kommunu fevnir um: s!LLARVANLIGARbóhaldsuppgávur s!VGREI¡SLUAVL’NUM s'JALDINGAVOGNARUM s'ER¡AVROKNSKAPUMATleggja fyri kommunustýrið HV’NNÉRSFJØR¡ING s'ER¡AVÉRSROKNSKAPI s(JÉLPÓSAMBANDIVI¡GER¡AVfíggjarætlan fyri kommununa Talan er um eitt áhugavert og SJÉLVST’¡UGTARBEI¡I 5MS’KJARIN 5MS’KJARINSKAL sHAVAROYNDIRINNANbókhalssyrkið, kunna arbeiða SJÉLVST’¡UGT sHAVAGØ¡SAMSTARVSEVNIOGHAVATELDUF’RLEIKA Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður er álítandi og fyrikomandi. ,’NINVER¡URSETTEFTIRNRRIavtalu. Arbeiðstíð Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til SPEKT, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Umsóknin skal verða SPEKT í hendi skjótast til ber. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Mirjam Haraldsen hjá SPEKT á telefon 23 34 70 ella "’JE#HRISTENSEN BORGARSTJØRAí Kvívíkar kommunu á telefon 21 02 94. Bókhaldari &YRI+VÓVÓKARKOMMUNUS’KJAVITEFTIREINUMBØKHALDARA sum kann byrja sum skjótast. Holyfield gevur ikki upp Evander Holyfield fekk uppfylt dreymin um at gerast heimsins elsti heimsmeistari í tungvekt nakrantíð. Leygardagin tapti hann upp á stig móti russiska risanum, Nikolai Valuev. Men sjálvur sigur Holyfield, at hann ætlar sær at fáa ein nýggjan dyst um HM-beltið Mynd: Polfoto/AP