mánadagur 22. desember 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2008
39
tíðindi
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við kotuni, ið stendur aftan fyri
tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi
at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá
Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri
góðar vinningar
Orka
Orka hevur nøkur ár á baki, sum
verkætlan spældi Orka fløgu sína
inn á eini konsert í einum fjósi
gamlaárskvøld í 2005, og hóast
Orka luttók í sangkappingini í
sambandi við AME í fjør, so er
tað ikki fyrr enn í ár, at fløgan
kom út, og bólkurin byrjaði at
spæla, tí er hann í uppskoti
planeta til besta nýggja bólk ella
einstakling. Tónleikurin er
slóðbrótandi og spældur á
heimagjørd ljóðføri, ið skapa
eina heilt serliga ljóðmynd. Bæði
føroyingar og umheimurin hava
longu varðnast Orku, ið júst hava
verið húsorkestust á
Transmusicales festivalinum í
Rennes í Fraklandi.
Framførslurnar her fingu góða
umrøðu í nógvum fronskum og
bretskum miðlum. Eisini fekk
Orka tilboð um, at spæla á Noise
of Art festivalinum í Royal
Festival Hall í London.
Moby the pink pilot
Teir komu fram í summar, tá teir
spældu á G! Mini. Herfyri vunnu
teir nýggju, árligu
tónleikakappingina FM08. Nú
eru teir tilnevndir til planetina
Ársins Besti Nýggi Bólkur.
Moby the Pink Pilot eru Fróði
Hansen á vokal og trummur,
Bartal Augustinussen á gittara,
Petur Háberg á bass og Mattias
Kapnas á tangentar. Teir spæla
eitt slag av Smashing Pumpkins
inspireraðum garasjurokki og
gera tað væl. Stílurin er
gjøgnumførdur og framúr væl
samanspældur. Bólkurin er
eyðkendur fyri at levera sera
orkuríkar framførslur, ið hava
hugtikið mangan áskoðara
seinastu tíðina, síðani teir
staðfestu sínar tónlistarligu
dygdir á G! Mini fyrr í ár.
Fyrr í hesum mánaðinum
gjørdust teir vinnarar av nýggju
tónleikakappingini FM08, sum
varð hildin í Reinsarínum.
Potentialið er har, og Moby the
Pink Pilot kann gerast eitt navn,
ið vit fara at hoyra nógv til
framyvir.
Lady Fire
Bert nakrar fáar vikur gamal, vann
bólkurin Lady Fire GBOB Føroyar
2008. Í heimsfinaluni gjørdust teir
nr 5, og hetta gevur teimum eitt
pláss millum tilnevningarnar til
planetina sum ársins besti nýggi
bólkur.
Bólkurin er spildurnýggjur, men
manningin er væl kend á føroyska
tónleikapallinum. Lady Fire eru
nevniliga Filip Mortensen á vokal
(The Ghost, The Story Ends),
Heini Martin Niclasen á gittara
(Boys in a Band), Hanus
Andreasen á tangentar (The Story
Ends) og Andreas Dalsgaard á
trummur (The Ghost, The Story
Ends). Við Lady Fire spæla teir
eina víðari útvikling av millum
annað The Story Ends og The
Ghost. Tað er alternativt og indie,
og tað er rokkur.
Við sigrinum á ársins GBOB
kapping í Mentanarhúsinum stað
festu teir seg beinanvegin sum eitt
spennandi, nýtt navn í føroyskum
tónleikahøpi, og teirra 5. pláss í
GBOB heimsfinaluni boðaði bert
frá, at hetta er ein bólkur, ið er
verdur at byggja víðari uppá.
Faroe 5
Faroe 5 er enn eitt verk undan
hondunum á Føroya fremsta
poppsamstarvi, Kára Jacobsen og
Eyðfinni Jensen. Bólkurin var
stovnaður eftir eina
upptøkuroynd, og sniðgivin til
endamálið: at skapa ein
føroyskan gentubólk, við
potentiali at røkka longri enn
føroyska marknaðin. Málið er
møguliga størri enn føroyski
marknaðurin, men fyrstu
fótafetini eru tikin her heima, og
hava verið sera væleydnaði.
Fyrstu stakfløgurnar hava verið
nógv spældar í útvarpinum, og nú
fløgan er komin á marknaðin er
sligið fast, at bólkurin hevur
vanligu popp góðskuna, ið vit
kenna frá Eyðfinni og Kára við
fangandi løgum og frískligum
tekstum. Faroe 5 er fyrsti bólkur
av hesum slag í Føroyum síðan
Poppkorn, ið vunnuð heiðurin
besti nýggi bólkur á allar fyrsta
Planet Awards.
Dánjal
Væl móttikna fløgan The Palace
og eitt sterkt úttrykk, geva Dánjal
á Neystabø eitt greitt pláss á
listanum millum tilnevningarnar
sum ársins besta nýggja bólk ella
einstakling.
Dánjal á Neystabø er ein
eksperimenterandi og avbjóðandi
listamaður, ið er farin at gera
egnan tónleik undir egnum navni.
Hann er ikki heilt nýggjur innan
tónleikin; eftir nógv ár í Tangz og
Ævintýrferðini, fór hann á pall
undir egnum navni á Asfalt í fjør,
men tað er í ár, hann veruliga
hevur tikið seg fram. Fyrr á
árinum bleiv hann framúr væl
móttikin á Nordklang
festivalinum í Sveits, har ein
ummælari hjá sveitsiska blaðnum
Tagblatt skírdi Dánjal at hava
bestu røddina á øllum
festivalinum yvirhøvur.
Hann arbeiðir dúgliga við at
koma fram í eitt nú Danmark og
hevur fingið eitt lið av ógvuliga
dugnaligum tónleikarum afturat
sær, ið saman við honum hava
innspælt væl umrøddu fløguna
The Palace.
Tilnevning besti nýggi bólkur ella einstaklingur:
pla nb1
pla nb2
pla nb3
pla nb4
pla nb5
Tú kanst vera við til at avgera vinnaran