mánadagur 22. desember 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 246 - 22. desember 2008
Ummæli
Eyðun
Andreassen
Evnini at undrast eru serstøk
fyri hitt skapandi menniskjað
Um skaldskapur er at siga frá
síni undran,
eru hesar søgur skaldskapur.
Abbi mín var fyri einum løgnum
tilburði einaferð. Honum dámdi
væl at fleyga fugl, og hendingin
fór fram eitt summar, hann var
fastur maður á einum báti, ið á
góðari ætt róði út undir bjørgini,
har menninir vórðu settir av og
kluvu upp í fleygasessirnar. Har
sótu teir so fyri dagin, til báturin
kom aftur. Ein so stak góðan
morgun vaknaði abbi óvanliga
tíðliga, og sá beinanvegin, at
hetta fór at vera ein frálíkur
fleygadagur undir oynni. Sum
tað leið út á morgunin, kom ein
kensla á hann, at í dag skuldi
hann ikki fara. Kenslan av
ófrættum vaks og gjørdist so
sterk, at hann avgjørdi ikki at
fara. Fyri ikki at noyðast at seta
seg upp í ímóti tilkomnum
monnum, hann var heilt ungur tá,
og skula forklára nakað, rýmdi
hann av bygdini og fjaldi seg
burtur frá húsum. Tá so boðað
varð at fara, var hann ongastaðni
at finna. Tey leitaðu eftir honum
allastaðni, hugsast kundi, men
funnu hann ikki. Í endanum
avgjørdu hinir menninir at fara
undan honum. Tað var liðið
nakað út nú, so skuldi nakað
fáast burtur úr degnum, máttu
teir fara uttan hann. Tað hendi so
tað, at tá teir komu út undir
bjørgini og róðu fram við har, ið
fleygasessurin var, abbi plagdi at
fara í, leyp hann. Eingin ivaðist í,
at høvdu teir farið so betíðs, sum
teir ætlaðu og vóru vanir, hevði
abbi sitið í sessinum, tá hann
leyp.
B
ókin Hin heimurin eftir Petur
Jacob Sigvardsen er eitt savn
av autentiskum søgum sum
henda og mongum øðrum. Hetta
at kenna á sær tað, ið ikki er hent
enn, kallaðu summi at hava eitt
ánilsi, og søgur ið minna um
hesa, eru í bókini. Eitt annað slag
av søgum er um at síggja, hvat ið
skal henda, men ikki er hent. Tá
tosa vit um at síggja í hamferð.
Høvundurin hevur skipað tilfarið
í sjey partar eftir innihaldi. Teir
eru Dreymar, Sjónir, Fyriboðan,
Hamferð, Ófrættaboð, Løgnir
lutir og Løgin ljóð. Innihaldið í
øllum søgunum er tó av slíkum
slag, ið kann kallast
yvirnátúrligt.
Petur Jacob Sigvardsen hevur
tikið søgurnar upp á band, skriv
að tær av og lagað tær til skriv
aðan stíl. At gera hetta krevur tol,
arbeiðssemi, hegni og ikki minst
eitt opið sinni og forvitni. Alt
hetta hevur Petur Jacob. Hann
hevur prógvað tað við teimum
stórverkum, hann higartil hevur
givið út av siðsøguligum tilfari:
Fyrst og fremst verkini Gjáar
søga og Torvið. Hetta seinna
verkið hevur eisini vakt altjóða
áhuga við tí íkasti, tað gevur til
søguna hjá samfeløgunum her
við Atlants strendur, ið eru so lík
á mangan hátt.
Nú er so komið fyrsta bind í
enn einum stórverki. Tilfarið er
so stórt, sigur høvundurin, at vit
kunna vænta okkum fleiri bind.
Tað er gott.
S
øgur um hamferð haldi eg
vera serliga áhugaverdar.
Hetta er ein, ið hann tó ikki
hevur á bandi, men sigur eftir
egnum minni, sum hann hoyrdi
hana frá einum manni í Hvalvík:
“Eg var staddur í eini krógv og
fekk mær upp í leypin av torvi, tá
ið ein skipsmanning kom
gangandi har framvið.
Hetta vóru fremmandir menn,
sum eg ikki kendi. Men millum
teirra gekk ein hvalvíkingur. Eg
visti, at hann skuldi fara til skips
við einum útlendskum skipi.
Eg var, sum vera man, sera illa
við av hesi sjón, læt leypin
standa eftir í krónni og fór
rennandi heim í bygdina at vita,
um hesin bygdarmaður mín
mundi vera farin, tí eg bar ótta
fyri, at fór hann til skips við
hesum skipi, kom hann ikki
livandi aftur.
Jú, maðurin var farin til
Havnar um morgunin, og tá ið
ringt varð suður til Havnar, var
trolarin farin avstað til fiskiskap,
og hann spurdist ongantíð aftur.”
E
g havi sjálvur sum ungur
roynt at “forklára” tað at
síggja í hamferð í eini ritgerð.
Nú haldi eg at alt, eg royndi av
“forkláringum” tá, ikki er annað
enn burturforkláringar. Eitt
kunna vit vera samd um: hetta
eru reellar upplivingar, her
verður ikki logið ella skrøggað.
Og at eg havi roynt meg við
burturforkláringum, sigur mær í
dag bert, at okkurt var, eg ikki
skilti tá.
Eg havi eftirlýst vitan og
gransking um søgur um hamferð
millum granskarar víða hvar,
men eingin veit at siga nakað ella
vísa á nakran, ið hevur arbeitt
við slíkum tilfari. Eg spurdi
enntá frá røðarapallinum á eini
stórari altjóða ráðstevnu í Írlandi
fyri nøkrum árum síðani, um
nakar kundi siga mær slíkar
søgur í øðrum londum, men fekk
einki játtandi svar. Eg fái meg
illa at trúgva, at bert føroyingar
siga hesar søgur.
Í
einum hugvekjandi inngangi
nemur høvundurin við ymiskt í
samband við søgurnar. Har
nevnir hann sjálvsagt tøgnina,
fólkið livdi við, og sum vit í
nútíðini so lítið kenna til. So
sjáldan uppliva. Eg komi at
hugsa eisini um myrkrið. Á
hávetri eru dagarnir so stuttir, og
eftir skýming tíðliga seinnapartin
livdi fólkið í mykri til út á
fyrrapartin dagin eftir. Innandura
bert við eini kolu og eldinum á
fýrstaðnum ella grúgvuni.
Uttanfyri var bølaniða. Tað gevur
stundir og høvi til umhugsan. Og
til samrøðu. Um millum annað
grundleggjandi spurningar, sum
hesar søgur viðgera á sín hátt.
Fólkini, ið siga hesar søgurnar,
hava evnini til at undrast, og
duga at bera sína undran fram.
Eg hugsi mær, at tað krevur eitt
opið sinni og vilja til at sansa
meira enn bert at staðfesta tað, ið
ein veit frammanundan. Tað
krevst ein sannkenning, at vit
vita ikki alt! Og skilja ikki heldur
alt.
H
ar er stórt frásøgukynstur í
hesum munnligu søgunum.
Tað er ikki lætt at flyta talað mál
yvir í skrivað, tí tey eru hvør sín
máti. Tað er skjótt at oyðileggja
eina munnliga frásøgn við ov
stirvnum skriftmáli, og enn verri
kann úrslitið gerast, um ein
roynir at endurgeva munnliga
frásøgn meira og minni orðaraði.
Tað vita øll, ið hava roynt tað.
Petur Jacob hevur havt sera
hepna hond í hesum arbeiðinum.
Søgurnar sita væl, og honum
hevur eydnast at varveita ein
munnligan dám í tekstunum, so
teir hava nakað av tí frískleik
anum, ið eyðkennir góða munn
liga frásøgn.
Eg frøist um málið og frá
søgukynstrið. Bert einføld orð
verða nýtt í hesum ærligu og ekta
frásagnum, men afturfyri eru tey
rokalødd við merkingum úr
sansaðum lívi. Søgurnar á hesum
óuppgjørda máli nema við
áhoyraran og lesaran. Her er ikki
sagt frá á skránaðum máli við
orðum, leitaðum fram úr
fornorðagoymslum, ið verða
standandi sum deyð og óbrúkt
orðabókarorð, sum sløktir vitar,
ið ikki kunna lýsa, tí lívið, tey
vóru partur av, er farið, og ofta
eisini, tí at tey skula vera
umbering fyri ólivað lív hjá
teimum, ið leita tey fram aftur.
Søgurnar í bókini Hin heim
urin eru úr livdum lívi. Petur
Jacob Sigvardsen hevur varliga
latið tær í skriftmálsbúna, men
tíbetur onga roynd gjørt at lána
teimum orð, tær ikki kennast við.
Og tey við tær.
Hin heimurin eftir Petur Jacob
Sigvardsen er eitt djúpt hugtak
andi savn av søgum úr
veruleikanum.
Keypið hesa bókina! Latið
sinnið upp, lesið og undrist!
Lesið og
undrist
Tað er ikki lætt at flyta talað mál yvir í skrivað. Petur Jacob Sigvardsen hevur havt sera hepna hond í hesum
arbeiðinum, so tekstirnir hava nakað av tí frískleikanum, ið eyðkennir góða munnliga frásøgn
Hin heimurin eftir Petur Jacob Sigvard
sen er eitt djúpt hugtakandi savn av
søgum úr veruleikanum og livdum lívi
Frá Stráluni
Vit vilja ynskja øllum eini
gleðilig jól og gott nýggjár.
Stór tøkk øll tit, ið hava hjálpt
og stuðlað okkum 2008
Bestu heilsanir
Strálan