mánadagur 22. desember 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2008
41
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hósdagin 18. desember
andaðist Solveig Olsen úr
Svínoy, 86 ára gomul.
Sostatt er ein afturat farin
av tí ættarliðnum, sum var
við til at menna Svínoynna,
so leingi sum tey orkaðu.
Solveig var ættað úr Hatt
arvík. Mamma hennara
Mia var av Eiði. Hon var
dóttir Siggu og Andrass í
Pállstovu. Vit høvdu eina
frásøgn um tey í røðini í
Miðvikuni
við
Tórhall
Andreassen, son Andrias,
beiggja Miu.
Hesi fólk hava verið
úrmælingar, og hetta kann
serliga sigast um Siggu og
Andrias
og
um
teirra
útróðrarsøgu í Íslandi.
Pápi Solveig var Jóhan
H.Z. Axel Petersen. Tey
fingu tilsamans átta børn,
og tey vóru (Bella) Johan,
Solveig, Elias, Mikkjal,
Malene Fredrikke, Andr
ass, Tróndur og Ada.
Sum elsta systir við so
nógvum systkjum kom Sol
veig at fáa seg roynda. Tað
var áhugavert at hoyra
beiggjan Trónd greiða frá
systrini
í
kapellinum
fríggjadagin, hvussu røsk
Solveig var. Hvør dagur
hevði sínar avbjóðingar, og
Solveig var eitt arbeiðsgrev
uttan mun til hvat arbeiði,
tað snúði seg um.
Tá ið Solveig var vaksin,
fór hon sum vanligt var hjá
ungum fólki av oynni. Hon
fór fyrst á sjúkrahúsið í
Klaksvík at arbeiða, síðan
fór hon til Havnar at tæna.
Men so gekk leiðin norður
eftir aftur, og hon fór til
Svínoyar at hoyggja.
Her kom hon at kenna
Poul Meyer Olsen. Tað
ranna saman teirra millum,
og tey giftust í 1949.
Tað kann vera hildið, at
tað var ikki so stórur munur
á at fara úr Hattarvík til
Svínoyar. Men hetta var
kortini eitt stórt framstig.
Her kann bara hugsast um
torvið. Torv var ikki í
Fugloy. Tí fóru fugloyingar
til Svínoyar at skera torv.
Her skuldu farast við báti,
og við báti skuldi torvið
eisini
førast
aftur
til
Fugloyar.
Hetta var bæði strævið
og ikki sørt vandamikið.
Svínoyingar sluppu nógv
lættari. Teir skuldu “bert”
fara til gongu í torv og eftir
torvinum. Tróndur greiddi
eisini frá tí stóra framstign
um, tá ið teir fingu páhangs
motor og sluppu undan at
rógva. Men hetta mundi
eisini endað galið einaferð
eldur kom í motorin. Hetta
spældi kortini væl av.
Tað kann verða nevnt, at
telefonin kom til Svínoyar
áðrenn hon kom Fugloyar.
Fugloyingar
plagdi
at
rógva til Svínoyar ar ringja!
Hetta var eisini eitt fram
stig, tí annars skuldu teir
róð tann nógv longra teinin
inn í Sund.
Poul Meyer Olsen var
fiskimaður og kokkur stór
an part av síni tíð. Sostatt
hevur Solveig, sum so
mangar aðrar føroyskar
konur, roynt hetta at hava
ábyrgdina av húsi og heimi,
meðan maðurin hevur ver
ið burtur. Hon hoyrir tí eis
ini til tað ættarliðið av før
oyskum konum, sum hevur
borið samfelagið uppi.
Okkara kennskapur stav
ar heilt frá 1979, tá vit
vóru nøkur, sum fóru ein
túr til Svínoyar. Onkur
kendi Ásmund, son teirra.
Og tað endaði við, at vit
øll endaðu uppi hjá teim
um, og blíðskapuin treyt
ikki. Hetta hevur uttan iva
gjørt sítt til, at eg sjálvur
kom at vera fastur árligur
gestur í Svínoy. Ein ferð til
Svínoyar hevði als ikki
verið tað sama, um ein ikki
hevði verið inni á gólvinum
hjá Solveig og Poul Meyer,
har ein altíð hevur kent seg
sum heima. Tað hendi seg
eisini, at eg gisti hjá teim
um, og tá var hjartaligheitin
ikki minni.
Tað kann illa fáast eitt
betri ummæli av henni enn
frá eini verdóttir sum segði:
“Solveig er eitt vælsign
ilsi”.
Tað sama kann sigast um
Poul Meyer sum um Sol
veig. Poul Meyer hevur ver
ið ein serlig kempa. Hann
var tiltikin svimjari, og hev
ur fleiri ferðir við sínum
dirvi, skili og styrki bjargað
mannalívum. Longu sum
17 ára gamal fekk hann
Carnegie heiðursmerkið og
eina hálva ársløn hjá fiski
manni fyri eitt bjargingar
bragd. Hetta var Ásbjørg,
dóttir Hjalmar Hátún, sum
var farin á sjógv, og Poul
fekk bjargað henni. Teirra
millum birtist eitt lívslangt
vinarlag, og hon vitjaði
Poul so seint sum í 2002.
Poul Meyer og Solveig
blivu verandi í Svínoy so
leingi tey orkaðu. Hann var
mentaður maður og fjølg
aði um gamlar siðir. Hann
skar torv longri enn tey fles
tu, og hetta gav ein serligan
hugna inni við torvhita.
Poul Meyer doyði í 2003.
Og seinastu árini hevur
Solveig verið í Klaksvík,
men royndi at gera eitt legg
út til Svínoyar á hvørjum
sumri.
Men nú er Solveig eisini
farin. Hennara seinasti túr
ur gjørdist eisini út til Svín
oyar, og í dag verður hon
jarðað undir liðinum á Poul
Meyer, sum hon livdi sam
an við í 54 ár í einum
eydnuríkum hjúnarlagi.
Børn teirra eru Hanus,
Ásmund, Regin og Marjun.
Solveig og Poul Meyer
vóru eini serlig hjún, sum
mong koma at minnast við
takksemi.
ó.
Til minnis um Solveig í Svínoy
Solveig og Poul Meier
Av misgáum kom rætti
myndateksturin ikki við í
heilsanini til Tórð Holm
fríggjadagin. Vit prenta tí
myndina umaftur við rætta
myndatekstinum
Tórður er her avmyndaður
(t.h. í fremsta rað) í Lerwich
eftir dyst 18. aug., 1959 um
Allan Adam skildrið.
Hinir á myndini eru: ovast
f.v.: Mervin Dimon, TB,
Bergur Eliasen, Kí, Pauli
Nolsøe, TB, Marius J.
Jensen, HB og Arne Nolsøe,
TB. Í miðjuni f.v.:Brynjer
Gregoriussen. HB, Tórbjørn
Djurhuus, TB og Sjúrður
Magnussen, VB.
Fremst f.v. Ludvík, Jóns
son, Kí (pápi Toda), Karl
Isaksen, KÍ og Tórður
Holm, B36.
Landsliðið 1959