mánadagur 22. desember 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 246 - 22. desember 2008
Andlát og jarðarferðir
Kistan við Sjúrður á Kósini fer av Klaksvíkar
Sjúkrahúsi sunnudagin klokkan 16 í Christians
kirkjuna. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
mánadagin klokkan 13.
Andlát og jarðarferðir
Nú er Jens Reinold farin
foldum frá ,bert 64 ára
gamal.
Kom at kenna Jens Rein
old, tá ið systirdótturin og
eg komu saman fyri gott
20 árum síðan.
Møtti Jens Reinold eisini
á Landingarmiðstøðini á
Toftum, tá ið landað var
har og annars til familju
festir.
Jens Reinold var ein sera
fittur persónur og eitt gott
menniskja, hann var altíð
sera blíður, tá ið okur
komu inn hjá teimun báð
um Hanna og honum.
Jens Reinold visti ikki
hvussu blíður hann skuldi
vera, hann hevði altíð okk
urt gott at seta á borðið,
køkur og annað góðgæti til
børnini, Hanni hann sat og
flenti og ordnaði “beiggi
gev teimum okkurt gott”.
Tað var altíð sera hugna
ligt at koma út at vitja til
høgtíðir, og sum prestur
og Poul Færø søgdu, at tað
var so hugnaligt, at koma
innar til teir, reint og ruddi
ligt, serliga til jólar við øll
um jólapyntinum.
Jens Reinold gjørdist
sjúkur fyri tíð síðan, og tá
ið okur vóru har úti og
vitjaðu, sá eg hvussu nógv
hann var afturfarin, hann
var sjúkur og tað var ikki
nakað at takað feil av.
Fyrr í heyst ringdi hann
til mín og spurdi um eg
kundi koma at hjálpa sær
við sjónvarpinum, jú eg
leyp avstað, tá ið eg kom
inn, tá sá eg, at krabbin
hevði fingið fastatøkur á
hesum góða menniskja.
Eg var eftir nátungum í
ár ,og hann spurdi um teir
ikki kundi fáa eitt kók,
hann mungaði so nógv eft
ir einum kóki, jú tað var
gamaní, teir fingu eitt kók.
Tá sigur Jens Reinold, ”ein
havhestaungi er nokk hjá
mær til 4 máltíðir”, tá
tonkti eg, nú er ikki nógv
gott eftir.
Jens Reinold var ikki gift
ur og átti eingi børn, men
hann var sera góður og
fittur við okkara børn, og
øll børn í familjuni, minnið
eftir hann standa sterk.
Tað verður undarligt at
koma inn í heimið á Toft
um, hvar tann yngsti beigg
in ikki er at hitta.
Hanni, Essemi, Mein
hard og Poula hava mist
ein góðan beiggja og ein
góðan vin, tað hava okur
øll gjørt.
Jens Reinold visti sjálvur
hvønn veg tað bar nú, og
vildi bert sleppa foldum
frá, hann bað bróðursonin
leggja streym í gangin, so
at Hanni kundi fáa jólaljós
í gangin, so tað kundi vera
hyggiligt hjá honum á jól
um.
Tá hevur Jens Reinold
vita at hansara ”log” snurr
ar ikki leingið afturat.
Má Harrin styrkja tykk
um syskin við maka í hesu
sváru tíð, nú tit hava mist
ynsgta beiggjan beint und
an jólum, bert 64 ára gam
al.
Við hesum fáðum orðum
fari okur at minnanst Jens
Reynhold Olsen.
Súsanna, Eli og
døturnar
Minningarorð um
Jens Reinold Olsen, Toftir
10. september 1944 - 11. november 2008
Takk
Eg vil hjartaliga ynskja øllum, sum
mintust meg á 70 ára degnum.
Somuleiðis vil eg eisini ynskja vinum
og kenningum eini gleðilig jól og eitt av
Harrans signað nýggjár.
Heilsan
John Oluf Jacobsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri
pápi, verpápi, abbi og bróðir
Jón Símun Jensen
andaðist og var jarðaður.
Takk til Jákup Reinert Hansen, prest, fyri góð orð,
og takk til tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini
og ervið.
Somuleiðis takka vit øllum, sum fylgdu honum til
seinasta hvíldarstaðin.
Fyri tey avvarðandi
Siri
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá
okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma
Mona Haraldsen
andaðist og var jarðað.
Tøkk til Sverra Steinhólm fyri troystarík orð
í kapellinum.
Tøkk til Ingu P. Dam fyri troystarík orð í heiminum
og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og
berarar.Tøkk til tykkum, sum hjálptu
til við jarðarferðini.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Føroya Blindafelag.
Eisini takka vit øllum, sum fylgdu Monu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Tykkum øllum ynskja vit eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Fyri tey avvarðandi
Hallur, Toni, og Birgit
Dagurin
22. november. Cecilia, deyð umleið ár 225. Rómversk
genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur
hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan
mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi
hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum
pínsluváttur. Rómverskt ættarnavn, ið merkir tann
blinda. Nikolai Mohr føddur hendan dagin í 1742
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Takk
Øllum tykkum sum á ymskan hátt
mintust meg á 80 ára degnum,
takki eg hjartaliga.
Samstundis ynski eg tykkum eini gleðilig
jól og Guðs signing í tí nýggja árinum.
Blíðar heilsanir
Solveig Strøm
Tøkk
Vit vilja við hesum takka øllum, sum við
gávum, telegrammum og á annan hátt
gleddu okkum á silvurbrúðleypsdegnum
tann 15.okt. 2008.
Eisini vilja vit takka tykkum øllum, sum
vóru saman við okkum í bygdarhúsinum
í Leirvík og gjørdu dagin ógloymandi fyri
okkum. Harrin signi tykkum øll.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum vælsignað nýggjár við tøkk fyri
alt í brátt farna ári.
Edva og Elibert Jacobsen
nøvn