Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-22, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2008 43 Nýggi sølu- og fram- sýningarbygningurin hjá Reyni Service í Hoyvík varð sýnd­ur fram fyri almenn- inginum fríggjad­agin 19. d­esember Myndir: Álvur Haraldsen Móttøkan byrjaði kl. 13.55 við at Bet You Are William spældu. Eftir tað bjóðaði Eivind av Reyni øllum at vera vælkomin, og kl. 14.30 helt Bjarni Djurholm røðu. Bjarni tosaði m.a. um at Reyni Service er kend sum tann fremsta bilfyritøkan í landinum og hevur verið ein fyrimynd hjá øðrum fyritøkum. Hetta varð alment viðurkent, tá fyri­ tøkan gjørdist Ársins Virki í 2004. Stúgvandi fult av fólki vóru komin til móttøkuna í stásiligu hølunum. Umframt Bet You Are William sungu eisini Laila av Reyni og Linda Andrews. Nýggi bygningurin er gjørdur í samráð við Toyota, eftir tí teir nevna »Retail Concept«, og bygningurin líkist øðrum Toyota bila­ sølum úti í heimi við øllum tí sum har til hoyrir. Framsýningarhøllin er upp á tilsamans 440 fermetr­ ar og eykalutagoymslan er á 200 fermetrum. Pláss er til 10­12 bilar í framsýningarhølinum, sum partvís er tveimum hædd­ um. Í ovaru hæddini er umsiting og fundarhølir. Reyni Service er ein gomul fyritøka, sum tey fyrstu yvir 30 árini helt til í Rættará, og nú hevur fyritøkan verið í Hoyvík 30 ár. Hóast bygningurin í Hoy­ vík fleiri ferðir hevur verið víðkaður, umbygdur og dag­ førdur, er hetta størsta útbygging og nútímansgerð, sum nakrantíð hevur verið gjørd her á staðnum, sigur Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service. mg. Reyni Service - ein fyrimynd­ Mynd: Heðin Weihe Stúgvandi fult av fólki var komið til móttøkuna í nýggja sølu- og fyrisitingarbygningin hjá Reyni Service í Hoyvík Rósing Rasmussen, sum byrjaði at selja Toyota í 1963, var komin úr Runavík Eivind av Reyni bjóðar vælkomin Bjarni Djurholm heldur røðu Árni Øregaard spælir og Laila av Reyni syngur nøvn