Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 247 - 23. desember 2008 Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skal spara yvir 20 milliónir næsta ár, men hon stendur fast við, at tað skal hvørki raka pensjónistar, brekað, børn og ung við trupulleikum ella aðrar veikar bólkar Sparingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Nú noyðast vit at enda- venda hvørjum steini. Rósa Samuelsen, lands- stýriskvinna í almannamál- um, hevur givið sær sjálvari eitt sera tórført nýggjárs- lyfti. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, er tað greitt, at hon má spara einar 33 milliónir á almannaøkinum. Í hesum sambandi hevur Løgtingið samtykt at lækka stuðulin til heilivág til pen- sjónistar, samstundis sum stuðulin til dagtilhaldini fellur burtur og pensjónirnar hækka bara 3% ístaðin fyri 4%. - Hetta gevur eina sparing upp á runt roknað 13 milliónir, men eftir eru so yvir 20 milliónir, sum beinleiðis skulu sparast, sigur Rósa Samuelsen. Men hon hevur sett sær fyri, at allar hesar sparingar- nar skulu setast í verk, uttan at tað skal raka brúkararnar. Hon endurtekur, at hon stendur fast við, at spar- ingarnar skulu hvørki raka pensjónistar, brekað, børn og ung við trupulleikum, ella aðrar veikar bólkar undir almannaverkinum. Endavenda øllum Men hon ásannar, at hetta merkir at tað verður neyðugt at endavenda allari skipanini í almannaverkinum. Hon ætlar eisini so vítt gjørligt at byrgja fyri, at starvsfólk verða søgd upp, men tað kann hon ikki veita trygd fyri. - So tað er ongin ivi um, at vit hava eitt arbeiði fyri framman og tað fara vit undir beint eftir nýggjár, staðfestir hon. Hon sigur, at sostatt fer hon beinanvegin eftir nýggjar at gjøgnumganga øll øki í almannaverkinum fyri at vita, hvar tað ber til at spara Tað merkir so, at tað uttan iva fer at vera neyðugt at biðja fíggjarmálaráðið um loyvi til at flyta pening ímillum ymisk øki í almannaverkinum. Og alt, sum upp á nakran kann sparast burtur, verður spart burtur. - Tað er nógvur peningur, sum skal finnast, men eg fari at finna teir í almanna- verkinum. Ber tað yvirhøvur til at spara so nógv, uttan at tað fer at raka brúkaran? - Tað verðið er rætt og slætt noydd til. Beint nú hevur hon ikki nakað ítøkiligt boð upp á, hvar sparingar verða settar í verk. Tað verður tann stóra uppgávan eftir nýggjár. Men hon staðfestir, at eitt tað fyrsta, sum allarhelst verður skorið burtur, er alt, sum eitur skeiðvirksemi og eftirútbúgvingar skorið burtur, uttan tað, sum hevur heilt avgjørdan týdning fyri at tað skal bera til at arbeiða. Hon fer eisini at kanna eftir um tað ikki ber til at leggja ymiskt virksemi saman, uttan at tað rakar brúkaran. - Vit hava eisini sett okkum fyri at lagt stovnar saman og tað verður eitt mál, sum vit fara at taka upp beinanvegin. Ein máti kann vera at hava felags leiðslur fyri fleiri stovnar og hon er sannførd um, at hetta fer ikki at raka brúkararnar. Samstundis er greitt, at allar nýggjar verkætlanir verða verða lagdar á ís. Eitt nú verkætlanir til endur- venjing. Tað dettur helst nið- urfyri, men kanska eydnast eisini at finna pening til tað. - Skal nakar møguleiki verða at seta nýtt virksemið ígongd, skal fíggingin finnast innanfyri karmarnar, sum eru og tað merkir, at eg fari at royna at spara uppaftur meiri enn tær 20 milliónirnar fyri at vita um tað ikki eisini ber til at fara undir nýggj tiltøk, sigur landsstýriskvinnan. Her kann talan um endurvenjing av eldri og øðrum, sum ikki eru á sjúkrahúsi. Ongin sendast av landinum Í løgtinginum staðfesti tú, at tað allarhelst fer at vera neyðugt at niðurleggja fleiri stovnspláss til børn og ung við trupulleikum og at senda tey á stovn í Danmark ístaðin? - Ja, men eg ætli mær at syrgja fyri, at so ikki verður. Eg ætli mær at varðveita tey stovnspláss, sum eru í Føroyum, men tilboðini verða kanska øðrvísi við samanleggingum og øðrum umleggingum, enn tey hava verð. Rósa Samuelsen sigur, at tað er eisini nógv dýrari at senda børn og ung á stovn í Danmark, tí tað kann kosta ímillum 200.000 krónur, upp í tvær milliónir um árið at senda børn og ung við trupulleikum á stovn í Danmark, tað veldst alt um, hvussu støðan er. - So í veruleikanum er tað ein eykaútreiðsla at senda børn og ung við trupulleikum av landinum. Tað er eisini greitt, at tú skalt spara 10 milliónir til vanliga forsorg? - Ja, men her er fyri ein stóran part talan um lógarbundnar útreiðslur og eg havi givið samgonguni boð um, at tað uttan iva verður neyðugt við eini eykajáttan. - Men verður neyðugt at biðja um eykajáttan, skal tað verða áðrenn pengarnir eru brúktir. Eg fari ikki at brúka pengar, sum eg ikki havi fingið játtan til, leggur hon dent á. Men tá ið tað ber til at spara so nógv, uttan at tað rakar brúkaran, er hetta so ikki sparingar, sum áttu at verðið settar í verk kortini? - Sjálvandi og eg havi eisini sjálv hugsað um nógv- ar av hesum sparingunum, áðrenn fíggjarlógin varð samtykt og tað fer hon so í holt við eftir nýggjárunum. Tey veiku sleppa undan sparingum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur givið sær sjálvari eitt alvorligt nýggjárslyfti og tað er, at hon skal spara minst 20 milliónir á almannaøkinum, uttan at tilboðini til tey veikastu í samfelagnum, skulu versna Ongin kunning á Krambatanga Kunningarstovan á Krambatanga hevur verið opin, tá Smyril er komin og farin, og har hevur borið til hjá ferðafólki at venda sær við spurningum. Strandferðslan hevur higartil goldið helvtina av tí, sum tað hevur kostað og ætlanin var so, at allar kommunurnar í Suðuroy skuldu rinda hina helvtina. Men tað var bara Tvøroyrar Kommuna, sum vildi betala og sostatt hava Strandferðslan og Tvøroyrar Kommuna hingið upp á hvør sína helvt av lønini hjá teimum, sum hava mannað kunningardiskin. Men nú hevur Strandferðslan boðað frá, at hon er ikki sinnað at halda fram við hesi skipan og at hon heldur uppat at betala frá á nýggjárinum. Og á fundi á Tvøroyri fyrr í vikuni, samtykti býráðið einmælt eisini at halda uppat at gjalda.