týsdagur 23. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
Tíðindaskriv frá Atlantic Airways
Tað er við stórari sorg, vit kunngera, at flogfar okkara av slagnum
BAe 146 OY-CRG Flight no: RC 670, hevur verið fyri tí vanlukku at
koyra út av breytini á flogvøllinum í Stord.
Vanlukkan hendi kl. 07.35 lokala tíð 10. oktober 2006.
Níggju ferðafólk og trý, sum mannaðu flogfarið, eru sloppin frá
vanlukkuni við lívinum.
Fyrr í gjár upplýsti norska løgreglan, at trý fólk høvdu látið lív í
vanlukkuni, og at ein ferðamaður var horvin. Nú váttar norska
løgreglan, at eitt fólk aftrat er funnið í brenda flogfarinum. Sostatt
hevur vanlukkan kravt fýra mannalív.
Tey, ið lótu lív, vóru:
Gudrun Hervør Joensen, 41 ár, Bø
Martin Charles Evertsen, 25 ár, Stavanger
Jarle Reime, 33 ár, Sandnes
Per Olaf Skjæveland, 33 ár, Sandnes
Við flogfarinum vóru 12 ferðafólk, og manningin taldi 4.
Av teim 12 ferðafólkunum vóru:
11 norðmenn
1 útlendingur
Manningin taldi tríggjar føroyingar og ein dana.....
10
– Tú sært eitt sindur troytt út. Heldur
tú, vit fara at klára hendan túrin?
Gudrun lítur spyrjandi upp á ungu
flogternuna, sum hon hevur tvætlað
við á veg umborð. Tær standa í
skotinum heilt frammi við úthurðina,
sum tær baksaðu aftur fyri løtu síðani.
– Mann tað ikki fara at ganga,
flennir Maibritt, meðan hon hampar
sær búnan og smoyggir høgu skógv-
arnar á smáu nylonsokkaføturnar.
Hóast tær bara hava sovið í
einar fimm tímar síðan midnátt, er
lagið gott. Tær smyrja sær varrastift
og tosa um, hvat tær skulu gera, tá
tær koma til Stavanger aftur. Serliga
Gudrun gleðir seg, tí hon ætlar at
keypa jólaklæðir til synirnar, tá tær
koma fram.
Enn skutla tær sær í bølaniðu
norsku oktoberkuldanum, og fegnast
um, at túrurin bara er ein skjótur
leigutúrur við arbeiðsmonnum, sum
skulu til Molde. Tí sleppa tær undan
at stákast við mati og drekka til
ferðafólkini.
Á bróstinum hongur ein ljósagul
plasttelefon, ein lítil spegil og eitt
uppsligið setur til flogternuna at sita
á undir fráferð og lending.
Tær fara hvør til sítt; Maibritt aftur
í rong at sita við úthurðina, og
Gudrun her frammi á setrinum.
Fýra lótu lív
Fýra persónar doyðu og seks fingu
skaða, tá leiguflogfarið hjá Atlantic
Airways fór út av lendingarbreytini
á Stord í Noregi 10. oktober
2006. Flogfarið hjá føroyska flog-
felagnum var á veg úr Stavanger til
Molde norðan fyri Bergen, tá tað
millumlendi í privata flogvøllinum í
Stord, einar 40 kilometrar sunnan
fyri Bergen. Hóast pláss var fyri 83
ferðafólkum, vóru bert 16 við á
túrinum til Molde. Harav 12
arbeiðsmenn frá Aker-Kværner
Rogaland, á veg til Ormin Langa
verkætlanina við Molde, umframt
føroysku manningina: tvær flog-
ternur, stýrimaðurin og flogskiparin.
Droymdi um at flúgva
– Alt tað eg kann minnast, havi eg
verið hugtikin av øllum, sum hevur við
flogfør og flogferðslu at gera. Hetta
við at ferðast millum lond og at hitta
nógv ymisk fólk í einari spennandi
vinnu. Tá eg var liðug við student, var
eg púra vís í, at eg vildi flúgva. So eg
kimaði Bergtóru (leiðandi flogternan
hjá Atlantsflogi, red.) niður og júkaði
um at sleppa at royna meg sum
flogternu, sigur 23 ára gamla Maibritt
Magnussen, nú, tvey ár aftaná
vanlukkuna, sum millum annað kostaði
41 ára gomlu føroysku flogternuni
Gudrun H. Joensen úr Bø lívið.
Leypa út í logandi eldhavið
Flogfarið ger klárt at lenda. Hand-
an hálvveggin aftast í flogfarinum
situr Maibritt føstspent á lítla setri-
num. Hon hevur verið einsamøll í
einar 20 minuttir og hevur hug at
ótolnast. Vil fram til Gudruna at
práta.
Maibritt hevur bert verið flogterna
í fimm mánaðir, meðan Gudrun
hevur flogið við Atlantsflogi 14 ár.
Hetta er fyrstu ferð Maibritt flýgur
upp á Stord, so hon veit ikki, hvussu
lendingin eigur at vera, og dugur
heldur ikki at ímynda sær lands-
lagið uttanfyri. Tí letst hon í fyrsta
umfari ikki um vón, tá flogfarið við
nógvari ferð setir seg nakað
harðliga á vøllin.
Men tá hon hoyrir ein harðan
brest og sær partar av tekjuni og
gólvinum skrædna, veit hon, at
okkurt álvarsligt er áfatt. Við øgi-
ligari ferð skreiðir flogfarið oman
eftir einum bratta, og tekur stór trø
og grót við á vegnum.
Undir Maibritt brotnar setrið av,
og knappliga liggur hon við vang-
anum inni móti úthurðini, meðan
hon stríðist við sleppa úr trygdar-
beltinum. Samstundis verður alt ein
hurlivasi inni í kabinuni. Ljósið
sløknar og smáu neyðlyktirnar
bleiktra í myrkrinum. Eldur og
svartur roykur kemur bóltandi
aftureftir og breiðir seg sum ein
hvirluvindur, sum festir í alt.. stólar,
vindeygu, veggir, hendur, klæði,
kroppar, og so hesin øtiligi gang-
urin frá motorunum, sum enn buldrar
úti í vetrarmyrkrinum. Trygdarregl-
urnar frá útbúgvingartíðini standa
klárar í minninum enn. Tí hugsar
hon rættiliga klárt, kemur upp á
føtur og rópar ferðafólkini til sín á
øllum møguligum málum, meðan
hon trilvar seg fram til stóra
handtakið á hurðini. Næst henni
standa nakrir mans og tøva, og
yvirav stríðast aðrir til fánýtis við at
fáa hina hurðina upp. Eina løtu
bíðar hon eftir, at flogskiparin skal
rópa “evakuer”, men tá ongi boð
koma, tekur hon eina skjóta avgerð
og gloppar hurðini. Men hon fæst
illa upp, tí logandi brennievni
stendur í einum spræni frá motor-
vindinum beint ímóti hurðini.
Kabinan er farin av um tvøran og
fyllist við svørtum royki, eldurin
spríkir og festir í alt, sum fyri er.
Menninir rópa, so har er bara eitt
at gera: upp við hurðini og út við
ferðafólkunum. Trúliga stendur
Maibritt og heldur skil á, meðan
átta mans leypa út í logandi
eldhavið, har teir lenda einar 2-3
metrar niðri í skógarbotninum.
Maibritt veit, at øll ferðafólkini eru
ikki her afturi, men tá hon ikki hoyrir
mannamál longri frammi í kabinuni,
er hon sannførd um, at Gudrun
hevur fingið síni fólk út gjøgnum
fremru hurðina. Í einum brøkparti av
einum sekundi hugsar hon, at nú er
hon púra einsamøll umborð á
einum brennandi flogfari; tekur dik
á seg og leypur út í brennandi
skógarmyrkrið. Høgu skógvarnir sita
fastir í vátu moldini og detta av. Tá
hon, saman við einum umleið 30
ára gomlum norðmanni, fer burtur
frá flogfarinum, vendir hon við aftur
eftir skónum, tí hon fær ikki runnið
berføtt fyri hvøssum steinum, vrak-
pettum og spískum greinum. Longur
uppi á høvdini heldur hon seg
síggja Gudruna saman við nøkrum
ferðafólkum, og tær veittra til hvørja
aðra. Tá lætnar um hjartað, tí tey
eru komin so væl undan. Um sama
mundið lænir hon eina fartelefon, at
ringja til mammuna. Tað einasta
hon fær sagt er, at ein vanlukka er
hend, og at flogfarið brennur.
Maibritt og norðmaðurin halda
til beins oman gjøgnum brattan,
heilt oman til sjóvarmálan, har ein
lítil alibátur nærkast landi. Tey
leypa nakrar metrar út í vatnið, og
verða síðan drigin umborð av
tveimum monnum. Teir fara alt fyri
eitt undir at køla stóra brunasárið á
bakinum og nakkanum hjá Maibritt
niður, við at lata seg úr hosunum,
væta tær við køldum vatni og
leggja á sárið. Nústani varnast
Maibritt, at hon er komin til skaða,
og at hon hevur nógva pínu í
rygginum. Á landi bíða sjúkrabilar,
Nr. 196 • mikudagur • 11. oktober 2006 • 80. árgangur • Kr. 13,00
Greinar og nógvar myn
Fýra síður u
ungdómsfótbó
Ítróttur, síða 21-2
21 ára gamla flogternan Maibritt
Magnussen úr Oyndarfirði var ein
sonn hetja undir flogvanlukkuni í
gjár. Maibritt var stødd aftarlaga í
flogfarinum, og fekk hon níggju mans
út, áðrenn hon sjálv leyp.
Maibritt
er hetjan
Bjargaði níggju monnum