týsdagur 23. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 247 - 23. desember 2008
Pensjónistar ringa jólagávu
Ein vánalig jólagáva til pensjónistarnar. Tað staðfestir Kommunusamskipan Føroya, KSF,
nú Løgtingið hevur samtykt at strikað stuðulin úr landskassanum til dagtilhaldini kring
landið. Endamálið við hesum er at spara fýra milliónir í almennum útreiðslum.
Samstundis væntaði samgongan, at kommunurnar skulu átaka sær at fíggja dagtilhaldini.
KSF átalar harðliga, at løgtingið áleggur kommununum nýggjar útreiðslur, uttan nakra
fráboðan ella samráðing yvirhøvur. Í tíðindaskrivi staðfestir KSF, at fíggjarætlanirnar hjá
kommununum vórðu samtyktar og latnar landsstýrinum farna mánaðarskifti. - Avleiðingin
er, at kommunurnar onga trygd kunnu veita fyri, at dagtilhaldini eru opin eftir nýggjár,
men helst verða nøkur tilhald stongd, tí eingin fígging er til taks, sigur felagið.
- Sagt hevur verið,
at vindmegin í hvirl-
unum lá um einar 50
metrar um sekundið,
men eg haldi, at hetta
forslær einki í mun
til tað, vit upplivdu
her norðuri. Tað
ráddi snøgt sagt um
at leggja seg niður,
tá hvirlurnar komu,
sigur Magni Garðalíð,
sum eigur bátin
Viljan, ið sleit og rak á
land í Syðradali
Ódn
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Beint fyri middagsleitið í
gjár fekk báturin hjá Magna
Garðalíð og konuni Hanne-
Beth á Húsum stóran skaða
í havnini í Syðradali.
Glastrevjabáturin Viljin,
sum er 43 føtur langur, sleit
heilar seks endar, tá ógvus-
lig hvirla skræddi hann leys-
an og førdi hann yvir í grót-
kastið við ferjuleguna.
Magni og Hanne-Beth
hava felagið Viljin Tours og
báturin, sum er keyptur í
2005, verður brúktur til at
sigla við ferðafólki.
- Tað var eingin uppgang-
ur í Syðradali í gjár, men
hvirlurnar, sum komu suður
ígjøgnum
Kalsoyarfjørð,
vóru rættiliga ógvusligar.
Magni sigur, at allur fjørð-
urin var í einari hvirlu,
hvørja ferð hesar komu – og
tær vóru títtar.
- Sagt hevur verið, at
vindmegin í hvirlunum lá
um einar 50 metrar um sek-
undið, men eg haldi, at
hetta forslær einki í mun til
tað, vit upplivdu her norð-
uri. Tað ráddi snøgt sagt um
at leggja seg niður, tá hvirl-
urnar komu, sigur hann.
Stórur skaði
Viljin fekk rættiliga stóran
skaða og lak illa, har hann
lá og slongdist í grótkast-
inum.
- Tað er serliga aftari part-
ur niðanfyri vatnlinjuna,
sum hevur fingið skaða,
men fleiri smærri hol eru
eisini á síðuni.
Magni sigur, at kjølur,
skrokkur, skrúva, róður og
aksil hava fingið skaða.
- Vit fingu bátin úr grót-
kastinum og yvir aftur til
bryggjuna. Báturin hevur
tveir motorar, sum eru 310
HK hvør. Ein mekanisk
pumpa, sum pumpar eini
30 tons um tíman, stendur
til henda motorin, men hon
var minni enn so nóg mikið
til at halda bátinum lens.
Ziska kom okkum til hjálp-
ar, og Brimil kom eisini á
staðið. Tað vóru tvær pump-
ur úr Ziska, sum saman við
pumpuni í Viljanum hildu
bátinum lens.
Eftir at støðan var undir
eftirliti, varð báturin fluttur
og lagdur yvir í Ánir, har
ein truckur tók hann upp.
Magni Garðalíð sigur, at
Viljin er tryggjaður, og
hann vónar, at tryggingin
fer at dekka skaðan, sum
helst verður rættiliga kostn-
aðarmikil.
- Eg kundi hugsað mær,
at báturin verður umvældur
á Strondum, men tað fari eg
at tosa við tryggingina um,
sigur bátaeigarin á Húsum.
Sleit seks endar og rak á land
Ferðamannabáturin Viljin liggur og sleingist upp í
grótkastinum í Syðradali, har hann fekk stóran skaða
- Vit hava tørv á ein-
um etiskum ráði, ið
kann taka spurningar
upp, sum viðkoma
borgaranum mótvegis
peningastovnunum.
Hetta er ikki minst
galdandi í tíðum, tá
tað sansar at. Pen-
ingastovnarnir eiga
ikki at sleppa við at
ráðgeva fólki út á
sjógv – og síðan lata
hurðarnar aftur,
sigur Jan Højgaard,
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Ráðgeving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í blaðnum fríggjadagin segði
formaðurin í Føroya Fiski-
mannafelag, at verður næsta
ár verri hjá hansara limum
enn árið í ár, so verður púra
galið, sum hann tók til.
- Hetta árið er eitt heldur
vánaligt ár, og fiskimenn
eins og aðrir løntakarar eru
frustreraðir yvir gongdina.
Vit merkja væl, at støðan í
landinum er ring. Nógv fólk
eru í neyð. Tey fáa ikki end-
arnar at røkka og spyrja,
hvat tey skulu gera, sigur for-
maðurin hjá fiskimonnum.
Fatal ráðgeving
Jan Højgaard heldur, at
tann ráðgeving, sum fólk,
ið hava sett búgv seinnu
árini hava fingið, er fatal,
sum hann tekur til.
- Fólk eru ráðgivin út á
sjógv, og nú tað sansar at
fíggjarliga, stendur ikki væl
til hjá vanligum verkafólki
og fiskimonnum kring um
landið, sigur hann.
Formaðurin í Fiskimanna-
felagnum vísir á, at síðan
peningastovnarnir fóru at
geva hesi stóru lánini, sum
vóru við til at trýsta prísin á
sethúsum upp ígjøgnum, er
rentan hækkað, samstundis
sum oljan hevur verið dýr
– og prísirnir á matvørum
hava verið so høgir sum
ongantíð áður.
- Fyri bert stuttari tíð síð-
an bar næstan alt til, men í
dag hava peningastovnarnir
langað lokið á kassan, og
fólk mugu bara klára seg
sum frægast.
Etiskt ráð
Jan sigur, at nú so vanligt er
at seta ”merki” á hetta og
hatta fyri sínar dygdir, skuldu
peningastovnarnir
eisini
verið merktir og bólkaðir –
sum góðir ella minni góðir.
- Vit hava tørv á einum
etiskum ráði, ið kann taka
slíkar spurningar upp, sum
viðkoma borgaranum mót-
vegis eitt nú peningastovnun-
um. Hetta er ikki minst gald-
andi í tíðum, tá tað sansar at.
Hann vísir á, at onkur
hevur grøn ráð, og onkur
hevur burðardygg ráð.
- Peningastovnarnir eiga
ikki at sleppa við at ráðgeva
fólki út á sjógv og síðan
lata hurðarnar aftur – júst,
sum um teir einki hava við
viðkomandi at gera meira.
Jan sigur, at soleiðis, sum
hann hoyrir vanligar borg-
arar tosa, er ikki líkt til, at
peningastovnarnir
taka
hædd fyri mannalagnum.
- Teir vilja hava sínar peng-
ar – uttan mun til, hvussu
teirra ráðgeving hevur verið
og uttan mun til umstøðurnar
hjá fólki annars. Peninga-
stovnarnir áttu tískil at verið
bólkaðir,
eisini
etiskt,
soleiðis at fólk hava ein betri
førleika at vita, hvør tað er,
tey samstarva við, leggur
hann aftrat.
Hava sína skuld
Formaðurin í Fiskimanna-
felagnum vísir eisini til ein
fund á Hotel Føroyum fyri
eini tíð síðan, har eitt nú
Jørn Astrup Hansen nam
við leiklutin hjá peninga-
stovnunum.
- Táverandi formaðurin í
búskaparráðnum og fyrr-
verandi bankastjórin segði,
at bankarnir hava sína skuld
í íkomnu støðuni í samfel-
agnum. Hesum kunnu teir
ikki leypa frá.
Jan Højgaard fýlist eisini
á danska fíggjareftirlitið,
sum hann heldur ikki hevur
virkað nóg væl.
Bankar ráðgeva út á sjógv
Formaðurin í
Fiskimannafelagnum, Jan
Højgaard, langar nú út eftir
peningastovnunum
Mynd: Vilmund Jacobsen