týsdagur 23. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
11
og tey verða koyrd á sjúkrahús við
hvør sínum bili.
Út av lendingarbreytini
Eygnavitni fortelja fyri norskum og
føroyskum miðlum, at innflúgvingin
og lendingin sá vanlig út, men at
flogfarið ikki steðgaði, tá ið tað
skuldi. Tí fór tað útav lendingar
breytini, gleið einar 150 metrar
oman av skógarklædda brattanum
og varð liggjandi á síðuni, áleið
60 metrar frá sjóvarmálanum. Fá
sekund seinni sóu fólk logar av eldi
og svørtum royki standa upp úr
skóginum, upp móti himmalinum.
Hví hon og ikki eg?
– Størsti skelkurin var at fáa deyðs
boðini um Gudruna á sjúkrahúsin
um. Eg breyt fullkomiliga saman, tí
eg helt meg veruliga hava sæð
hana uttan fyri flogfarið. Men tað
kann eg ikki hava gjørt, tí hon var
funnin heilt har frammi í flogfarinum,
har hon helst hevur roynt at fingið
hurðina upp.
Í langa tíð droymdi eg um van
lukkuna hvørja einastu nátt. Vaknaði
av marrudreymum, har eg var mitt í
øllum aftur. Eisini var eg illa fyri
sálarliga og krógvaði meg fyri fólki.
Hevði ilt við at gleðast um lívið og
saman við vinunum; kendi bara
meiningsloysi við øllum og var beisk
móti Atlantsflogi. Serliga brigslaði
eg mær sjálvari, at tað ikki var eg,
sum lat lív, men Gudrun, tí hon átti
børn.
Føroyska hetjan
Dagin eftir vanlukkuna eru bæði
Føroyar og Noregi í skelki. Miðlar
nir eru á tremur við frágreiðingum
frá eygnavitnum, løgreglu, sløkkiliði,
havaríkommisjón og umboðum fyri
føroyska flogfelagið, sum eisini fær
av at vita, tí norðmenn longu
frammanundan hava sátt iva um
trygdina hjá lítla føroyska felagnum.
Høvuðssøgan, sum prýðir for
síðurnar á størstu bløðunum hendan
dagin er tó bragdið hjá 21 ára
gomlu flogternuni Maibritt Magnus
sen, sum setti sítt egna lív í vága
fyri at bjarga ferðafólkunum út,
áðrenn hon sjálv leyp.
Tveir mánaðir seinni verður hon
tikin fram í nýggjársrøðuni hjá
norska forsætisráðharranum, Jens
Stoltenberg, og eisini verður hon,
saman við Gudrun, útnevnd til
ársins føroying av Dimmalætting.
Luttók á minningarhaldi
Maibritt er innløgd á Landssjúkra
húsið í tveir mánaðir og fær eisini
nakrar samrøður við sálarfrøðingar.
Aftan á drúgvu sjúkraleguna byrjar
hon spakuliga í gamla starvinum
sum flogterna. Fyrst bara nakrar
smáar túrar sum ferðafólk, men
seinni eisini sum flogterna.
Á eitt ára degnum fyri flogvan
lukkuna luttekur hon, saman við
umboðum fyri Atlantic Airwais,
norskar myndugleikar og tey
avvarðandi, í minningarhaldi á
flogvøllinum við Stord. Tá er hon
somikið kedd, at hon minnist lítið
frá degnum.
Á tvey ára degnum í oktober í ár
fer hon enn einaferð til flogvøllin,
har hon leggur eina rósu til minnis
um Gudruna. Hesaferð klárar
Maibritt at luttaka á jøvnum føti við
hini.
Lagnan vildi tað so, at um sama
mundið fluttu Maibritt til Noregs at
búgva. Har býr hon nú, og flýgur
ikki longur við Atlantsflogi.
Flogvanlukkan við Stord er ikki
liðugt kannað enn. Birger A. Bull,
stjóri í Statens Havarikommisjon,
segði so seint sum í september í ár
við Stavanger Aftenblad, at enn er
langt á mál, tí vraklutirnir eldfórust
so illa. Tó hevur ein fyribils
kanning staðfest, at orsøkin til
vanlukkuna var, at flapsarnir á
veingjunum fóru ikki út, sum teir
áttu. Hetta hevði við sær, at ferðin
tók ikki av, tá flogfarið skuldi seta
seg. Tí fór tað útav lend
ingarbreytini og oman av brattan
um. Eisini vísti kanningin, at van
lukkan gjørdist ógvusligari enn
neyðugt, tí brennievnið frá
tangunum lak inn í kabinuna
gjøgnum rívur skrokkinum.
Fái ongantíð svar
Dreyminum um at flúgva hevur
Maibritt ongantíð slept. Eitt nú
dugur hon væl at ímynda sær, at
hon einaferð í framtíðini sleppur at
flúgva einum flogfari sjálv sum
flogskipari.
– Aftan á fleiri mánaðir kom eg til
ta niðurstøðu, at eg sjálv mátti taka
ábyrgd fyri at koma víðari. Nú
stríðist eg ikki við vanlukkuna hvønn
dag. Kanska bara annanhvønn.
Men eg blívi við at spyrja meg
sjálva, hví tað skuldi enda soleiðis.
Serliga við Gudrun. Men eg eri
komin fram til, at eg ongantíð fái
svar upp á hendan spurningin. Tí
vanlukkan við Stord var onki minni
enn fullkomið meiningsloysi.
_____________________________
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Ársins
føroyingur
2006
Dimmalætting útnevnir
ársins føroying. Í dóms
nevndini sita Edmund Joen
sen, løgtingsformaður, Jóan
Pauli Joesen, rektari á Fróð
skaparsetri Føroya, Heðin
Mortensen, ÍSFforseti, og
Oddfríður Marni Jacobsen,
formaður LISA. Heiðurin fer
til tveir persónar, og í grund
gevingini verður sagt: »Fyri
dirvi og serstakt trúfesti við
sínum arbeiði, tá ið
flogvanlukkan var á Stord
10. oktober 2006, verða
flogternurnar Maibritt
Magnussen og Gudrun
Hervør Joensen kosnar sum
ársins føroyingar 2006«.
Maibritt Magnussen og
maður Gudruna, Oddmar
Gudmundsen, taka ímóti
heiðrinum á hátíðarhaldi.