Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 247 - 23. desember 2008 Statstrygdin, ið danski staturin hevur sett, og sum eisini umfatar før­ oyskar bankar, ger, at føroysku peninga­ stovnarnir standa ógvuliga sterkir í fíggjarkreppuni. Tað søgdu Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, og Bjarni Olsen, stjóri í Eik, við Rás2 fríggjadagin FÍGGJARKREPPA Leo Poulsen, Sosialurin leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen, Rás2 karim@sosialurin.fo Janus Petersen vísir aftur, at talan verður um eina lán­ tøku upp á 10 milliardir komandi fimm árini, og hann heldur tí, at yvirskriftin í Sosialinum í síðstu viku var villleiðandi. ­ Vit hava lánt pengar sum er, og teir eru farnir til at fíggja føroyska samfelag­ ið, til húsarhald, bústaðar­ bygging og so framvegis. Ein partur av hesum verður fíggjaður við innlánum og ein partur við lántøku, sigur Janus Petersen, stjóri í Før­ oya Banka. Hann sigur, at hesi lánini eru tikin, og at tey loypandi verða endurfíggjað. ­ Hetta er ikki nakað, sum ávirkar samfelagið, men nakað, sum bankarnir avgreiða sínámillum. So eg haldi ikki, at føroyingar skulu taka tað, sum hoyrir til bankarnar, við í kjakið, sigur Janus Petersen. Tann meiri áhugaverdi parturin, heldur banka­ stjórin, er at fáa búskapin at virka væl soleiðis, at bankar kunnu hava álit á at fíggja føroyingar frameftir. Eisini Bjarni Olsen held­ ur, at einki nýtt er í hesum. ­ Vit eru í somu støðu sum eitt og hvørt annað samfelag. Vit hava ein endurfíggingartørv, og tað er einki øðrvísi enn tað er aðrastaðni, sigur Bjarni Olsen. Hann vísir á, at talan er um eina alheims fíggjar­ kreppu, sum hevur merkt, at peningafloymurin steðgar upp. ­ Men vit hava syrgt fyri, at okkara likviditetur er sera góður, og vit hava ikki tann trupulleikan, sum fólk kanska halda. Men tað er av stórum týdningi, at fólk inn­ an búskaparheimin seta seg saman og tosa um tingini og gera okkum greitt, hvus­ su vit kunnu smyrja okkara skipan sum best, sigur Bjarni Olsen. Trupulleikin er smyrsli, tí skipanin er løst fast, og tað er ikki talan um nakað serføroyskt fyribrigdi, men um ein altjóða trupulleika. Føroyar væl fyri Bjarni Olsen sigur, at talan partvís er um alheims pen­ ingarenslið, men ikki bara tað. ­ Talan er eisini um, at tað almenna hevur hópin í likviditeti plaseraðan uttan­ lands, og hví skulu vit tað, tá støðan er so fastløst sum hon er, spyr Bjarni Olsen. Eisini Janus Petersen vísir á tað øvugta í, at fokus verður sett á at føroyingar skylda 10 milliardir burtur. ­ Í veruleikanum eru Før­ oyar eitt tað landið, sum er best fyri í so máta, og vit skylda netto einki til útheimin, og hava faktisk eina nettoáogn. So í veru­ leikanum er tað útheimurin, sum skyldar til okkum, sig­ ur Janus Petersen. So støðan er hon, at gaman í skylda vit nógvar pengar, men onnur skylda okkum meir, og enntá lik­ vidar ognir. ­ Bara fyri at taka eitt dømi, so hava pensjóns­ fondar 7 milliardir stand­ andi í obligatiónum uttan­ lands, samstundis, sum bankar hava lánt fimm milliardir til Føroya. So tað vil siga, at í veruleikanum kundu føroyskir pensjóns­ grunnar fíggjað tað føroys­ ka peningakervið sjálvir, um tað var ynskiligt, sigur Janus Petersen. Hann sigur, at tað er júst hetta, flestu lond gera, so tað er altíð ein møguleiki, at ein størri partur av fígg­ ingini hendir her heima. Góða rating Spurdir, hvussu stórar upp­ hæddir, bankarnir hava fyri neyðini at endurfíggja kom­ andi ár, segði Bjarni Olsen seg ikki hava talið í høvd­ inum, men Janus Petersen hinvegin kendi tørvin hjá Føroya Banka. ­ Tann upphædd, vit skulu hava endurfíggjaða í 2009, er 300 milliónir, og tað er jú eitt ógvuliga lítið tal tá samanborið verður við okkara javna, sum er 10 milliardir. Og lat meg leggja aftrat, at við teimum hjálp­ ar­ og trygdarpakkum, har danski staturin veðheldur fyri øllum innlánum og øll­ um lánum hjá bankum, so hava bankarnir – her ímill­ um eisini teir føroysku bankarnir – statstrygd. Og so seint sum í síðstu viku kom ein analysa frá Moody’s yvir innlán og lán­ tøku, sum gevur donskum bankum AAA­rating, sum er hægsta rating yvirhøvur, sigur Janus Petersen. Og hendan rating er eisini galdandi fyri føroyskar bankar, sambært banka­ stjórunum, í trygdartíðini, sum er tvey ár. Og tað verð­ ur longu tosað um at leingja hetta tíðarskeiðið. ­ Tað er sannlíkt, at hetta trygdar tíðarskeiðið verður longt, so eg haldi ikki at vit skulu fokusera alt for nógv upp á gjaldføristørvin hjá bankunum. Sjálvandi er tað eitt av teimum tingunum, vit skulu hava loyst upp á longri sikt, men upp á stutt sikt hava vit eina rímiliga avkláraða góða støðu. Upp á longri sikt skulu bankarnir finna eina loysn á støðuni, men tað hava vit eisini góða tíð til, sigur Janus Petersen. Kreppuráð Eisini Eik hevur tørv á endurtrygging av lánum innan fyri eitt 2­3 ára skeið. ­ Tað er nakað, vit loyp­ andi arbeiða við, men tað er heldur ikki nakað, vit síggja sum nakran stóran trupul­ leika, tvørturímóti. Vit hava ein rættiliga góðan likvidi­ tet, sigur Bjarni Olsen. Hann sigur, at neyðugt er alla tíðina at arbeiða við endurfígging, og sum fíggjarliga støðan er í heim­ inum í dag, er tað eitt týdn­ ingarmikið punkt at hava fokus á og at arbeiða við. ­ Og tí er tað av týdningi, at vit seta okkum saman, tí í veruleikanum er tað ein samfelags trupulleiki, vit tosa um. Og eg kann leggja aftrat, at Dansk Industri hevur skotið upp, at tað verður sett á stovn eitt kreppuráð, har tað almenna og vinnulívið analysera støðuna, og koma við ítøki­ ligum uppskotum til loysnir og avleiðingar, tí tað er so, at heimurin skrúvar seg niðureftir í eina meiri og meiri fastlæsta støðu. So tað er av týdningi, at vit koma við loysnum um, hvussu vit hjálpa okkum sjálvur, sigur Bjarni Olsen. ­ Og har er tann góða søg­ an, at vit skylda ongar peng­ ar netto uttanlands, so vit hava møguleikan at seta okkum niður og finna út av tí upp á longri sikt. Upp á styttri sikt er alt í fínasta lagi, tí vit hava hesa stats­ trygdina, so vit hava góða tíð at finna loysnirnar, og vit hava møguleikarnar, sum skulu til, sigur Janus Petersen. Bankarnir likvidir Eisini álitið millum bankar­ nar er við at koma upp á rættkjøl aftur. ­ Tann statstrygdin, sum er sett, loysir jú í veru­ leikanum tann trupulleikan, sjálvt um aðrir trupulleikar eru inni í myndini. Eitt nú kapitaliseringin, sum ger tað neyðugt hjá bankunum at minka um útlánið, men tað er nakað arbeitt verður við í tí nýggja trygdar­ pakkanum, so tað kemur helst ein loysn upp á tað eisini, sigur Bjarni Olsen. Ein annar spurningur er so eisini, hvussu rentustøðið fer at verða komandi tíð­ ina. ­ Tað, sum hoyrist, er, at vit standa yvir fyri eini lækkandi rentu, og tjóð­ bankin hevur júst lækka sína rentu hálvt stig, og tað er einki at ivast í, at føroysku bankarnir fara at fylgja eftir tjóðbankanum, sigur Bjarni Olsen. Hann vísir tó á, at umstøðurnar eru óvissar, og at eingin hevur fingurin so á pulsinum, at tey vita, hvat hendir um tríggjar mán­ aðir ella um trý ár. Upp á spurningin um hvørt bankarnir mest sum eru givnir at veita lán, sigur Bjarni Olsen: ­ Vit eru ikki givnir at veita lán. Vit nýta júst sama lánipolitikk sum vit hava gjørt. Tað, sum umsøkjarar kanska uppliva er, at vit vurdera støðuna, sum hon er í dag. So sjálvt um tú kom til okkara fyri einum ári síðani og fekk rímiliga lætt lán, so meta vit støðuna, sum hon er í dag. So um ein sunn fyritøka við einum góðum eginpeningi kemur og biður um lán, so er eing­ in trupulleiki við at veita tað. Men tað eru ikki bert krøvini til eginpening, sum er herd. ­ Tað verður eisini hugt at burðardygdini í verkæt­ lanini, sum er neyðug, og eru útlitini minni góð, so vil tað viðføra, at tað verður lánt minni út. Tað er ikki bara tí, at lánsveitararnir viðgerða sakirnar, men eisi­ ni tí at íleggjararnir halda seg aftur, sigur Janus Peter­ sen. Hann sigur, at eftir­ spurningurin eftir lánum er munandi minkaður, og at tað verður sett nógv minni í verk í dag enn fyrr. Til døm­ is innan byggivinnuna. ­ So eg vænti eitt munandi fall í útlánum komandi tíðina, og tað kemst millum annað av, at tað eru gjørdar nógvar íløgur, og tørvurin á íløgum er ikki so stórur í dag, sigur Janus Petersen. Báðir siga við Rás2, at vantandi likviditetur ikki er ein trupulleiki hjá bankun­ um, og at teir fegnir lána út til sunnar og burðardyggar verkætlanir. Føroyskir bankar krútsterkir Bjarni Olsen, stjóri í Eik, og Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, vóru gestir í Rásarúminum hjá Kára Mikkelsen Mynd: Álvur Haraldsen Kári hóttur við burturvísing Løgtingsformaðurin heldur, at Kári á Rógvi, tingmaður, vísti so sømiligan atburð á ting­ fundinum fríggjadagin, at hann slapp ikki at gera røðu sína lidna, og hann varð eisini hóttur við at verða burturvístur úr tingsalinum. Tilburðurin fór fram seinnapartin fríggja­ dagin, táið Løgtingið legði síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár. Orðaskiftið var eitt sindur heitt viðhvørt, men tá ið Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum, kallaði tingmenn atkvøðuneyt, talaði formaðurin at. Tað fekk kortini ikki tingmannin at vanda sær stórvegis um orðini, tí hann helt fyri, at sitandi formaður, sum var John Johannessen, megnaði ikki sína uppgávu frægari enn kúgv í stiga. Hetta fekk tingformannin at taka orðið frá Kára á Rógvi við eini ávaring um, at hann var í vanda fyri at vera burturvístur úr tingsalinum. John Johannessen sigur, at tað var í fullum samráð við restina av formansskapinum og fyrisitingini í Løgtinginu, at hann tók hetta stigið.