Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 247 - 23. desember 2008 Fjósið í Havnadali er besta staðið í Føroyum heldur, Linda Hesselberg, almennur ákæri, sum ikki gloymir at hugna um sínar hestar á jólum Jólahugni Jan Müller Anna V. Ellingsgaard Rás2/Sosialurin Stóri áhugin hjá almenna ákæranum Lindu Hessel­ berg fyri hestum er ikki vorðin minni, eftir at hon flutti til Føroyar fyri sjey árum síðani. Tí er Fjósið úti í Havnadali eisini staðið, har tað er mest sannlíkt at finna Lindu, tá hon hevur frí. Leygardagin var ein ser­ lig løta úti í Fjósinum, tá kendi reiðmaðurin Axel Hansen fylti 85 ár. Henni líkt, nýtti Linda eina løtu aftaná at sópa undan sínum rossum, meðan Rás2 fekk orðið á hana til eitt prát um hestar, jólahøgtíðina, føroy­ ingar og ikki minst hennara størsta nýggjársynski. Saknar familjuna ­ Fjósið her úti í Havnadali er besta staðið í Føroyum. Tað er so deiliga avstress­ andi at koma her út og kemba hestunum og bara sleppa at vera privatpersón­ urin Linda. Tað er okkurt heilt serligt vit samveruni millum fólk her úti ­ tað merkir tú ikki minst ein sovorðnan dag, har so nógv eru komin at heilsa uppá Axel, sigur Linda, sum ikki letur seg stressa av, at jólini eru í hondum. Heima hjá Lindu fara tey at halda eini heilt traditionel jól, har tey fara at eta føroyska gás, sum Linda steikir bæði væl og leingi. ­ Eini 5 tímar í ovninum við 115 stigum, skal hon hava, so verður hon bæði moyr og saftig. Omaná fáa vit ris a la mande, sum eg geri eftir eini gamlari uppskrift, har kókaða rísið skal hvíla undir dýnuni. Og helst má eitt sindur leypa av, tí fyrsta jóladag skal eg hava ris a la mande við kirsuberjsós til morgunmat, sigur Linda við einum avgjørdum smíli. Hóast hon gleðir seg til høgtíðina er tað altíð við eitt sindur av blandaðum kenslum at Linda heldur jól í Føroyum ­ Jólini eru jú stóra familjuhøgtíðin, og tí eru jólini eisini tann tíðin, har eg haldi tað verða truplast at vera í Føroyum, tí mín nærmasta famija er í Danmark. Tað hjálpir sjálv­ andi at tosa í telefon við tey, og so havi eg tíbetur so nógva annað at gleðast um her í Føroyum, sigur Linda, sum heldur tað vera serliga deiligt at síggja gleðina í eygunum á børnunum í familjuni á jólum. Varnir føroyingar Sum heild trívist Linda Hesselberg sera væl í Før­ oyum. Serliga væl dámar henni sermerkta sambandið, sum føroyingar tykjast at hava við hvønn annan og sínar felags søgur ­ Sum tildømis nú her á føðingardegnum hjá Axel, har tey fortelja søgur um ríðitúrar í 1960'unum. Her eitt minni um felags søgur, sum veruliga hugtekur meg. Kanska tí eg sjálv komi frá eini familju, har felags minnið ikki gongur so langt aftur. Hesa nærveruna millum fólk upplivir tú stórt sæð ikki í Danmark longur ­ kanska burtursæð í onkrari lítlari bygd úti á landinum, sigur Linda, sum eisini her heldur seg síggja stórsta munin millum føroyingar og danskarar. ­ Nú skal man ansa eftir ikki at generalisera, men føroyingar hava eitt heilt natúrilig samband við fam­ ilju, og vinarbondini ganga ofta langt aftur. Til dømis veit eg, at nógvar kvinnur ganga í bindiklubba við tær, sum tær gingu í fólkaskúla saman við. Tað skapar ein samanhang í lívinum hjá fólki, sum tú ikki rættiliga sært í Danmark uppá sama máta, sigur Linda, sum ikki hevur havt stórvegis trupulleikar við blíva partur av føroyska samfelagnum. ­ Í fyrstuni kendist tað sum, at føroyingar eru sera opnir uppá ein lukkaðan máta, soleiðs at skilja, at fólk eru øgiliga fitt og vin­ arlig, men geva fatan av, at tey ikki hava brúk fyri nýggjum vinum. Og eg skilji teir væl, tí nógvir dan­ ir steðga bara í Føroyum í eini tvey ár. Føroyingar vilja líka síggja teg an, og tað eg eisini í fínasta lagi. Eg eri eisni farin at síggja danskarar, sum koma her, eitt sindur an fyrst. Hin­ vegin, hevur tú fyrst víst teg sum ein sannan vin, so lata føroyingar teg eisini koma inn. Barn í nýggjársgávu Linda Hesselberg var ikki heilt liðug at keypa jóla­ gávur hendan dagin, Rás2 fekk orðið á hana. Men gávuna til hestarnar Miu og Hippie er hon ikki í iva um. Tí sjálvandi gevur Linda sær altíð stundir til at fara út í Fjósið jólaaftan við einum góðum bita. ­ Teir fáa gularøtur og eina stóra portión av Irish Mash, sum er eitt slag av fóðuri, sum hestum dáma serliga væl. Og so hava teir bæði ljós og tónleik her úti, so teir skulu nokk fáa tað hugnaligt, sigur Linda, sum sjálv ynskir sær ein nýggjan saðil í jólagávu. Og skuldi tað hent, at hon ikki fær saðilin, er tað eisini at liva við, tí Linda væntar sær nevniliga gávuna yvir teimum øllum í 2009. ­ 2009 verður nokk besta árið eg kann ynskja mær, tí tá fáa vit okkara barn, sum vit skulu ættleiða úr Eti­ opien. Tað er nýggjársgáv­ an, eg ynski mær allarmest, sigur Linda Hesselberg við einum stórum smíli. Linda slappar av í fjósinum Linda Hesselberg, almennur ákæri, saman við sínum hesti Hippie, sum hevur fingið sítt navn, tí hann er so sera hárfagur Eik lækkar afftur rentu Bæði inn­ og útlánsrentur í Eik verða nú aftur lækkaðar, eftir at Tjóðbankin hevur lækkað leiðandi rentuna. Men sum áður lækkar rentan á innláni meir enn á útláni. Men sum herfyri, so lækka innlánsrenturnar meir enn útlánsrenturnar. Tað merkir, at sokallaði rentumarginalurin ­ munurin millum innláns­ og útlánsrenturnar ­ hækkar, og harvið trygggjar Eik sær størri rentuinntøkur. Flestu útlánsrentur lækka 0,25 prosentstig, og flestu innlánsrentur lækka 0,50 prosentstig. Hetta merkir millum annað, at rentan á 1. veðrættarlánum kemur niður á 6,75 prosent um árið. Realkredittlán verða ikki ávirkað av hesi rentulækking, og rentutillagingarlán eru framvegis bíligari enn 1. veðrættarlán. Rentulækkingin fær gildi tann 2. januar 2009. Seinasta rentubroyting í Eik var hósdagin 11. desember 2008.