týsdagur 23. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
14
Søgan endaði tó í øllum góðum;
sølumaðurin koyrdi norður til Leir
víkar, og tær sendu bøkurnar yvirum
við Ternuni. Allir bókahandlar fingu
bøkurnar, og tríggjar vikur seinni
máttu tær taka støðu til, um bókin
skuldi endurprentast. Tað bleiv hon
– ikki minni enn tvær ferðir.
Tvey’arin var somuleiðis best
seljari, og nú, eina góða viku fyri
jól, vístu tølini frá bókasølunum, at
nýggja bókin »Søtt og leskiligt«
eisini var eina bátslongd framman
fyri hinar bøkurnar.
So hóast tær aldri hava tikist við
bókaútgávu áður, eru tær sostatt
trífaldir bestseljarar.
Gamal dreymur
– At geva eina kókibók út, var ein
gamal dreymur, ið vit báðar høvdu
gingið leingi við, greiðir Johanna
frá. – Vit hava jú báðar fingst við
mat leingi og hava drúgvar útbúgv
ingar innan matgerð.
Tá tær so hittust á Húsarhalds
skúlanum í 1994, byrjaðu tær í
spølni at tosa um at gera álvara av
dreyminum saman. Men ikki fyrr
enn í 2003 tóku tær avgerð um, at
nú skuldi tað vera.
Tær samdust skjótt um hvat tær
ætlaðu sær. Tað skuldi vera ein
kókibók við soltnum uppskriftum.
Ráðvørurnar skuldu vera slíkar, sum
vanligar føroyskar familjur eiga inni,
soleiðis, at fólk úr Sumba og á
Viðareiði eisini kundu gera matin.
Og so skuldi maturin fylgja norður
lendsku tilmælunum um samanseting
av feitti, proteinum og kolvætu.
– Vit ringdu so til Jastrid Gullak
sen, sum er grafiskur designari og
bóðu hana hjálpa okkum við
uppseting, myndum o.t. Og tá hon
nakrar dagar seinni vísti okkum,
hvat hon ímyndaði sær, vóru vit
púra seldar. Tað var júst so, vit
hugsaðu okkum bókina, greiða tær
báðar frá.
Jastrid sigur, at hon ikki var í iva,
tá hon var biðin. – Eg helt tað vera
ordiliga stuttligt at fara undir eina
bók, tí tað hevði eg ikki roynt áður.
Tað er øðrvísi enn at gera reklamur
og tílíkt. Ein kókibók verður stand
andi á hillini í áravís, og verður
aftur og aftur tikin fram, tí eru
krøvini til kókibøkur heilt serlig, vísir
Jastrid á.
Roknistykki gekk upp
Uppskriftum høvdu tær nóg mikið
av, men stóra arbeiðið var at rokna
alt út, soleiðis at innihaldið sam
svaraði við norðurlendsku tilmælini.
– Tað var eitt grúviligt manerér av
teimum, minnist Jastrid. – Hvørjaferð
tær broyttu eina uppskrift eitt lítið
vet, mátti alt roknast umaftur, fyri at
fáa tað at passa. So tær sótu í
dagavís og roknaðu og roknaðu,
greiðir hon smílandi frá.
– Og so, tá allar uppskriftirnar
endiliga vóru lidnar, komu vit í
tankar um, at vit ikki høvdu nakað
til diabetikarar. Og so tóku vit allar
kakurnar út aftur og gjørdu nýggjar
diabetesuppskriftir. Vit bakaðu í
dagavís og broyttu uppskriftirnar
aftur og aftur, fyri at fáa kakurnar at
smakka væl og hvørjaferð vit
broyttu, roknaðu vit uppá lívið fyri
at lúka tilmælini, minnist Jóhanna
flennandi.
Drúgv rættlesing
Av tí at tær í 2003 aldri høvdu fing
ist við bókaútgávu áður, hugsaðu
tær ikki so nógv um, hvussu
tíðarkrevjandi tað fór at verða.
Eitt, sum serliga kom óvart á tær,
var, hvussu langa tíð rættlesingin
tók.
– Vit vildu hava, at tað skuldi
vera gott, føroyskt mál, men tað
mátti ikki vera torskilt. Og tað er
altso ikki bara sum at siga tað, tí
nógvir av hesum klóku
málmonnunum, hava kanska ikki so
nógv orð innan matgerð, vísir
Elisabeth á.
– Tað vóru nógvir spurningar.
Skal ”kiwi” stavast við v ella w.
Hvussu skal ”lasagna” stavast á
føroyskum? Og hvussu eitur ”en
knivspids” á røttum føroyskum máli?
Vit hava vent hvørjum orði, og
rættlesingin var uttan iva tann
parturin, sum tók nógv longst tíð av
øllum arbeiðnum, staðfestir
Jóhanna.
Jastrid brýtur av og sigur, at hon
at enda var noydd at steðga
teimum. – Tær hildu alla tíðina, at
tað kundi gerast eitt sindur betri.
Men um bókin skuldi koma út til
tíðina, so mátti endaligt punktum
setast onkuntíð.
Myndirnar – ein søga
fyri seg
Tá tosið fellur á myndatøkuna, er
aftur ein øgiligur látur. Tað var eitt
sirkus, sum tær slett ikki høvdu gjørt
sær tankar um áðrenn.
– Eg hevði teknað og planlagt
hvørja mynd niður í minsta smálut.
Eg hevði lænt eitt ótal av stellum og
tallerkum, og hevði tráðspurt tær
báðar um uppskriftirnar, um lit og
stødd á mati og kakum, fyri at
kunna planleggja, greiðir Jastrid
frá. – Og tær flentu illa at mínum
tekningum. Eg visti jú ikki hvussu
maturin sá út. Eg hevði einki annað
at halda meg til, enn teirra
forkláringar, minnist hon.
Eftir var so bara at taka myndir
nar. Fotografarnir Per á Hædd og
Finnur Justinussen komu tí norður til
Klakvíkar at taka myndir av matin
um. Men tað var ikki barabara, tí í
2003 vóru ongar digitalar myndir,
og tað var eingin undirsjóvartunnil.
So teir tóku myndir og sendu tær
yvirum við Ternuni so hvørt. Í Havn
sat ein maður og framkallaði, og
sendi myndirnar norður aftur til
góðkenningar. Og maturin mátti
goymast sum reyðagull í kulda
skápinum, um nú ein av myndunum
var mislukkað.
– Ja, tað var munur á, nú vit
gjørdu hesa seinastu bókina. Nú
sóu vit myndirnar á telduni so hvørt,
so tí var ikki neyðugt at skunda sær
til Havnar. So nú fluttu teir bara
norð ímeðan myndatøkan fór fram,
og tað var ikki so roksut, tað heila,
flennir Jóhanna.
Sóu málið – ikki vegin
Allar tríggjar eru á einum máli um,
at tað er ótrúliga strævið at fáast
við slíkar bókaútgávur. Tær hava tó
havt eyguni fest á málið, og hava tí
ikki hugsað so nógv um strævna
vegin. Men sæð í bakspeglið hava
tað verið ótalligar svøvnleysar nætur
og nógv hart arbeiði.
– Tað hevur tó eisini verið ótrúliga
stuttligt, og hóast tað mangan hevur
staðið á, so er tað aldrin follið eitt
øvugt orð ímillum okkum, sigur
Jóhanna.
– Vit hóska eisini so væl saman
og styðja hvørja aðra væl, leggur
Elisabeth afturat.
Tá tær verða spurdar um hvat tað
er, sum ger júst teirra bøkur til
bestseljarar, gongur ein løta áðrenn
svarið kemur.
– Vit hava jú lagt ótrúliga stóra
orku í hesar bøkurnar. Og hóast tað
eru fleiri føroyskar kókibøkur, so eru
ongar, ið eru júst sum hesar. Og
tær hava kanska manglað, heldur
Jóhanna.
– Vit hava eisini fingið sera
góðan kritikk fyri bæði uppskriftir,
uppseting og myndir. So tað er
kanska ikki av tilvild, at tær selja
Johanna á Tjaldrafløtti
og Elisabeth Akursmørk:
Trífaldir bestseljarar
– Tá fyrsta bókin kom til landið, høvdu vit eina
stóra móttøku. Men mitt í allari gleðini ringdi
ein bókasølumaður í Havn, og vildi hava
bøkur at selja. Vit hugdu uppá hvørja aðra og
at bóka-stáplunum, sum stóðu har á gólvinum.
Vit høvdu als ikki hugsað um, hvussu bøkurnar
skuldu koma út um landið, greiða Jóhanna og
Elisabeth flennandi frá