Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 247 - 23. desember 2008 Sambært báðum á forsíðuni á skemt 2008, kemur tað ikki óvart á, at teir eru har. Løg­maður feg­nast hinveg­in, at hann so ofta ikki sleppur upp í part skemt 2008 Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Eg kundi gitt, at lásamálið fór at enda á forsíðuni, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Hann er ikki í iva um, at tekningarnar hjá Óla eru millum bestu politisku við- merkingarnar í Føroyum. Høgni Hoydal metir hin- vegin, at Óli kanska er í so lítið loysingarsinnaður, men flennir at háttinum Óli tekn- ar hann. - Hann fangaði nokk so skjótt, at oyrini hjá mær ganga úteftir onkra aðra- staðni enn hjá summum. Hann teknar meg eitt sindur sum ein av Dalton brøðrun- um og eg skemti mær øgi- ligt við bókini. Eg verði eisini næstan fornermaður, um eg ikki verði teknaður, tí so geri eg ov lítið, greiðir Høgni Hoydal frá. Sigur alt við strikum Kaj Leo Johannesen metir, at tekningarnar hjá Óla greina politiska landslagið minst líka væl, sum langar greinar, ella annar tíðinda- flutningur ger. - Hann hevur nøkur serlig evni at lýsa eina støðu, sum onnur mugu nýta langar greinar til, sigur Kaj Leo Johannesen. Báðir á forsíðuni eru samdir, men Jóannes Eides- gaard fer eitt sindur longur og metir, at Óli er á einum altjóða støðið, við sínum tekningum. - Tað manglar veruliga eitt íkast, tá Óli er i feriu, metir Jóannes Eidesgaard. Í tí føri metir Høgni Hoydal, at mann skuldi havt fleiri, ið kunnu skemta við politis- ku støðuni í Føroyum. Ikki nakar loysingarmaður Forsíðufigurarnir, hurða- menninir báðir, eru á einum málið um, at Óli Petersen ikki er nakar loysingar- maður. - Óli hevur nokk ongantíð dult, at hann ikki er so fegin um nakað loysingarprojekt, flennir Jóannes Eidesgaard. - Hann er kanska nokk so einsíðugur tá tað handlar um loysingina, og tá er mann ikki altíð samdur, fyri at siga tað pent, men eg havi ongantíð verið forner- maður inn á hann, greiðir Høgni Hoydal frá. Sloppin væl Sum eitt slag av konsekvensi av forsíðuni í Skemt 2008 gjørdist Kaj Leo Johannesen løgmaður. Hann er á ein hátt fegin um, at hann ikki er teknaður so nógv. - Tað er kanska okkurt við symmitriini í andliti- num, flennir løgmaður. Hin- vegin er hann ikki so fegin um eina ávísa tekning, har hann sær rættiliga arrogan- tur út. Stuttlig bók Teir eru allir triggir á einum málið um, at bøkurnar eru øgiliga stuttligar og lýsa árið, ið er fari heilt væl. - Allir politikarar lesa helst blaðið ígjøgnum, fyri at síggja, hvussu teir eru teknaðir og hvørja støðu teir eru komnir í gjøgnum árið, metir Kaj Leo Johanne- sen, løgmaður. Fríggjadagin var Óli Petersen runt, sum ein annar jólamaður, og gav vanligu offrunum hjá sær Skemt 2008. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, dámar væl forsíðuna. Mynd: Jan Müller Offrini skemta sær Mailar heldur enn børn Amerikanskir sálarfrøðingar hava nú kunngjørt eina kanning um, hvussu eydnurík foreldur eru, tá tey eru saman við børnum sínum. Niðurstøðan er, at foreldur generelt eru meiri eydnurík, tá tey eta, venja, keypa, hyggja í sjónvarp ella lesa mailar. Fyri nógv foreldur kann eydnan av at vera saman við børnunum javntsetast við reingerð ella aðrar húsligar uppgávur. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fekk sjálvandi eisini eitt eintak, hóast hann ikki er tann mest teknaði. Mynd: Jan Müller