týsdagur 23. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
væl. Tað liggur sanniliga eisini
nógv hart arbeiði aftanfyri allar
tríggjar bøkurnar, leggur Elisabeth
afturat.
Heilsugott ella søtt?
Spurdar um tað ikki er ein andsøgn
at koma við eini køkubók eftir allan
tann heilsugóða matin, svarar
Johanna avgjørd.
– Nei, tað haldi eg ikki. Vit hava
báðar undirvíst í heilsugóðum mati í
nógv ár, og vit hava altíð lagt dent
á, at tað saktans kann vera munur
á gerandismati og veitslumati. Og
tað var eingin slík kakubók í Føroy
um, tá vit fóru undir ”Søtt og
leskiligt”.
– Nú kom Oddvør so eisini við
eini kakubók, júst tá vit komu við
okkara. Men bøkurnar eru so
ymiskar, at man gott kann ogna sær
báðar, vísir Elisabeth á.
– Eg var ein av teimum fyrstu at
keypa hennara bók, og hon er
eisini fantastiska góð, staðfestir
Jóhanna.
Jastrid vísir somuleiðis á, at fert tú
uttanlands, so eru tíggjtals kaku
bøkur á hyllunum. Í Føroyum eru
bara tvær, og hóast tær komu um
somu tíð, so skuldi marknaður verið
fyri báðum.
Ætlanir og dreymar
– Hvørjaferð vit hava lagt seinastu
hond á eina bók, hava vit havt fult
av hugskotum til næstu bókina. Og
hendan bókin er einki undantak í so
máta. Vit hava longu gjørt okkum
tankar um eina bók afturat, men nú
skulu vit fyrst njóta, at hendan bókin
er komin út, og at hon eisini selir so
væl, staðfestir Elisabeth.
– Vit gera hesar bøkurnar í
okkara frítíð, so tað er avmarkað
hvussu stóra orku vit hava. Tað
krevur eisini nógv av baklandinum,
tá vit arbeiða við bókunum, so tey
mugu eisini takast við uppá ráð,
vísir Jóhanna á. – Men hetta er so
stuttligt og spennandi arbeiði, sum
næstan er blivin ein lívsstílur hjá
okkum eftirhondini. So tað kundi
meiri enn so hent, at tað kemur ein
bók frá okkum afturat, sigur hon.
Áhugin fyri ”Lætt og leskiligt” 1
og 2, og nú eisini ”Søtt og leskiligt”
er ikki bara stórur í Føroyum.
Útlendingar hava somuleiðis sýnt
bókunum ans, og hava eggjað
høvundunum til at geva út uttan
lands.
Jastrid vísir á, at bøkurnar eru so
dygdargóðar og flottar, at tær
saktans kundu selt uttanlands eisini.
– Sjálvandi hevði tað verið stutt
ligt, men tað krevur væl meiri at
fara uttanlands við bókunum, og vit
hava báðar fulltíðarstarv. So nú fáa
vit at síggja, sigur Elisabeth.
_____________________________
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
15
Karvatoftir · FO-530 Fuglafjørdur · tel 44 50 44 · fuglafjordur@colorama.fo
Vit ynskja øllum
eini gleðilig jól &
eitt gott nýggjár
Meðan Jastrid Gullaksen, grafikari, og Jóhanna á
Tjaldrafløtti, høvundur, greiða frá arbeiðnum við
“Lættogleskiligt” og nú eisini “Søtt og leskiligt”,
rungar láturin ofta
Mynd Jens KristianVang