Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 247 - 23. desember 2008 Ein 95 ára gomul kvinna úr Havn hevur givið heimbygdini Sandur bygningin til eitt bókasavn og hennara privata bókasavn, sum telur túsundtals bøkur. Nýbygda bókasavn­ ið varð handað kommununi fríggja­ dagin, og almenna hátíðarhaldið, tá ið bókasavnið verður tikið í nýtslu, verður eftir ársskiftið gáva Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Myndir Jens Kristian Vang Klokkan er fimm minuttir í sjey um morgunin. Undirritaði avheintar Daniellu Olsen uttan fyri heim hennara í Gundadali. Vit skulu suður at síggja nýggja bókasavnið, nú byggifelagið Articon er liðugt við arbeiðið. Vit eru á veg suður á Sand, at skoða barnadreymin hjá Daniellu, ið nú er veruleiki. Vit bæði hava kent hvønn annan í mong ár. Vit hittust fyrstu ferð i 1983, tá var hon eisini ein eldri kvinna, 70 ára gomul. Hon stendur í túninum og hyggur niðan á heimið, sum hon keypti einaferð í fimmtiárunum. Hon hevur selt Tórshavnar Kommunu húsini fyri tvær milliónir krónur við tí treyt, at hon sleppir at búgva í teimum so leingi hon orkar. Lívsdagurin er við at styttast, hon er fødd í 1913 og er 95 ár í dag. – Tað eru pengarnir sum komu burtur úr søluni av hesum húsunum, sum í dag verða brúktir til at byggja bókasavnið á Sandi. Jens Marius Poulsen á býráðnum, sum hevði við søluna at gera, spurdi meg, hvar hann skuldi flyta pengarnar. Eg segði við hann, at hann skuldi flyta teir beinleiðis til Sands kommunu. Nú eri eg spent at síggja hvussu nýggi bygningurin sær út. Palli Gregoriussen hevur teknað og hann dugir síni ting. Stjórin á byggifelagnum Articon Jón Danielsen, er uppvaksin í Trøðum og er av góðum slag, og so ikki at forgloyma hevur hann eisini røtur í Húsavík, og har er hegnið, sigur Daniella, meðan vit koyra oman móti Gomlurætt og Teistin stútar móti tí seinasta av eystfallinum uttanfyri í Hestfirði. Skelkað - Nei, hvat er hetta, sigur Dani- ella, tá ið hon sær nýggja bókasavnsbygningin. Hetta hava vit ikki avtalað. Og Jesu navn hetta er stórt. Hvar er Páll, hvar er Palli? Hvat er tað teir hava gjørt. Nei, hetta er slett ikki tað, vit hava avtalað. Eg sá fyri mær ein lítlan hugnaligan bygning leysan frá kommunuskrivstovuni. Nú er alt saman bygt, og so stórt! - Her eru alt for nógv vind- eygu. Hetta er alt for ógvusligt. Nei hetta er ikki gott,sigur hon. Og síðan fer hon at deila borgar- stjóran og seinni eisini arkti- tektin, sum standa sum slignir á nevið, meðan sólin skínur uttanfyri. Og nú standa vit uttanfyri. Daniella frammanfyri bókasavni- num, sum er hennara barna- dreymur og sum hon hevur givið bygdini. Hon er ikki so grum meira. Hon lýsnar í andlitinum, meðan veika vetrarsólin skyggir í foyrunum og í eygunum í reyðu ullintu topphúgvuni. – Hetta er ikki so galið allíka- væl, sjálvt um tað slett ikki er tað eg ímyndaði mær. Tað er eisini nýggja tíðin. Eg eri konservativ og havi altíð verið tað, deiliga konservativ. Og bókasavnið er heldur ikki bygt til mín, men til nútíðina og unga fólkið vil hava tað soleiðis. Eg má heldur fara at siga tað við Páll og Palla, hetta er slett ikki so galið, sjálvt um eg ikki eri nøgd. Bara tey sum fara at brúka bókasavnið er nøgd, so verið eg glað, sigur Daniella og spyr meg hvat eg haldi. Eg royni at siga okkurt, men hoyriapparat- ið spælir henni eitt puss í morg- un, og hon hoyrir ikki. Antin skrólar tað ella hoyrist einki. Tað er ikki til at stilla inn, sigur hon. Vit ganga oman aftur móti bókasavninum og har hitta vit Rasmus hjá Sigurdi, sum kemur við einum posa av nýupptiknum bláreyðum eplum, sum hann hevur fingið frá einum av bóndunum í Trøðum. Rasmus og Daniella kennast væl og verða stundir, skulu vit inn til tey eisini seinni. Daniella gongur og hyggur seg um í nýggja bygninginum, sum hon er upprunin til. Hennara tvær milliónir útloysa tvær milliónir úr landskassanum og Sands Kommuna hevur lagt eina millión í rúgvuna og burtur úr tí fæst eitt nýmótans arkitektteknað bókasavn, sum stendur mát til krøvini frá Mentamálaráðnum, og sum gleðir Daniellu, hóast hon ikki rættuliga hevði hugsað sær, at tað kom at síggja soleiðis út. 95 ára gamla Daniella u Daniella framman fyri bókasavninum, ið er gáva hennara til heimbygdina. Daniella var í Skopun og vitjaði Katrinu Lognberg. Tær hava kenst í eitt mannaminni Daniella hevur verið og hugt eftir húsunum í Horni. sum hon keypti fyri mongum árum síðani Inni í køkinum í Horni