týsdagur 23. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
18
Nógvir eru hættirnir at kænka seg
upp á, og mong eru tey, sum bjóða
klænkiskeið fram. Uppaftur nógv
fleiri eru tey, sum taka av ymsu
tilboðunum og royna at lætna nøkur
kilo við at fylgja góðum ráðum.
Hvussu hesi ráðini og skeiðini
hildnast, tað er ein heilt annar spurn
ingur. Men tað finst altso ein púra
vissur máti at tapa seg upp á. Tað
er nevniliga ein íslendingur, sum
hevur specialiserað seg í at snøra
magasekkin á fólki sama. Hetta
førir við sær, at 95% av magasekki
num verður ónýttur og óvirkin, eitt
slag av eini bypass skurðviðgerð.
Ein av teimum føroyingum, sum
hevur fingið hesa skurðviðgerð, er
53 ára gamla Liljan Jakobsen, sum
býr í Miðvági.
Tað er ikki meiri enn eini tvey ár
síðani, at fyrsti føroyingurin fekk
hesa skurðviðgerð. – Hetta var ein
maður av Sandoynni, haðani eg
sjálv eri ættað, og soleiðis frætti eg
um hendan møguleikan at klænka
seg, sigur Liljan Jakobsen.
Tilgongdin er soleiðis, at lækni
ávísir hendan viðgerðarháttin, og
so fara fólk yvir til Noregs í bólkum
at verða skurðviðgjørd. Sjálv fór
Liljan sjálv fjórða yvir á serklinikkina
hjá Hjørti Gislason at fáa framt
viðgerðina.
– Vit vóru fýra kvinnur sum fóru
yvir til Oslo ein hósdag, og so
vórðu vit kannaðar fríggjadag. Sjálv
skurðviðgerðin fór fram mánadag,
og síðani lógu vit til eftirlit fram til
fríggjadag, tá vit aftur sluppu á
hotellið, har vit so vórðu fram til
mánadag, tá vit aftur flugu heim til
Føroya, sigur Liljan Jakobsen.
Nýtt menniskja
Tað krevur sjálvandi nakað at fáa
eina slíka skurðviðgerð framda,
men tað er einki ímóti fyrimununum.
– Eg skal ansa eitt sindur eftir tí,
eg eti. Tað skal ikki vera ov søtt ella
ov fitandi, annars verður mann illa
fyri, sigur Liljan Jakobsen.
– Lívið broytist, og hóast dýra
skurðviðgerðin verður goldin av
landinum – ella statinum, tað eri eg
Hava tapt seg eitt tons
20 av teimum helst 26 føroyingunum, sum hava verið í Noregi og
fingið magasekkin snørdan saman, hittust til eitt jólaborðhald á Eiði fyrr
í mánaðinum. Tilsamans hava tey tapt seg 939 kilo
Liljan Jakobsen hevur
tapt seg smá 30 kilo og
vigar nú um 150 pund
Mynd: Álvur Harandsen