týsdagur 23. desember 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2008
19
– Og sum her er fínt, men nei,
soleiðis høvdu vit ikki avtalað,
og eru tey ungu glað fyri tað, so
eri eg eisini, mutlar hon.
Aftur á slóðina
Daniella hevur privatsjaffør í dag
og tað ger hon gagn av. Hon
dirigerar og eg koyri. Vit skulu
niðan í Horn, har Daniella er
uppvaksin. Hon eigur eini hús
har, sum hon keypti á eini
uppboðssølu í fimmtiárunum.
Húsini liggja avsíðis og vit fara
til gongu niðan gjøgnum váta
velta lendið.
– Her vaks eg upp. Hon peikar
á toftirnar av garðinum í Horni.
Húsini eru fyri langari tíð síðan
avtoftaði og húsini hjá Daniellu,
sum standa skamt frá, eru bygt
tíðliga í seinastu øld. Tað var
skyldmaður Daniellu, Rasmus í
Horni, sum bygdi tey. Daniella
hyggur seg um, nú vit eru komnir
niðan til portrið. Allarhelst ger
lívssøgan eitt rend gjøgnum
hennara hugaheim nú og hon sær
øll barnaárini fyri sær í einum
splitsekundi. Hon sær álvarsom
út í andlitinum meðan hon
hugsar hart og eg hoyri einki
annað enn kalda landsynningin
og veika ýlið í hennara
hoyriapparati hendan dagin í
triðju vikuni í advent.
Mamma Daniellu, Katrina í
Horni giftist ongantíð.
– Mamma fór niður í 1919.
Hon skuldi niður á háskula, tað
var beint eftir fyrra heimskríggj
og hon kom ongantíð heim aftur.
Eg minnist væl dagin, tá ið hon
fór. Vit fylgdu henni inn á Grind,
sum er nakað innanfyri Todnes
og síðan fór hon til gongu og vit
fóru út aftur í Horn. Hon kom
aftur seks ár seinni í 1925, men
tá treivst hon ikki í Føroyum.
– Hjá mær var omman alt, og
hon doyði longu, tá ið eg var
fimm ára gomul. Hon fekk kreft
og tá ið tíðini gingu tað sjáldan
meira enn tvey ár eftir at fólk
gjørdust sjúk, so doyðu tey
Síðani vaks eg upp saman við
mostir míni í Horni. Hon var ikki
so nógv ár eldri enn eg. Abbi
mín hevði eisini stóran týdning
fyri meg. Hann vakti mín áhuga
fyri sjónleiki. Tað var eitt ríkt
mentanarlív á Sandi, tá ið eg var
barn, vit høvdu so góðar lærarar,
prestar og læknar. Abbi doyði tá
ið eg var átta ára gomul, og tað
var ein smeitur, sigur Daniella,
meðan vit standa inni í lága
køkinum í frítíðarhúsi hennara í
Horni. Her er kalt inni og nógv
fólk hava húsast her undir
trongum umstøðum seinastu
øldina.
Ein barnadreymur
– Eg havi altíð droymt um eitt
bókasavn á Sandi og tað var
Sigvald Djurhuus, lærari og
ættaður úr Kollafirði, sum vakti
mín áhuga fyri bókum. Hann var
útbúgvin úr Danmark, og kom
heim aftur til Føroya við nógvum
nýggjum hugskotum. Hann var
tað vit i dag kalla fyri ein
modernaður lærari. Hann hevði
eitt lítið bókasavn í skúlanum og
vit sluppu at læna bøkur við
heim. Hann var ógiftur, tá hann
kom til Sands og giftist við
Kristinu í Koytu. Síðan tá havi eg
havt stóran áhuga fyri bókum og
eg gleðist yvir, at heimbygdin nú
endiliga fær eitt bókasavn, hóast
tað kemur mong ár ov seint,
sigur Daniella, meðan vit koyra
norður móti Skopun.
Vit hava koyrt runt við jóla
gávum. Fyrst út á Grótteigar og
síðan niðan til systkinabarnið
Hjørdis, sum er deyð fyri langari
tíð síðani. Har byr hennara sonur
Alti og hansara familja og nú
standa vit í túninum hjá Kathrinu
Lognberg í Skopun, sum er
nakað yngri enn Daniella. Tað
eru 60 ár síðani hon giftist av
Argjum til Skopunar og tær hava
kenst leingi. Katrina hevði búð
hjá mammu Daniellu, tá ið hon
hevði verið niðri sum ung.
– Tað er vælsignað, at vit báðar
sluppu at síggja hvørja aðra
aftur, sigur Katrina við Daniellu
og tær seta seg báðar at práta
hart í køkinum, meðan nýkók
aðar kleynum og søtt te fer niður
um. Í gongini standa tveir
novemberkaktusar og blóma við
reyðum blómum og lýða á.
– Eg havi átt teir leingi. Fekk
teir frá svigermammuni, fyrst eg
kom til Skopunar og hon hevði
havt teir leingi. Teir eru gamlir
og blomstra á hvørjum ári frá
oktober, sigur Katrina. Hon
hevur nakað milt yvir sær og
mildheitin kemur serliga týðuliga
fram, tá ið Daniella gerst ivrig í
prátinum og bítur frá sær.
Lívið í oysregni
Og ferðin er við at koma at enda.
Vit standa í góðari tíð niðri í
bíðirøðini í bilinum meðan
Teistin er onkustaðni uttanfyri.
Her er stormur og oysregn og
Daniella fortelur kut úr
lívssøguni, meðan vátir skopun
ingar ganga hálvrennandi
framvið.
– Eg fór til Havnar á háskúla í
1930 og var á húsholdningsskúla
í 1931. Í 1932 fór eg á lærara
skúla og tók prógv í 1935, men
tá vóru ringar tíðir og ómøguligt
var at fáa arbeiði. Eg var
arbeiðsgenta hjá Jens Paula í
Dali. Í 1936 fór eg niður. Har
kom eg saman aftur við mammu.
Vit búði ikki saman beinanvegin.
Men seinni fluttu vit í eina íbúð
saman. Eg tók studentakursus og
í 1939 fór eg á universitetið til
hægri lesnað. Eg læs týskt sum
høvuðsfak, eg læs eisini enskt og
danskt. Eg arbeiddi eisini meðan
eg læs. Eg fekk starv á Berling
aranum og var á redaktiónini hjá
Friis, har eg tókst við ymiskt
skrivstovuarbeiði. Hetta var ein
sera spennandi tíð, sigur
Daniella.
Daniella var niðri øll krígsárini
og kom heim aftur til Føroyar í
1952. Tá var hon cand. mag í
týskum og enskum Hon tekur til
hvussu gott samanhaldið var
millum føroyingar niðri undir
krígnum.
– Mamma var í øðini, tá ið eg
fór heim aftur, men heim vildi
eg. Eg veit ikki um tað var rætt,
eg var í hvussu er
yvirkvalifiserað bókliga til
læraraarbeiðið í fólkaskúlanum
tey fyrstu mongu árini. Her var
einki annað arbeiði, sigur
Daniella. Hon byrjaði sín lærara
gerning í real og mellemskolen í
Klaksvík. Fór síðan til Havnar,
har hon var lærari á Studenta
skúlanum, seinni á Lærara
skúlanum og í kvøldskúlanum.
Einaferð í januar verður
almenn móttøka, tá ið
bókasavnið hjá Daniellu alment
verður tikið í nýtslu.
Daniella hevur privatsjaffør í
dag og tí er lagamanni at fara í
keypsamtøkuna í miðbýnum til
handils, áðrenn koyrt verður
aftur niðan í Gundadal, har
ketturnar bíða spentar eftir
mammuni og kettumati.
upplivir barnadreymin
Frá vinstru, Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, Daniella og Palli Gregoriusen,
arkitektur
Alt er sum tað skal vera í Horni. Her er Daniella á veg út og stavurin bíðar