Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið Talið av fólkið, sum hava fingið snørt magasekkin saman er 26, sum Liljan veit um. 20 av hesum hittust til ein jólahugna, og tey hava tilsamans tapt seg 939 kilo Mynd: Liljan Jakobsen fyri, sigur Liljan Jakobsen. – Lívið broytist, og hóast dýra skurðviðgerðin verður goldin av landinum – ella statinum, tað eri eg ikki greið um – so má garderoban skiftast javnan so hvørt eg minki, sigur Liljan Jakobsen. Men hóast hon soleiðis hevur størri klædnaútreiðslur, so sparir hon aftur fyri í matútreiðslunum. – Tað er lítið, ið fer niður um hvørja ferð eg eti. Ideelt skal eg eta seks ferðir um dagin, men eingin er svangur so ofta. Ein dagin hevði eg tikið tvær kjøtfrikadellir upp, og tá helt sonurin, at hatta var lítið at borðreiða við. Men tað var enntá tvær máltíðir hjá mær, sigur Liljan Jakobsen. Hóast hon ikki at byrja við var av teimum størstu, sum hava fingið skurðviðgerðina, og hóast hon heldur ikki er millum teirra, sum hava tapt seg mest, so kennir hon seg sum eitt nýtt menniskja. – Nú er tað ikki longur soleiðis, at eg renni framvið speglinum, sum eg gjørdi fyrr, fyri ikki at minna meg sjálva á, hvussu hyldlig eg var. Nú er tað hinvegin soleiðis, at eg gleði meg til summarið kemur aftur, og hvat eg tá kann fara í, sigur Liljan Jakobsen. Ikki í senn Sum áður nevnt, so skal ansast eitt sindur eftir, tá fólk hava fingið eina tílíka skurðviðgerð. Eitt nú skal ikki etast og drekkast samstundis. – Hetta fær matin til at skola beint ígjøgnum skipanina, og tað verður sagt ikki at vera gott. Tí skal drekkast antin áðrenn mann etir ella eisini aftaná, sigur Liljan Jakobsen. Heldur ikki ber til at eta ov nógv, tí tað forbjóðar seg sjálvt. – Etur mann ov nógv, kemur tað upp aftur, so einfalt er tað, sigur Liljan Jakobsen. Tær eru annars tvær í Miðvági, sum hava fingið hesa skurðviðgerðina. – Hin vigaði væl meiri enn eg, so so hvørt sum hon minkar og eg gerist ov lítil til míni klæðir, so fær hon tey bara, sigur Liljan Jakobsen. Tær fýra, sum fingu skurðviðgerð­ ina í mai mánaði, vóru aftur til kanningar í august. – Tað er soleiðis, at mann skal aftur til kanningar aftan á tríggjar mánaðir, men har var alt í lagi hjá okkum, sigur Liljan Jakobsen. Hon hevur sjálv tapt seg upp móti 30 kilo, og vigar nú miðskeiðis í 70­unum, men væntar at tapa seg nakað aftrat. Men hóast ofta verður tosað um »yvirvektig« børn, so er hesin mátin ikki ein møguleiki fyri tey. – Hendan skurðviðgerðin verður bert framd hjá vaksnum, altso fólki millum 18 og 60, sigur Liljan Jakobsen. Angrar ikki Hjørtur Gislason hevur eisini eina líknandi serklinikk í Íslandi, og er nú í holt við at seta eina á stovn í Danmark. Tað er jú ein sannroynd, at feiti og ósunni maturin, sum fólk alt meiri vanligt eta, hevur sína ávirkan á vektina, so tað er sann­ líkt, at slíkar skurðviðgerðir fara at vinda meiri og meiri upp á seg. Sum nevnt fekk fyrsti føroyingurin framt hesa skurðviðgerðina fyri umleið tveimum árum síðani, og tað hevur ført til 26, sum Liljan Jakobsen kennir til. Teirra millum, sum hava fingið skurðviðgerðina, eru kend fólk so sum fyrrverandi løgtings­ limurin Kjartan Joensen úr Leirvík og James Olsen úr Havn. Liljan Jakobsen tók herfyri stig til eitt jólaborðhald, og 20 av teimum, sum hava fingið skurðviðgerðina hittust fyrr í mánaðinum á Eiði til eitt hugnaligt kvøld. Til stuttleika varð roknað saman, hvussu nógv hesi fólkini hava tapt seg síðani skurð­ viðgerðina, og talið gjørdist 939 kilo. Ójavnt er, hvussu langt tað er síðani fólk hava fingið skurðviðgerð­ ina, og talið lá frá nøkrum og tjúgu kiloum heilt upp í 80 kilo hjá tí, sum hevur tapt seg mest. Men er tað ikki eitt sindur óhuga­ ligt nú jólini standa fyri durum, ikki at kunna eta eitt sindur meiri at tí leskiliga matinum? Nei, slett ikki. Tað er bara nak­ að, mann má liva við, og eg angri onga løtu, at eg fekk hesa skurð­ viðgerðina framda, sigur Liljan Jakobsen. _____________________________ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hittast aftur Liljan Jakobsen sigur, at tað longu er avgjørt, at øll, sum hava fingið framt hesa serligu skurðviðgerðina, hittast aftur til eitt hugnakvøld í mars mánaði næsta ár. James Olsen bílagdi beinanvegin eitt nýtt kvøld á Eiði, og tað verður ikki borðreitt við nøkrum minni enn røstum kjøti, so tað gleða vit okkum longu til, sigur Liljan Jakobsen. Hon sigur, at tey hava fingið »uppsnúsað«, at tað eru 26 føroyingar, sum hava fingið hesa skurðviðgerðina, so eru tað fýra føroyingar, sum hava upplivað hetta og vilja verða við til hugnakvøldið, so er bara at seta seg í samband við Liljuna Jakobsen á telefon 274440. Hugnakvøldið er annars sett til 6. mars 2009 (leo) Skurðviðgerðin fer fram á tann hátt, at fimm sondir verða stungnar inn í magan, og tær snøra magasekkin saman 19