týsdagur 23. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 247 - 23. desember 2008
tíðindi
Tað kundi verðið
álvarsamur skaði,
tá ein stórur steinur
brádliga knústi
forrútin á einum bili,
ið sunnudagin kom
koyrandi á hálsinum
omanfyri Sandavág.
Til alla lukku rakti
hann høgra forsetur,
har eingin sat
Óhapp
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
myndir: Jens Kristian Vang
Sosialurin hevur tosað við
føraran, sum tó ikki ynskir
at standa fram.
Bilførarin greiðir frá, at
hann júst hevði verið og
sett ein mann av í Miðvági
og var á veg ímóti undir
sjóvartunnlinum aftur, tá
ein stórur steinur kom bólt
andi oman líðina á hálsinum
omanfyri Sandavág.
Førarin,
sum
koyrdi
umleið 90 km/t, sá ikki
steinin koma bóltandi, og
skelkurin var tí sera stórur,
tá stóri steinurin brádliga
knústi forrútin, rakti passag
ersetrið og endaði á baksetr
inum. Førarin greiðir frá, at
hann einki vardi. Brádliga
var eitt øgiligt buldur, tað
rykti í bilin, og tá sá hann
steinin liggja á baksetrinum.
Alt hendi so skjótt, at hann
ikki náddi at hugsa fyrr enn
aftaná.
Steinurin rakti í ovara
hornið, høgrumegin á for
rútinum. Ferðin hevur verið
øgilig, tí rygglenið á setrin
um brotnaði og endaði aft
uri á baksetrinum saman
við steininum.
Bilførarin var, sum vera
man, sera skelkaður av til
burðinum, men hann var
einsamallur á vegnum. Eing
in annar bilur kom framvið,
sum til bar at biðja um hjálp
frá, so hann helt tí leiðina
fram til hús.
Av tí at forrúturin hevur
ein serligan film, sum ger,
at glasið ikki splintrast, bar
til at koyra víðari. Men
hann koyrdi við einum stór
um holi í forrútinum.
Bilførarin sigur við Sosi
alin, at hann er sera skelkað
ur. Eingin fekk skaða, men
ein maður hevði jú sitið í
setrinum beint frammanund
an, og steinurin kundi tað
sama troffið føraramegin.
Bilførarin er sannførdur
um, at hvørgin teirra hevði
komið frá tí við lívinum, tí
steinurin kom við so stórari
megi.
Hóast bilførarin hevur
fingið skelk, og bilurin er
illa farin, so er tað gleðiligt,
at eingin mannaskaði hendi.
Tí tað kundi eins væl verið
ein vanlukka.
Steinur knústi forrút á
koyrandi bili
Ung siga
frá álvar-
somum
uppliv-
ingum
- Hetta er heilt
ótrúliga gott tilfar
-sannar gullperlur,
sigur Tóra Petersen,
sálarfrøðingur,
um góðu og erligu
frágreiðingarnar,
hon hevur fingið
frá ungum, ið hava
verið fyri álvarsom-
um hendingum. Í
dag fingu bestu høv-
undarnir virðislønir
kapping
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.
com
Seks ung fólk fingu í
dag heiðurslønir handað
ar fyri teirra íkast til eina
skrivikapping, um ung
fólk og sálarliga svárar
hendingar.
Stílarnir
snúðu seg um alt frá
krabbameini til incest,
og vóru ótrúliga góðir,
rámandi og lýsandi.
Tað er Tóra Petersen, ið
er sálarfrøðingur, ið tók
stig til kappingina.
Tað er nógv tilfar um,
hvussu fólk hava tað, tá
tey hava verið fyri álvar
somum hendingum. Men
tað hevur altíð manglað
tilfar, sum er komið frá
teimum ungu sjálvum.
Og nú hava vit umleið
70 stílar, har tey ungu
veruliga sleppa at greiða
frá, hvussu tey hugsa, tá
tey koma út fyri onkrari
svárari hending, greiðir
Tóra Petersen frá.
Hetta
er
ótrúliga
viðkomandi, tí tað kemur
greitt
fram
av
hesi
skrivikappingini, hvussu
torført tað er hjá teimum
ungu at biðja um hjálp.
Tey hava tað ofta inni í
sær sjálvum, og summi
fara at drekka ella taka
stoffir, ístaðin fyri at tosa
um tað og fáa hjálp.
Tóra heldur, at hetta er
ein góð grund at byggja á,
tá umstøðurnar hjá teim
um ungu skulu bøtast.
Álvarsamar hendingar
geva álvarsamar trupul
leikar. Um tey ungu ikki
fáa høvi at tosa um tað,
so er tað heilt vist, at tað
kemur aftur um brekku
seinni í lívinum. Tað
hevur tí stóran týdning at
hjálpa teimum beinan
vegin, vísir Tóra á.
Lesi meira á síðu 50
Stóri steinurin hevði so stóra ferð, at hann sorlaði passagersetrið
sundur og endaði á baksetrinum. Lukkutíð stóðst ongin
mannaskaði av hendingini
Førarin hevði júst sett ein mann av og var á veg heim aftur,
tá óhappið hendi. Hevði maðurin sitið í bilinum, hevði hann
neyvan komið livandi frá tí