týsdagur 23. desember 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 247 - 23. desember 2008
Takk
Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum
vóru við til at gera 90 ára føðingardagin
so ógloymandi.
Samstundis ynski eg tykkum øllum eini
góð jól og eitt av Hannarum vælsignað
nýggjár.
Bestu heilsanir
Astrid Vørðhamar
Tøkk
Hjartans tøkk øll tit, sum vístu samkenslu og sum
vóru um meg og mannin
Pól Martin Abrahamsen
av Strondum
ta síðstu tíðina hann var sjúkur, andaðist
og var jarðaður!
Tøkk til starvsfólkið á Sjúklingaheiminum Tórshavn
fyri alt tit hava verið fyri okkum síðani 2006.
Tøkk til prest og trúboðara í Keypmannahavn fyri
ta umsorgan tit vístu okkum!
Tøkk til øll tykkum, sum stukku inn á gólvið meðan
vit vóru heima. Tøkk til tykkara, sum sendu heilsanir
til Danmarkar og komu at vitja!
Tøkk til familju, vinir, kenningar og øll tykkum kring
landið, sum bóru okkum í bøn. Guð hoyrir allar
bønir, og svarar eftir sínum vilja. Hann hevur sagt:
»sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar
enda«. Tøkk fái hann fyri tað!
Tøkk tit, sum tóku ímóti okkum á flogvøllinum og í
kirkjuni, tá ið vit komu heim á nátt!
Tøkk tit, sum á ymiskan hátt stílaðu so væl fyri, við
heimkomu, til kórsetanina, og til jarðarferðina.
Tøkk tit, sum luttóku vit talu, andakt, sangi, tónleiki
og takk til kirkjutænarar.
Tøkk øll tit, ið hjálptu til við ervið, og fyri alt,
sum varð borið mær.
Tøkk til starvsfelagarnar á Brimli, ið løgdu
inn á Hólk.
Tøkk øll tit mongu, ið fylgdu honum til hansara
síðsta hvíldarstað.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
nýggja Missiónshúsið.
Tøkk til tykkara, sum á ymiskan hátt hava sent mær
heilsanir, hava ringt og stukki inn á gólvið.
Guð signi tykkum øll!
Við ynski um eini gleðilig jól og eitt av Harranum
signað nýggjár.
Karen
Fríggjadagin vóru 17 lærlingar lidnir við skúlagongdina á Tekniska Skúla í Klaksvík í
el-, maskin og timburyrkinum
Próvtøkur á Tekniska
Skúla í Klaksvík
Timburmenn: Frá vinstru:
Uni Martinson Venned,
Søldarfjørður, Smíðlist;
Justinus Heini Hansen,
Saltangará, TN-Bygging;
Símun Petersen, Klaksvík, Sp/
f Norðhús; Henry Heinesen,
Klaksvík, Sp/f Malltek;
Signar Højgaard, Klaksvík
og Sp/f Karstin A. Joensen.
Á myndini vantar Kaj
Johannesen, Klaksvík, Sp/f
Norðhús
Elektrikarar: Frá vinstru:
Hans Erik Jensen, Oyri,
JT-Eletric; Høgni Joensen,
Leirvík, Sp/f El-Teknik; Jón
Syderbø, Klaksvík, Fa. Sigurd
Syderbø; Jónleif Petersen,
Strendur, P/f Mekta; Beinir
Danielsen, Glyvrar, P/f Mekta
og Tummas Eli Bjartalíð,
Klaksvík, Sp/f El-In
Maskinsmiðir: Frá vinstru:
Hans Jákup Johansen, Lambi,
P/f FJM; Eli Mikkelsen,
Klaksvík, P/f Normek;
Sigurd Johannesen, Toftir,
P/f FJM; Hanni Elmar
Niclasen, Hvannasund, Sp/f
Pomek; David Andreasen,
Fuglafjørður, P/f KJ-
Hydraulik
Andlát og jarðarferðir
Trúgvi Tausen, ættaður úr Vági, and
aðist í Íslandi sunnudagin, 75 ára
gamal.
Ada (úttalast Æta) Maria Olsen, and
aðist fríggjadagin, 73 ára gomul. Jarð
arferðin verður týsdagin klokkan 13
úr Vestmanna kirkju. Tey ið vilja
minnast Adu, kunnu lata Føroya felag
móti krabbameini eina peningagávu.
Øivind Solbakk, ættaður úr Kristi
anssundi í Noregi, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum hósdagin, 18 desem
ber, 62 ára gamal. Bønarhald verður
í Landssjúkrahúskapellinum í dag
klokkan 18. Jarðaferðin verður úr
Kirkjugarðskapellinum mánadagin,
22. desembur, klokkan 13.30.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
23. november.
Klæmintsmessa. Vit
vita, at hesin Clemens
(deyður umleið ár 107)
livdi í Róm, tá ápostulin
Pætur var á døgum, og
gjørdist triði maður í
stóli hansara.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum)
nøvn