týsdagur 23. desember 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
22
Tað er kalt og kavi. Risa kavamenn
og stór kavaklødd jólatrøð standa
uttanfyri smáttuna, har jólamaðurin
býr.
Á hvørjum ári koma 300.000
fólk at vitja hann. Tey koma úr øllum
heiminum, og onkrar dagar tekur
hann ímóti heili 2.000 persónum.
Hendan dagin, vit eru á vitjan,
eru ikki nógv fólk har. Ein vættur, ið
eitur Timo, kemur og tekur ímóti
okkum og spyr, um vit vilja hitta
jólamannin. Timo er í nissuhúgvu,
vaðmalsbuksum og reyðari
troyggju. Hann dugir nógv ymisk
mál, tí tað má man duga um man
skal arbeiða fyri jólamannin.
Smáttan hjá jólamanninum er
nýliga umbygd. Fyrr vóru gestirnir
noyddir at standa úti í kulda og
bíða eftir at sleppa inn til jóla
mannin. Nú er ein snotilig gongd
gjørd, har eitt stórt hjól vísir, hvussu
jólamaðurin steðgar tíðini, so hann
kannl náa at bera jólagávur út til
børn í øllum heiminum.
Tá vit frá Sosialinum koma inn til
jólamannin, er hann í góðum hýri.
Hann vísir okkum tekningar, hann
hevur fingið frá børnum og spyr
okkum, hvat vit ynskja okkum til
jóla. Jólamaðurin sigur, at hann ofta
er og vitjar sínar starvsfelagar í Før
oyum og hinum Norðurlondunum.
Jólamaðurin fær sera nógvan
post, og tí hevur hann sítt egna
postkontór. Vættrar og nissur hjálpa
til, tí øll tey 700.000 brøvini skulu
eisini svarast.
– Nógv børn gloyma at skriva
adressuna, og tá er heldur torført at
senda teimum eitt svar, sigur ein av
nissunum, ið situr og letur brøvini
upp, sum jólamaðurin hevur fingið
hendan dagin. Men øll, sum skriva
adressuna, fáa eitt svar frá
jólamanninum.
Brøvini hava ofta ikki rætta
adressu. Á summum stendur bara
”Jólamaður, Finland”, men hóast tað
so koma brøvini fram. Frímerki
gloyma nógv eisini.
Býurin, ið liggur nærmast við
bústaðin hjá jólamanninum, eitur
Rovaniemi. Tað er stórsti býurin í
finska Lapplandi, og har er nógv
jólaligt at gera og fáa. Ferðafólkini,
ið koma at vitja jólamannin, vilja
eisini síggja vøkru náttúruna í
Lapplandi og fara útferðir við
reinsdjórum ella sletuhundum.
Eitt stað, ið bjóðar seg fram við
slíkum útferðum, er Joulukka, ið
liggur eitt sindur uttanfyri Rovaniemi.
Har eru tað álvarnir, sum ráða.
”Joulukka” merkir jólaligt á finskum,
og tað má man sanniliga siga, at
hetta hugnaliga staðið er.
Eini 40 álvar arbeiða í Joulukka
og eru í beinleiðis sambandi við
jólamannin.
Ein av teimum kallar seg ”Álvan
Josefina”. Hon bjóðar okkum
vælkomnum og spyr, um vit hava
hug at læra okkum at gerast álvar.
Josefina hevur spíska nøs og oyru.
Hennara frøknur minna um tær hjá
Pippi, og hon er í reyðum kjóla.
Eitt av tí týdningarmesta at duga
hjá einum álvi er at tritla friðarliga,
lúra gjøgnum vindeygu og vera fitt
móti øllum bæði fólki og djórum.
Álvan Josefina heldur, at vit verða
góðkend sum álvar aftaná ein
undirvísingartíma. Nú vil hon vísa
okkum radarstøðina, har tey ansa
eftir, so reinsdjórini hjá jólamann
inum ikki bresta saman við flog
førini, ið koma til Rovaniemi.
Tað er avbera stuttligt at vitja
hesa ævintýraverðina í Lapplandi.
Um tú roynir at tosa við fólk um, at
jólamaðurin faktiskt ikki er til ... eru
tey skjót at svara aftur ”Jú, her hjá
okkum er jólamaðurin verðuligur”.
Og satt at siga, so er hann jú
verðuligur júst her. Fyri tey 60.000
fólkini, ið búgva i Rovaniemi, er
jólamaðurin ein av grundunum til,
at tey hava arbeiði, gott samband
við umheimin og at samfelagið
blómar við fleiri og fleiri íbúgvum.
Hvør hevur latið jólamannin í?
Nógv meina, at tað var í eini Coca-Cola lýsing í 1930-talinum,
at jólamaðurin fyrstu ferð varð latin í reyð klæðir.
Jólamaðurin býr í fjøllunum. Tað eru flest øll
samd um, men fyri nógv av heimsins børnum
býr hann í finsku fjøllunum.
Sosialurin hevur verið og vitjað jólamannin,
ið býr á pólkringinum í Lapplandi
Hvar býr
jólamaðurin?
Tað eru nógvar ymiskar
meiningar um hetta. Í
Danmark halda tey, at
hann býr í Grønlandi, í
Svøríki gita tey, at hann
býr í Tomteland í Mora, í
Finnlandi vita tey jú, at
hann býr í Rovaniemi og
í USA meina nógv at
hann býr á Norðpólinum.
Á vitjan hjá
jóla-
manninum