týsdagur 23. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 247 - 23. desember 2008
Portrett
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Enn eitt tómt, hvítt lørift fær
nøkur ótolin strok við blóð
reyðari máling. Kanska kunnu
strokini brúkast til okkurt seinni
– kanska ikki. Fyribils skulu tey
bara fáa tóma løriftið at tiga.
Eina løtu sær listamálarin Øssu
Mohr næstan út til at kenna seg
forfylgdan
– Eg toli ikki tóm lørift. Tað
følist, sum tey standa og rópa á
meg og júka um at verða til ein
málning her og nú. So eg plagi at
geva teimum nøkur tilvildarlig
penslastrok, sum doyva rópini so
mikið, at eg kann savna meg um
tað, eg eri í ferð við.
Tí ikki fyrr enn friður valdar,
kann Øssur Mohr byrja at mála.
Ringir telefonin ella onkur
kemur á gátt bara eina løtu, kann
tað oyðileggja allan dagin.
– Eg missi snøgt sagt tráðin og
finni hann ikki aftur. Tí eri eg
eisini noyddur at læsa hurðina og
toga stikkið úr, so fólk ikki
kenna seg illa av at hava órógva
meg, sigur Øssur Mohr.
Onkuntíð vildi hann ynskt, at
tað eisini bar til at toga stikkið til
tankarnar út.
– Eg fái í øllum førum ikki
ikki mála, um eg gangi og
spekuleri yvir ymiskt annað.
Havi eg trupulleikar av onkrum
slag, má eg rudda upp í teimum
fyrst. Eg havi prøvað hatta við at
flýggja frá trupulleikum og inn í
málningin, men úrslitið verður
hareftir, so tað eri eg givin við.
Luftiga landslagið
Í løtuni eru nakrir av nýggjastu
málningunum hjá Øssur Mohr at
síggja í Leikalund í Klaksvík, har
teir á onkran hátt vísa eina øðr
vísi síðu av listamálaranum.
Onkursvegna tykjast hesir máln
ingarnir djarvari enn vanligt.
Litirnir eru bráðari, sum vilja teir
ruska í myndevnið, sum fram
vegis er bygdin og útsynið og
himmalin út frá Fuglafirði.
Serliga er tað bygdin, sum
hevur broytt skap síðani seinast.
– Hon er í øllum førum blivin
munandi meir abstrakt. Í heila
tikið fær tað naturalistiska minni
og minni týdning fyri meg, og
tað kann væl hugsast, at bygdin
skjótt hvørvir heilt úr mínum
myndum, sigur Øssur eitt sindur
hugsunarsamur.
Í flestu av myndunum hómast
nakar blóðreyðar strikur ella
mest sum tilvildarlig skvett.
– Hatta eru restir frá reyðu
strokunum, sum skuldu fáa
nakna løriftið at tiga. Onkuntíð
kunnu tey faktiskt brúkast, sigur
og Øssur og fer yvir til málningin
og leggur hondina yvir eitt av
reyðu skvettunum.
– Sært tú, hvussu málningurin
doyr, tá reyði bletturin hvørvir?
Hann skapar eina dýpd í
myndini, sum annars hevði verið
rættiliga fløt. Tað er sovorðnum,
er arbeiði mest við fyri tíðina
dypd og dimensiónum heldur
enn einum ávísum landslag. Ella,
tað vil siga – eftirhondini síggi
eg himmalin og luftina sum eitt
landslag í sær sjálvum.
Evsti dreymurin hjá Øssuri
Mohr er at mála ein málning,
sum bara er ein málningur. Ein
málning, har onki annað leikar á
uttan ljós, litir og kompositiónir,
sum bara harmonera og fungera
á ein fullkomnan hátt.
Kynstrið at gevast
Spurningurin er, nær ein lista
málari kemur hartil, at hann veit,
at nú er málningurin liðugur, at
nú er ikki meir at gera.
– Eg trúgvi ikki, eg nakrantíð
fari at megna kynstrið at duga at
gevast. Sum oftast steðgi er bara,
tí eg haldi meg ikki koma víðari
beint tá, og fari so í holt við ein
annan málning. Ikki fyrr enn eg
nakrar dagar seinni hyggi aftur at
fyrra málninginum, síggi eg, at
hann kanska var liðugur kortini.
Kanska má eg bara hava nakrar
dagar at skilja meg av við
málningin mentalt, grunar Øssur
Mohr, sum í so máta minnir ikki
sørt um sína fyrimynd, listamál
aran Oluf Høst, sum var kendur
fyri ikki at vilja sleppa sínum
málningum.
Tað sigst enntá um Høst, at
hann onkuntíð fór við pensli og
máling út at vitja fólk, sum
høvdu keypt ein av hansara
málningum, og biðja um at
sleppa at gera málningin lidnan.
Øssur Mohr dugir væl at
ímynda sær støðuna.
– Eg renni meg meir enn so í
onkran av mínum málningum,
har tað næstan kriblar í mær at
sleppa afturum aftur og líka
snøgga okkurt. Eg royni at rista
kensluna av mær og minna meg
sjálvan á, hvussu skjótt tú kanst
oyðileggja ein málning við at
blíva við og við, men tað er
lættari sagt enn gjørt, sigur
Øssur.
Tá Øssur fyri 10 árum síðani
valdi at siga sítt starv frá sær fyri
at kunna mála burturav, var hann
púra vísur í, at hann nú fór at fáa
munandi meir frá hondini.
Sannleikin er, ásannar hann, at
tað er næstan ongin munur.
– Við árunum eri eg vorðin so
sjálvkritiskur, at tað eru dagar, tá
eg næstan fái sannført meg
sjálvan um, at eg ikki dugi at
mála longur. Slíkir dagar eru ein
kampur at koma ígjøgnum, sigur
Øssur, sum kortini ongar ætlanir
hevur um at gevast sum lista
málari.
– Tíbetur skal so øgiliga lítið
til, fyri at stimbra hugin at mála
aftur. Eitt vinarligt orð ella eitt
positivt prát við onkran er ofta
nokk. Slíkar løtur eru ofta
allarbesti íblásturin, eg kann fáa.
Størsta løtan
Framsýningin í Leikalund í
løtuni er tann fyrsta, sum Øssur
Mohr hevur í Føroyum í tvey ár.
Hesa tíðina hevur hann fyri tað
mesta sýnt fram í Danmark, og
Øssur dylur ikki yvir, at ein av
orsøkunum er, at listaumhvørvið
í Føroyum kann kennast heldur
trongligt.
– Tað eru jú ótrúliga nógvar
listaframsýningar her heima, og
eg vil helst ikki troytta fólk.
Listaklandrið, sum tók seg upp
fyri nøkrum árum síðani, gjørdi
tað heldur ikki meir hugaligt, og
satt at siga tími eg ikki at brúka
orku uppá slíkt. Eg vil bara hava
frið at mála, og tað krevur nóg
nógv nógva orku sum er, sigur
Øssur.
Eftirhondini er Øssur eisini
vorðin rættiliga væl umtóktur í
Danmark sum listamálari. Longu
í 1993 fekk hann heili tríggjar
málningar við á høgt mettu
sensureraðu framsýningina
Kunstnernes Vinterudstilling.
Hetta var eitt sindur av einum
nálareyga at koma ígjøgnum, tí
av teimum 3100 verkunum sum
vóru send inn, vórðu bert 150
góðtikin.
– Eg visti, at júst handan fram
sýningin er ein av teimum, sum
galleríini halda neyvt eyga við,
so tað gav sjálvandi eitt vist
sjálvsálit at sleppa upp í part,
sigur Øssur, sum síðani hevur
knýtt nógv sambond í danska
listaumhvørvinum.
Størstu listaligu upplivingina
hevur Øssur Mohr tó havt í Før
oyum, tá hann fekk heiðurin at
hava serframsýning í Listaskálan
um á Listastevnuni í 2004.
– Tað var heilt fantastiskt, tí eg
hevði aldrin torað at droymt um
at fáa ein slíkan møguleika. Eg
bleiv spurdur í mei mánað, og
skuldi also fylla Listaskálan við
málningum longu í september, so
har var ikki nógv tíð at geva av.
Hinvegin, so arbeiði eg ofta best
undir trýsti, so tað gekk óvanliga
væl. Tað var nokk ein av størstu
løtunum í minum lívi, tá allir
málningarnir endiliga vórðu
komnir upp at hanga, og hetta
stóra puslispælið knappliga varð
vorðið ein heild, minnist Øssur
Mohr.
Uttan iva eru tað onnur, sum
eisini minnast løtuna, tí við 600
gestum setti júst hendan ferni
seringin met í tali á vitjanum á
Listasavninum í senn.
Glottarnir
Hóast løtur sum hesar gera alt
arbeiðið tað vert, hevur Øssur
Mohr onki ímóti at avromanti
sera myndina, fólk ofta hava av,
hvat tað vil siga at arbeiða sum
listafólk.
– Fólk hava hug at flenna, tá
man sigur, at tað er hart arbeiði
at vera listamálari. Fysiskt krevur
tað kanska heldur ikki tað stóra,
men sálarliga er ongantíð friður.
Eg hugsi um at mála, meðan eg
máli og enn meir, tá eg ikki máli,
tí tá burdi eg mála. Hartil er tað
æviga rastloysið og óvissan, tú
alla tíðina mást liva við. Í so
máta kann tað at mála saman
berast við at fara til útróðrar. Tú
kanst ikki lata vera við at fara,
men veist ongantíð, um tú kemur
tómhentur heimaftur, sigur
Øssur.
Hann leggur afturat, at megnar
tú at av álvara at gera teg gald
andi sum listamálari, kemst tað
ofta minst líka nógv av hepni og
tilvild.
– Tað ræður um at vera á rætta
stað røttu løtuna og verða sæddur
av røttu fólkunum. Tað er til
dømis rættiliga ivasamt, um ein
málari sum Per Kirkeby var
vorðin so kendur, um ikki ein
lyklapersónur í listaumhvørvin
um hevði fingið eyga á hann. Eg
sigi ikki at Kirkeby ikki er ein
dugnaligur málari. Tað nyttar
bara onki, um røttu fólkini ikki
vita av tí, sigur Øssur Mohr og
gevur romantisku myndini av
listamálaranum enn eitt prik.
Hann minnir til dømis á, at ein
altjóða virðisløntur listamaður
sum Ólafur Eliasson meir at
kalla virkar sum stjóri í síni egnu
listafyritøku við eini 35 fólkum í
starvi, sum gera listaverkini eftir
hansara tekningum.
Slíkt freistar tór ikki Øssur
Mohr, sum framvegis best finnur
frið og íblástur at mála heima í
kjallaranum hjá sær sjálvum í
Fuglafirði.
– Har kann eg mála, tá eg havi
hug og finna allan tann íblástur,
eg kann ynskja mær bara við at
fara út um og síggja fantastiska
ljósspælið millum havið og
himmalin, har tað eisini altíð eru
onkrir glottar at hóma bæði so og
so.
Friðleysi listamálarin
Hann hugsar um at mála, meðan hann málar og enn meir, tá hann ikki
málar. Hartil er æviga rastloysið og óvissan ein lívstreyt eins og hjá
einum útróðrarmanni, heldur Øssur Mohr, sum ikki aftrar seg við at
avromantisera myndina av listamanninum