Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 23 Bara í desember og januar lenda 600 ferðaflogfør á flogvøllinum í Rovaniemi. Flestu ferðafólkini koma úr Stóra Bretlandi, Russlandi og Spania. Ongin veit rættiliga at siga frá, hvussu hetta byrjaði. Men søgan hjá Finnlandi og Rovaniemi, hevur nokk sítt at siga. Rovaniemi var sera hart raktur undir øðrum heimsbar­ daga, týskararnir settu eld á býin, so at fleiri enn 90 prosent av húsunum vóru oyðiløgd. Táverandi forsetafrúan í Amerika, Eleanor Rosevelt, kom tá á vitjan í Rovaniemi fyri at vísa sín stuðul. Í sambandi við vitjanina bygdu tey eina smáttu á pólkringinum, og hetta var fyrsta húsið í býnum Santa Claus Village, har jólamaðurin nú býr. Seinni, í 1980­unum, byrjaðu ríkir bretar at flúgva yvir til Rovaniemi á eindagsútferðir við Concorde flogførum. Tað var á hendan hátt, at bretar og síðani onnur funnu út av, at jólamaðurin býr í Lapplandi, og at vitja hann ein góðan dag í desember er eitt frálíkt ævintýr. _____________________________ Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Hvaðan er jólamaðurin ættaður? Enska navnið »Santa Claus« kemur av hollendska»Sinterklaas«. Sinterklaas er komið av halgimenninum Sankt Nikolaus, ið var biskopur á 300-talinum og gjørdist halgimenni, tí hann var so sera gávumildur. Nær kemur jólamaðurin? Í Týsklandi og Hollandi kemur »Sinterklaas« við gávum 6 desember. Í flestu øðrum londum kemur jólamaðurin antin 24. ella 25. desember.