týsdagur 23. desember 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 247 - 23. desember 2008
tíðindi
”
orkusparing
Leif Láadal
Tað er framvegis ein søgu
ligur dámur yvir reyðu høv
uðskrivstovuni hjá MEST
ella
Tórshavnar
Skipa
smiðju, sum felagið áður
æt. Á veggjunum hanga
myndir av flaggprýddum
nýbygdum
skipum,
og
hyggur tú út vindeygað í
ein eystan, sæst at flagg
stongin ikki er fest niður í
klettin, men at hon stendur
niður í miðjuna á eini stór
ari skipsskrúvu. Húsini,
sum
upprunaliga
vóru
navigatiónsskúli,
hava
seinnu mongu árini hýst
umsitingini hjá einari av
størstu og kendastu fyri
tøkunum í landinum. Tó at
fyritøkan í dag hevur deildir
kring landið, er tað fram
vegis í reyðu húsunum í J.
C. Svabosgøtu, at avgerðir
nar verða tiknar. Og serliga
hetta seinasta árið eru stórar
og kollveltandi avgerðir
tiknar. Avgerðir, ið sum frá
líður fara at broyta fyritøk
una munandi, tá tað snýr
seg um árin á umhvørvið,
og ans fyri tí burðardygga.
Skipasmiðjan MEST vil
ikki bara vera “best”, hon
vil eisini vera “minst”, tá
tað snýr seg um orkubrúk,
og harafturat sum minst, tá
tað snýr seg um útlát, tó at
leiðslan eisini skal virða
ynskinum hjá eigarunum
um eitt sunt avkast.
Royndir frá Danisco
Fyri einum lítlum ári síðani
tók Eyðfinn Egholm við
sum stjóri á Tórshavnar
Skipasmiðju. Eitt tað sjón
ligasta, sum er hent, síðani
nýggi stjórin fór í gongd, er
at felagið hevur fingið
nýggja navnið MEST, men
nógv annað er eisini hent,
og nógv fer at henda næstu
tíðina. Tað løgna er tó, at
nógv av tí, sum fer at henda,
er av tí slagnum, sum ikki
skal síggjast. Kjølurin er
nevniliga lagdur til eina
stórfingna ætlan, ið sum frá
líður skal minka heilt mun
andi um orkunýtsluna hjá
MEST. Longu í 2010 skal
orkunýtslan hjá samtakin
um verða 10 prosent minni
enn hon var í 2007/08.
Eisini skal mongdin av
ruski, sum verður framleitt
í samtakinum, minka við
15 prosentum hetta tíðar
skeið.
At hendan ætlan fer at
eydnast, ivast Eyðfinn Eg
holm ikki í, og hann veit
eisini, hvat tað er hann tosar
um. Áðrenn hann tók við
sum stjóri hjá MEST, ar
beiddi hann í nógv ár hjá
stóru fyritøkuni Danisco,
har hann seinnu árini m.a.
hevði ábyrgdina av eini stór
ari verkætlan, sum skuldi
minka um orkunýtsluna.
Hetta arbeiðið hevur higartil
eydnast somikið væl, at
Danisco seinastu 15 árini
hevur minkað orkunýtslu
sína við 40 prosentum, sam
stundis sum fyritøkan er
vaksin stútt.
Bara byrjanin
Tað eru ymsir mátar at fáa
gongd á orkuminkingina í
einari fyritøku, og MEST
hevur valt at brúka norður
lendsku skipanina EMS
Light ein virkisætlan fyri
smærri fyritøkur í Álandi,
Íslandi og Føroyum sum
lopfjøl.
Vit kundu gott verið
farin í gongd sjálvi, men tá
eg hoyrdi um EMSLight,
var upplagt at MEST gjørd
ist partur av hesi verkætlan,
sigur Eyðfinn Egholm, men
leggur afturat, at EMS
Light bert er byrjanin.
Vit hava í sambandi við
hesa verkætlan sett okkum
sum mál, at minka 10 pro
sent í orkunýtslu næstu tvey
árini, men tað merkir als
ikki, at vit so fara at seta
okkum upp afturá. Tað snýr
seg um at verja umhvørvið
sum mest, og samstundis at
gerast meiri óheft at einari
og somu orkukeldu, nevni
liga oljuni, sigur MEST
stjórin.
Júst hvussu stór orku
minkingin hjá MEST verð
ur í framtíðini, ber ikki til
seta tal á, tí ætlanin er at
orkuminking ella orkuspar
ing skal vera ein reglubundin
partur av øllum manna
gongdum í fyritøkuni.
Frá mínari tíð í Danisco
veit eg, at slíkar broytingar
byrja við einari hugburðs
broyting hjá starvsfólkun
um, og tá so hendan hug
burðsbroyting er hend og
sett í verk, skal nýggi
arbeiðshátturin verða ein
fastur partur av okkara
fyritøku, soleiðis at minking
í orkubrúki og arbeiði fram
ímóti alternativum umhvørv
isvinarligum loysnum, verð
ur ein natúrligur partur av
okkara arbeiði, sigur Eyð
finn Egholm.
Hjá Danisco vístu roynd
irnar, at bara hugburðsbroyt
ingin hjá starvsfólkunum
sum frá leið minkaði orku
brúkið í fyritøkuni 10 pro
sent.
Gott lýsingavirði
Alt hetta við umhvørvi og
burðardyggari menning hev
ur verið rættiliga nógv
frammi í seinastuni. Onkur
skeptikari hevur sagt, at
evnið er skapt av politikar
um og fjølmiðlafólki, sum
MEST skal brúka sum
Samstundis sum ætlanin komandi
árini er at veksa um virksemið í
øllum skipasmiðjusamtakinum
MEST, skal fyritøkan næstu
tvey árini spara 10 prosent av
orku. Eisini skal mongdin av
ruski minka við 15 prosentum.
Eitt av amboðunum í hesum
umhvørvisátaki, er norðurlendska
skrásetingarskipanin EMS-Light,
sum MEST er partur av. Við
drúgvu royndunum frá risastóru
altjóða fyritøkuni Danisco, ivast
stjórin hjá MEST, Eyðfinn Egholm,
ikki í at ætlanin fer at eydnast. –
Hetta er fyri so vítt bara byrjanin,
sigur hann
FAKTA UM MEST
MEST samtakið er ein samanrenning av MEST Tórshavn,
MEST Skála, MEST Vestmanna og MEST Runavík. Høvuðsar
beiðsøkið umfatar at smíða, umbyggja og umvæla skip í
Havn, á Skála og í Vestmanna. Á deildini í Runavík verður
arbeitt við at framleiða vørur úr rustfríum stáli og
tænastum í hesum sambandi. MEST ger eisini ymisk
arbeiði á landi. Yvir 300 starvsfólk eru knýtt at
virkseminum hjá MEST her á landi, og eini 50 hjá
dóttirfelagnum, PAM Offshore Service, í Noregi. Øll hesi
fólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulik, timbur
og máling. Eisini selur fyritøkan eykalutir, umboðar
ymiska útgerð og veitir tænastur við togarum og kranum.
(Kelda: www.mest.fo)
Vilja vit í Føroyum vera partur av
altjóða samfelagnum, og tora at hyggja
upp á okkara grannar og fólk longri úti
í heimi, mugu vit vísa ábyrgd – eisini á
umhvørvisøkinum
Eyðfinn Egholm, stjóri hjá MEST