týsdagur 23. desember 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
26
Henning Bøgesvang,
prestur, koyrdi
lastbil og legði
av at roykja
longu sum sjey
ára gamal. Í
opinskáraðum
práti fortelur
hann millum
annað um
ferðina, hann
koyrdi í kapellið
á motorsúkklu í
prestakjóla
og um mangar aðrar
stuttligar hendingar
Bøgesvang, sum presturin í Sjóvar
prestagjaldið oftast verður nevndur,
er nú vorðin 66 ára gamal, og
hevur upplivað nógv í sínum lívið
sum sjómansprestur og sóknarprest
ur. Men hann upplivdi sanniliga
eisini nøkur ting, áðrenn hann
gjørdist prestur, og upprunaliga
ætlanin var ikki, at gerast prestur.
Hann vildi verða jetpilotur, og hetta
hevur kanska sett síni spor hjá
skemtingarsama prestinum.
Eitt nú hevur hann altíð verið
glaður fyri akfør. Í eina tíð tók skuldi
hann ansað eftir motorsúkkluni hjá
einum vinmanni, sum av onkrari
orsøk ikki kundi hava hana. Tá var
tað, at hann koyrdi á motorsúkklu í
prestakjóla.
– Eg hevði eini ørindir á
kapellinum á sjúkrahúsinum í Klaks
vík. Sólin skein, motorsúkklan og
bilurin stóðu lið um lið í túninum. So
eg tók bara motorsúkkluna. Eg skilji
væl, at summi blivu eitt sindur kløkk,
og kanska ikki tóku tað so væl upp,
men við hvørt gera vit ting, sum vit
ikki kunnu greiða frá. Kanska bara
tí tað er stuttligt, greiðir presturin frá.
Hann fortelur eisini, at hetta ikki var
hansara seinasti túrur á motorsúkklu,
tí hann hevur ofta koyrt til Viðareiðis
á motorsúkklu at halda gudstæn
astu, men tá koyrdi hann ikki í
prestakjóla.
Legði av at roykja sum sjey
ára gamal
Henning Bøgesvang vaks upp í
Skanderup við Kolding í Danmark.
Pápin hevði lastbilar og mamman
var heimagangandi. Í heiminum
búðu, umframt tey seks systkini hjá
Henning, eisini bilførararnir hjá
pápanum, so hetta við bilum hevði
stóran týdning í uppvøkstrinum hjá
Bøgesvang.
– Tað var kanska nokk so ópeda
gogiskt. Men pápi lærdi meg tíð
liga at koyra lastbil og at roykja. Tá
eg byrjaði í skúla, sum sjey ára
gamal, mátti eg gevast at roykja, tí
tað slapp mann ikki í skúlanum,
sigur presturin.
– Einaferð vóru vit í einum Ford
lastbili við skermum á síðuni. Tveir
kammeratar hjá mær lógu á teim
um, og pápi stóð uppi í lastini. Eg
koyrdi bilin, tá politii kom yvir til
bilin, tí hesir kammeratarnir lógu á
skermunum, meðan vit koyrdu.
Politistarnir spurdu, hvør koyrdi bilin.
Pápi var í lastini og kundi onki siga.
Tá teir so sóu meg inni á førara
setrinum, spurdu teir, hvussu gamal
eg var. Eg minnist so týðiliga, at eg
svaraði, at eg var sjey ár, flennir
Bøgesvang.
Koyrdi turistbuss
Árini Bøgesvang las til prest, koyrdi
hann turistbuss í Evropa í summar
frítíðini. Á hesum túrum upplivdi
hann nógv. Ofta gekk bilurin fyri,
og tá vóru hini bilførararnir skjótir at
arga.
– Hevur tú ikki Gud við tær,
spurdu teir, tá bilurin gekk fyri,
flennir Bøgesvang og leggur afturat,
at tað ikki altíð var galið við
bussinum, hóast tað sá soleiðis út.
– Eg minnist einaferð, vit vóru í
Køln. Fólkini skuldu síggja dóm
kirkjuna, og tað var so langt til
parkeringsplássini. So eg steðgaði
bara beint uttanfyri kirkjuna, og
loysti luftskrúvuna, so bussurin ikki
fekk koyrt. Beinanvegin kom politiið
og bað meg flyta bussin. Men eg
segði við teir, at eg slapp ongan
veg, tí okkurt var galið við bussin
um. Men eg stóð og forðaði
ferðsluni, søgdu teir. Eg fór so út og
skrúvaði luftskrúvna soleiðis, at eg
akkurát kláraði at flyta bussin nakrar
metrar fram. Tá vóru teir so øgiliga
takksamir, tí eg hevði flutt bussin. Tá
ferðafólkini komu útaftur, setti eg
lufskrúvuna upp á pláss, og so
koyrdu vit avstað.
Í prestakjóla á