týsdagur 23. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2008
27
tíðindi
minst av orku
vilja styrkja um tilverurættin
hjá sær. Eyðfinn Egholm er
ikki heilt samdur.
- Tað kann gott vera, at
júst umhvørvisspurningurin
í mun til ymiskt annað
hevur verið nógv á bredd-
anum seinnu árini, men
hetta er ein týdningarmikil
spurningur, sum øll – eisini
føroyingar – eiga at taka
støðu til. Vilja vit í Føroyum
vera partur av altjóða sam-
felagnum, og tora at hyggja
upp á okkara grannar og
fólk longri úti í heimi,
mugu vit vísa ábyrgd, sigur
hann.
Men hvussu so við teim-
um, sum siga, at allar hesar
umhvørvismerkingarnar
bara verða brúktar sum gott
PR hjá framleiðslufyritøk-
um?
- Tað er rætt, at umhvørvis-
merkingar kunnu brúkast,
tá ein fyritøka skal markn-
aðarførast, men eg dugi
ikki at síggja nakað skeivt í
at vísa viðskiftafólki bæði
innanlands og uttanlands,
at
ein
fyritøka
kennir
ábyrgd yvirfyri umhvørvin-
um. Slík tekin vísa jú sam-
stundis, at talan er um eina
fyritøku, sum tekur seg
sjálva í álvara, og tá skal
ikki so nógv til hjá kundan-
um, fyri at hann kemur til
tað niðurstøðu, at fyritøkan
eisini tekur kundan í álvara,
sigur MEST-stjórin.
Skráseting og stýring
Men hvussu ætlar MEST
so ítøkiliga at fáa orkubrúkið
niður við 10 prosentum
næstu tvey árini, og sam-
stundis veksa um virksemi
sítt?
Ja, talan er ikki um nakr-
an gandafrymil. Í veruleik-
anum skal ikki meira til – í
fyrstani – enn at skráseta
alt orkubrúkið í fyritøkuni,
og so greina tey tøl, sum
funnið verður framt til.
Tølini fara at vísa, um brúk-
ið er óneyðuga stórt á
summum økjum í fyritøk-
uni. MEST hevur skrásett
samlaða orkubrúkið hjá
fyritøkuni í fjør og higartil í
ár, og sum dømi um eitt
øki, har tað kann setast inn
beinanvegin, nevnir Eyð-
finn Egholm nøkur av set-
húsunum, sum fyritøkan
eigur.
- Hús, sum eru um somu
stødd, brúka sera ymiskar
nøgdir av olju til upphiting.
Her kann vera talan um ov
illa bjálvað hús, ov skila-
leyst brúk, ella ein kombina-
tión av hesum. Í øllum før-
um kunnu vit fara í gongd
beinanvegin við ábøtum, og
líknandi broytingar kunnu
eisini gerast á størri økjum
í fyritøkuni, sigur Eyðfinn
Egholm.
Tá tað snýr seg um orku-
slúkar, skulu hesir beinast av
vegnum næstu árini, og sum
frá líður skal fyritøkan verða
somikið væl fyri, at tað ein-
asta, sum hugsast skal um, er
at taka tær umhvørvisligu
røttu loysnirnar.
- Burðardyggu íløgurnar
eru í summum førum størri,
tá mann hugsar stutt, men
tað góða við hesum er jú, at
tær fíggjarliga loysa seg í
longdini,
sigur
Eyðfinn
Egholm.
Bjóða seg fram
Fyri at fáa sum mest burtur
úr tí tilfeingi, sum er í fyri-
tøkuni, hevur MEST gjørt
av at heita á starvsfólkini
um at bjóða seg fram.
- Vit vita, at fólk eru í fyri-
tøkuni, sum hava góð hug-
skot til, hvussu fyritøkan
kann gerast meiri burðar-
dygg, og tí hava vit valt at
biðja tey koma við sínum
hugskotum, sigur Eyðfinn
Egholm.
Ætlanin er so at fáa tey
sum hava hug og førleika,
at standa fyri onkrum verk-
ætlanum, eins og tey, sum
koma við hugskotum, ið
kunnu brúkast, fáa okkurt
slag av bonus fyri hugskot
síni.
Fimm skjótir
spurningar
til samskiparan
Kristianna Winther Poulsen er vegna
Atlanticon samskipari fyri EMS-Light
verkætlanini í Føroyum. Vit hava sett henni
fimm stuttar spurningar um tiltakið og
føroysku luttøkuna
Hvat vildi myndugleikin
upprunaliga,, at EMS-
Light skuldi leiða til?
EMS light-Nordic er ein
norðurlendsk verkætlan
(undir Norðurlanda-
ráðnum), sum miðjar
ímóti at stuðla burðar-
dyggari menning í teim
smáu samfeløgunum í
norðurlondum.
Høvuðsendamálið fyri
verkætlanini er at økja
um støðið á verjuni av
umhvørvinum og
kappingarførinum hjá
teim smáu og miðalstóru
virkjunum.
Hvar byrjaði prátið um
EMS-Light?
Ein minni verkætlan
varð gjørd fyri at kanna, um tørvur var á eini
umhvørvisskipan sum EMS-Light Nordic í Fø, Ísl. Og
Álandi. Og tað vísti seg, at tað var tað.
Nær blivu føroyskar fyritøkur virknar í verkætlanina?
Í Føroyum byrjaði EMS-Light Nordic tíðliga í 2007. Í
mai 2007 var ein byrjanarverkstova hildin. Onkrar
fyritøkur eru komnar við í verkætlanina seinni.
Fáa fyritøkurnar nakað ítøkiligt stempul ella prógv?
Hetta er ein spurningur um fígging frá Norðurlanda-
ráðnum. Tað er ikki endaliga avgjørt enn, um
verkætlanin endar við, at luttakandi fyritøkurnar fáa
eitt umhvørvisstempul.
Hvørjar skipanir/umhvørvisstempul kunnu fyritøkurnar
arbeiða fram ímóti, tá ið hendan verkætlanin er liðug?
ISO 14001 er tann mest nærliggjandi skipanin, sum
fyritøkurnar framhaldandi kunnu arbeiða fram ímóti,
um ynski er um tað. Hvussu nógv er eftir á mál, tá ið
fyritøkurnar hava implementerað EMS-Light Nordic,
veldst um, hvussu nógv tær hava gjørt við EMS-Light
Nordic. Um tær hava gjørt nógv við at implementera
hesa skipan, er munurin ikki so stórur.
Meira kunning um EMS-Light fæst á www.ems-light.org
Kristianna Winther Poulsen
FAKTA UM
EYÐFINN
EGHOLM
Stjóri á skipasmiðju
samtakinum MEST
59 ár
Sivilverkfrøðingur og
HD í fígging
Arbeiðsroyndir:
197679 De Danske
Sukkerfabrikker
19791993 Teknicon,
føroysk felag.
Partaeigari og leiðari.
19932008 Danisco
Sugar – seinnu árini
tekniskur leiðari fyri
Danisco Sugar Nykøbing
2008 MEST
– Vit hava í sambandi við
hesa verkætlan sett okkum
sum mál at minka 10 prosent
í orkubrúki næstu tvey árini,
men tað merkir als ikki, at
vit so fara at seta okkum upp
afturá. Tað snýr seg um hvønn
dag at verja umhvørvið sum
mest, sigur Eyðfinn Egholm,
stjóri hjá MEST
Mynd: Leif Láad