týsdagur 23. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
27
Eystanvert múrin
Tá Bøgesvang koyrdi turistbuss vóru
eisini hendingar, ið vóru meira
álvarsamar.
– Einaferð tá ið eg skuldi til Eystur
týsklands við nøkrum ferðafólkum
hendi nakað løgið. Vit komu inn í
Eysturtýskland, og eg bleiv steðg
aður av einum politisti. Eg hevði
koyrt 50 kilometur um tíman, sum
mann átti, men politisturin segði, at
eg hevði koyrt 70. Eg segði tað
ikki var rætt, men hann bað um
passið hjá mær, sum leyk øll krøv.
Síðani segði hann, at eg skuldi
gjalda honum pening fyri at fáa
passið aftur, og tað mátti eg so
bara gera, greiðir presturin frá.
Á heimtúrinum hendu eisini ting
og sakir. Tí tá tey skuldu inn aftur í
Vesturtýskland, vórðu tey aftur
steðgað.
– Teir koyrdu spegl undir bussin,
fyri at kanna um onkur hevði goymt
seg har. Øll vóru koyrd úr bussinum,
og so stungu politistarnir pinnar
niður í setrini um so var, at onkur
hevði goymt seg har, greiðir hann
frá.
Bjargaði kenningum
Einaferð verkfall skuldi byrja á mid
nátt, ringdi strandferðslustjórin í
Klaksvík til Bøgesvang, tí hann visti,
at prestur hevði stóra koyrikorti.
– Hann spurdi meg, hvat ein
prestur ger. Eg svaraði, at ein
prestur hjálpir fólki í neyð. Tá lat í
honum, at hann var í dýrastu neyð,
tí báturin skuldi seinasta túrin
yvirum, og ongin førari var til
Føroya Bjór bilarnar. Eg játtaði
sjálvandi at hjálpa, og koyrdi
bilarnar umborð á Ternuna, áðrenn
verkfallið byrjaði. Tá onkur spurdi
meg, hvat eg hevði í bilinum,
svaraði eg bara sodavatn, flennir
Bøgesvang, sum allarhelst bjargaði
onkrari kenningini hendan dagin.
Vildi vera flogskipari
Hóast Henning Bøgesvang av
mongum verður mettur at vera ein
sera góður prestur, var hetta als ikki
dreymurin, tá hann var yngri.
– Eg vildi verða jetpilotur, men
hetta var ógjørligt, tí eg var litblind
ur. Síðani vóru ætlanir um at gerast
djóralækni, men endin var, at eg
fór undir at lesa til prest. Helst var
orsøkin, at presturin, sum konfirmer
aði meg, umboðaði ein góðan og
glaðan kristindóm, sum eg fegin
vildi gerast partur av. Foreldur míni
vóru eisini grundtvigianarar, sum er
ein glaður kristindómur, har tað er
loyvt at dansa og vera glaður. So
hetta kundi eg standa inn fyri,
greiðir presturin frá.
Meðan Bøgesvang las gudfrøði,
hevði hann nógvar navnframir
lærarar. Ein teirra var Lindhardt,
sum helt, at bæði himmal og helviti
eru á jørð, og at helviti ikki var
nøkur ævig støða.
– Lindhardt hevði sjálvur upplivað
helviti á jørð, tá hann var í týningar
legu undir øðrum heimsbardaga.
Helst var hetta orsøkin til, at hann
ikki helt, at helviti kundi vera ævigt,
greiðir Bøgesvang frá.
Tit drupu Jesus
Henning Bøgesvang hevur altíð
havt góðan hug at ferðast, og hann
heldur, at mamman er orsøkin til
hesa trongd.
– Mamma sat ofta við einum
atlasi. Hon ferðist ikki nógv sjálv,
men í huganum ferðaðist hon ofta,
sigur Henning Bøgesvang. Hetta
var helst eisini høvuðsorsøkunum til,
at hann valdi at gerast sjómansprest
ur. Bøgesvang dámdi ómetaliga
væl at vera sjómansprestur, tí tá
slapp hann at gera so nógv prakt
iskt ting.
– Tá tú ert sjómansprestur, ert tú í
einari serligari støðu. Tú tosar við
fólk um vanlig ting útfrá teirra for
treytum, fortelur Bøgesvang, sum
upplivdi mangt og hvat, meðan
hann var sjómansprestur í Ant
werpen í Belgia.
Langa fríggjadag helt Bøgesvang
prædiku fyri føroyskum og donskum
sjómonnum í Antwerpen í Belgia.
Hann greiddi frá um Jesu líðing og
deyða. Við til gudstænastuna vóru
eisini tveir sjómenn úr Danmark,
sum fóru í býin aftaná. Mitt um
náttina ringdi løgreglan til sjómans
prestin og greiddi frá, at hesir báðir
sótu í geglinum, tí teir høvdu verið í
bardaga.
– Tá eg kom til menninar, spurdi
eg, hví teir vóru settir fastir. Annar
greiddi frá, at teir høvdu drukkið
nakrar øl, og úti á gøtuni høvdu teir
møtt einum jøda, sum annar teirra
hevði sligið. Nógv fólk og politi
varð savnað á staðnum. Tá jødin
kom fyri seg aftur, hevði hann spurt,
hví hann var sligin. Og svarið var,
at tað vóru jødarnir, sum drupu
Jesus. – Men tað eru næstan 2000
ár síðan, greiddi jødin frá. – Tað
kann gera tað sama. Eg hoyrdi tað
fyrstu ferð í kvøld, svaraði
sjómaðurin.
Ilt í kortinum
Ein onnur hending presturin kemur í
tankar um, er einaferð hann fór til
læknan við einum manni.
– Maðurin hevði ilt í rygginum,
og vit avgjørdu at fara til læknan
við honum. Á rygginum hevði hann
tatoverað eitt stórt Evropakort. Tá
læknin spurdi, hvar hann hevði ilt,
svaraði hann, at tað var í ryggin
um. Læknin spurdi, hvar á
rygginum. Tá var sjómaður skjótur
at svara, at tað var í Írlandi. – Hvar
í Írlandi, spurdi læknin. – Onkra
staðni nærhendis Dublin, svaraði
sjómaðurin.
Einaferð fór Bøgesvang umborð
á eitt Mærsk skip fyri at finna ein
eykalut til motorin í einum svenskum
skipi.
– Tað var stuttligt at síggja
reaktiónina, tá teir funnu útav, at
presturin hevði skil fyri motorum,
sigur fyrrverandi sjómanspresturin.
Praktiskur prestur
Eisini meðan Bøgesvang var prestur
í Klaksvík var hann ofta praktiskur.
Ein dagin vildi hann mála hjallin,
og stillaði seg upp á ein ølkassa,
fyri at røkka betur.
– Eg og Páll á Dul, sum var høgt
í metum í Brøðrasamkomuni í Klaks
vík, vóru í skúlaráðnum saman. Tá
hann sær meg standa á ølkassan
um, spyr hann, um tað sømir seg
presti at standa soleiðis. Tá svaraði
eg soleiðis: Sært tú ikki, at hann er
umvendur? Flennir Bøgesvang og
vísir til, at ølkassin stóð upp og
niður.
Hetta leiðir prestin beinleiðis til
næstu hending, tá ið hann skuldi
halda gudstænastu í Hósvík og í
Hvalvík sama dag, sum hann koyrdi
ein lastbil til Miðvágs.
– Eg hevði so lítla tíð, og endin
var, at eg koyrdi við lastbilinum til
Hósvíkar. Tá eg hevði hildið prædik
una har, skundaði eg mær í last
bilin, enn í prestakjóla. Tað vóru
eyguni á hvalvíkingum stór.
Ein Jólasøga úr USA
Í 1988 búðu Henning og Solveg í
USA, har Solveg arbeiddi sum
sjálvboðin sjúkrasystir, og Henning
var óløntur hjálparprestur hjá
sjómanskirkjuni í New York.
Jólaaftan skuldi hann halda
jólagudstænastu í Washington. Úti
á vegnum, tá hann var á veg heim
aftur, fekk hann brádliga okkurt
spískt ímóti rygginum, og fekk at
vita, at hann skuldi geva manninum
pengarnar.
– Eg eri ein fátækur prestur, so tú
skalt ikki rokna við nógvum frá mær,
segði eg við hann. Maðurin
beinanvegin bað orsaka, men fekk
kortini nakrar dollarar. Tá Bøges
vang kom í flogfarið gekk alt
rímiliga væl, líka til hann skuldi við
bussinum til hús.
– Eg fann ikki heim til Brooklyn,
og endaði í einari myrkari smogu.
Brádliga var ein rúgva av ung
dómum í leðurjakkum á knallertum
rundan um meg. Eg var eitt sindur
bangin, tí eg slapp ongan veg.
Men tey bóðu meg taka tað heilt
róligt. Eg bjóðaði teimum sigarettir,
hetta var áðrenn sigarettir blivu
farligar, og so settu vit okkum niður.
Tey spurdu, hvat eg hevði gjørt, og
hvat eg hevði sagt við fólkini í
Washington. So eg broytti tað eitt
sindur, so tað hóskaði betri til ung
fólk, og tey lurtaðu.
– Tá eg var liðugur við gleðiboð
skapin, spurdu nøkur teirra, um
hetta veruliga var tað, sum jólini
snúgva seg um. Tí soleiðis upplivdu
tey ikki jólini. Tey greiddu mær frá,
at heima hjá teimum gekk alt út
uppá at vera so fínur sum gjørligt,
og tí dámdi teimum betri at vera úti
og koyra á motorsúkklu.
– Tað rørdi meg veruliga, at hesir
vælbjargaðu ungdómarnir ikki
tímdu at vera heima saman við
familjuni á jólum, tí tað ikki var
pláss fyri síðum hári og leður
jakkum. Tí sjálvandi skal pláss vera
fyri øllum.
Heima í Føroyum
Hóast Bøgesvang ikki er føddur
føroyingur, so rópar hann Føroyar
sítt heim.
– Tá vit búðu í Svøríki, søgdu vit
altíð heima í Føroyum. Men tað er
ikki so løgið aftaná 20 ár í landin
um. Synirnir eru uppvaksnir her og
hava føroyskar konur og nøkur av
abbabørnunum búgva eisini í
Føroyum. Men heima er eisini í
Danmark, tí har havi eg systkin og
har eri eg uppvaksin.
Henning og Solveg Bøgesvang
búgva nú í Søldarfirði. Ætlanin var
annars at flyta til Føroyar at njóta
pensionistatilveruna. Men fram til 1.
mars verður Henning Bøgesvang í
hvussu so er sóknarprestur í Sjóvar
prestagjaldi. Og tá hann viðhvørt
verður troyttur av at vera prestur, so
koyrir hann ein túr við lastbilinum.
_____________________________
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Navn: Henning Nissen
Bøgesvang
Føðisstaður: Skandelup,
Suðurjútland
Føðidagur: 27.03.42
Foreldur:
Dorthea Bøgesvang
Vilads Bøgesvang
Kona:
Solveg Bøgesvang
(13.02.41)
Børn
Anders Bøgesvang
(31.08.65)
Vilads Bøgesvang (24.02.70)
Abbabørn:
Henning
Martin
Solveg
Lukas
Ria
Kristian
Emilia og Viktoria
Lívrættur: Kalkunsteik
1942: Føddur
1956: Preliminer
1958: Húskallur
1960: Studentaskúla
1962: Teologi
1969: Sjómansprestur í
Belgia
1976: Sóknarprestur í
Norðoyar vestara prestagjaldi
1988: Sjómansprestur í New
York
1989: Sóknarprestur í
Norðoyar vestara prestagjaldi
1998: Sjómansprestur í
Gøteborg
2008: Sóknarprestur í Sjóvar
prestagjaldi
motorsúkklu
Øllum Føroya
fólki verður ynskt
eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár!
SP/F GRAVSTEINAR