Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2008 Tað er hugaligt at síggja, hvussu føroyingar kunnu gera seg gald­ andi út í heimi, eisini tá ið tað ræður um at bøta um fólkaræði og mannarættindi. Henda frásøgn er eitt beinleið­ us úrslit av okkara lýsing av ein­ um øðrum føroyingi í slíkum ørindunum, nevniliga Daniel J. Danielsen, sum fyrst í undan­ farnu øld bardist móti harð­ ræðinum í Congo. Í november varð eg uppringdur av Elisabeth Joensen úr Vági. Hon hevði vitjan av eini ommu­ dóttir úr Noregi, sum var áhugað í Congo og søguni hjá landinum. Omman hevði so fortalt Lindu um greinarøðina um Congo og Daniel J. Danielsen í Miðvikuni í vár og fjørheyst. Hesum tilfari gjørdist Linda áhugað í, og tað eydnaðist at lata hana fáa hesar greinir, beint áðrenn hon skuldu fara til Noregs við Norrønu. Á hendan hátt fekst at vita um arbeiðið hjá Lindu, sum má sigast at vera stak áhugavert og spenn­ andi. Hon er nevniliga við einum eygleiðaraliði hjá ES, sum ferðast til ymisk lond at tryggja friðin og at menna teirra fólkaræði. Orsøkin fyri hesum áhuganum fyri Congo var, at har var ein slíkur ófriður beint tá, at umhugs­ að varð at senda eitt eygleiðaralið hagar, sum Linda skuldi verða partur av. Tessvegna fekk hon ein vinkul á søguna hjá Congo, sum hon annars ikki hevði, og sum hon var sera fegin um at fáa. Linda sigur, at nú er so mikið avhasað við ófriðinum í Congo, at ætlanirnar at fara hagar eru slept­ ar sum støðan nú er. “Teir eru troyttir av at berjast,” sigur hon. Valeygleiðari úr Vági í Bangladesh Men tá lá fyri framman, at Linda skuldi fara til Bangladesh at vera eygleiðari við parlamentsvalið 29. desember. Tíðin var stutt, men vit fingu kortini stundir til eitt prát um hesar ætlanir. Hetta gav kensluna av, at hetta var sera dugnalig og dámlig kvinna, sum bert 34 ára gomul hevur nátt eini støðu, har hon kann bøta um heimin! Men hvør er Linda? Pápi hennara er Danial Johan, kallaður Dan, Joensen, ættaður úr Vági. Foreldrini hjá honum eru Elisabeth og Alvin, sáli, sum var ættaður úr Sumba. Dan fór ungur til Noregs, har hann giftist við norskari gentu. Seinastu árini hevur hann siglt sum skipari við rækjutrolaranum Havborg hjá Osmundi Justinussen. Dan eigur trý børn. Andrias arbeiðir fyri norska herin og hevur m.a. annað verið í Afganist­ an. Yngvar er politistur, og so er tað Linda, sum er fødd í Føroy­ um. Frá heilt ungum av hevur hon havt áhuga fyri máli. Um­ framt vanligu høvuðsmálini hevur hon lært serbo­ kroatiskt, sum er høvuðsmálið í gamla Jugoslavia. Saman við dugna­ skapi eisini á øðrum økjum hevur hetta ført til, at boð hevur verið eftir henni í brennideplum ymsa staðni í heiminum. Hon hevur í hesum ørindum havt upp­ gávur fyri ST og NATO, og nú er tað so ES, sum hon virkar fyri. Hon hevur verið valeygleiðari í Ukraina. Og tað er ikki longur síðan enn í september, at hon var við sum eygleiðari í Rwanda við tess blóðigu søgu og fólkamorði fyri bert fáum árum síðani. Tá ið hugsað verður um hetta, gekk valið merkiliga væl, hóast tað kanska ikki so fullkomið sum á okkara leiðum. Tað merkisverda við hesum vali var annars, at við óbeinleiðis vali er tryggjað kvinn­ um, ungum og førleikaskerdum umboðan í tinginum. Men hesa ferð var tað Bangla­ desh. Eg havi havt samband við Lindu, nú hon er stødd í Bangla­ desh, og hevur hon greitt frá, hvussu hon hevur upplivað hetta land. Eisini eru myndirnar í hesi grein frá henni. Bangladesh hoyra vit nærum bert um í fjølmiðlunum, tá ið tað er vatnflóð ella ein ferga koppar og fólk í hundraðtali drukna. Men landið er sjálvsagt nógv meira enn tað. Tað er eisini greitt, at Linda er hugtikin av landinum og fólkinum og ikki minst av kvinnunum. Hon held­ ur, at landið er alt ov nógv undirmett av umheiminum. Linda greiður frá: Kvinnurar hava bein í nøsini Í løtini eru vit tveir eygleiðarar úr Noregi. Vit býta landið millum okkum, og eg eri send til land­ nyrðingshornið í landinum, ikki langt frá markinum til India. Hetta hevur verið ein fantastisk uppliving, og tað verður ikki minni spennandi komandi Linda úr Vági tryggjar rættvíst val í Bangladesh Tann 29. desember er parlamentsval í Bangladesh. At tryggja, at valið fer rætt fram, verður tað fylgt av eygleiðarum frá Europeiska Samveldinum. Ein av hesum er Linda Joensen, sum er hálvur vágbingur Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Her er Linda á einum fundi saman við hindukvinnum, sum skulu luttaka í valinum sum starvsfólk Her hittir Linda eitt óheft valevni 28 tíðindi