Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 178 - 15. september 2001 Nr. 178 - 15. september 2001 3 Arbeitt verður við eini ítøkiligari ætlan um at gera barnagarð til børn hjá starvsfólki á Landssjúkrahús- inum BARNAGARÐUR Turið Kjølbro Gongst eftir vild letur Landssjúkrahúsið ein barnagarð upp tíðliga í komandi ári. Fyrst í hesum árinum gjørdi Landssjúkrahúsið eina kanning millum starvs- fólkini á stovninum um, hvussu nógv teirra tørv- ar stovnspláss til børn teirra. Úrslitið av kann- ingini, sum 250 starvs- fólk svaraðu uppá, vísir, at í minsta lagi 30 teirra hava tørv á stovnsplássi her og nú. - Akutti tørvurin er ivaleyst størri, tí kann- ingin sigur einki um tey, sum høvdu tikið av starvi á Landssjúkra- húsinum, um tey fingu børnini ansað, eitt nú starvsfólk sum koma aðrastaðni frá, sigur Jóannis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri. Kanningin vísir eisini, at eini 60 foreldur høvdu tikið børn síni úr stovn- inum, tey brúka í løtuni, um Landssjúkrahúsið skipar ein stovn, ið hev- ur opið alt døgnið. Landssjúkrahúsið hevur møguleika at seta reglur fyri, hvussu nógv pláss stovnurin vil hava stand- andi tøk, til eitt nú starvsfólk, sum koma úr øðrum londum at ar- beiða á Landssjúkrahús- inum styttri og longri tíðarskeið. Leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum arbeiðir í løtuni við ymiskum loysnum, soleiðis at ein barnagarður verður veruleiki nakað skjótt. Ein hóskandi bygningur er inni í myndini. Hend- an eigur Almanna- og heilsumálastýrið, men sjúkrahússtjórin vil ikki upplýsa, hvør bygningur er talan um, fyrr enn ymisk viðurskifti eru fingin uppá pláss. Tórs- havnar kommunu hevur kannað bygningin og góðkent hann til barna- garð. Mett verður, at tað fer at kosta umleið 1,7 mió. krónur at byggja hann um til barnagarð, og verður hendan upp- hæddin játtað á næstu eykajáttan, sum kemur fyri tingið í oktober, verður farið til verka beinanvegin. - Umbyggingin fer helst at taka einar fýra mánaðir frá tí pengarnir eru játtaðir, sigur Jó- annis Erik Køtlum. Landssjúkrahúsið rindar 80 prosent av íløguni í stovnin meðan Tórs- havnar býráð rindar 20 prosent. Raksturin rinda kommunan og foreldrini í felag. Letur barnagarð upp til várs Akutti tørvurin á stovns- plássum er ivaleyst størri enn kanningin vísir, sigur Jóannis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri Aftur í ár var musikkskúlastevnan hildin, tó nærum eitt hálvt ár seinni enn fyrst ætlað. -Tað eydnaðist avbera væl, betri enn vit høvdu forvæntað- , sigur ein væl nøgdur Martin Mouritsen TÓNLEIKASTEVNA Jón Festirstein Andreasen Í døgunum 7 - 9 sept. var musikkskúlastevnan aftur á skránni. Stevnan var útsett nærum eitt hálvt ár, or- sakað av verkfallinum fyrri í ár. Á stevnuni luttóku 250 næmingar úr musikkskúl- um kring landið. Næm- ingarnir vóru skipaðir í ymisk orkestur, og aftaná tveir dagar við venjingum, endaði stevnan sunnudagin við einari konsert í Norður- landahúsinum, har ið øll spældu við. Í ár varð musikkskúla- stevnan skipað eitt sindur øðrvísi enn í teimum fyrru árunum. Mann hevði valt at býta stevnuna í fleiri partar, alt eftir ljóðføri. Tann stevnan, ið var herfyri, var bert fyri strúkarar og blás- arar. Orsøkin til hetta var, at á teimum fyrru musikk- skúlastevnunum, har í øll ljóðføri luttóku, vóru alt ov ringar at halda skil á. Pláss var eiheldur fyri øllum foreldrunum, ið vóru komin at lurta eftir teirra barni á konsertinum. Av trygdarávum bleiv luttak- aratalið avmarkað fyri at eftirlíka trygdartiltøk. Fyrra árið, tá ið øll ljóðføri luttóku, var luttakaratalið yvir 400. Mennir áhugan Tað er Føroya Musikk- skúlaskipan ið skipar fyri stevnunar. Endamálið við einari tílíkari stevnu er at geva næmingum høvi til at spæla í bólkum og at menna áhugan hjá børnum at halda áfram við at spæla tónleik. Tá ið musikkskúlastevn- an byrjaði fyri 16 árum síðani, var endamálið at geva næmingum høvi til at hoyra onnur ljóðføri enn teirra egna, men tað var ov strævið at fyriskipa við, og nú fokuserar man á ljóðføri hjá næminginum, sigur Martin Mouritsen. Musikkskúlastevnur eru ikki um eitt serføroyskt tiltak. Eitt nú í Skotlandi skipar mann fyri líknandi stevnu hvønn mánað. Martin Mouritsen hevði kunna hugsað sær at skipa fyri enn størri orkestur, tó skal talið á luttakarum ikki yvir hundrað, tí royndir vísa, at tað er ov ringt at halda skil á so mongum børnum. Á seinastu stevnu vóru sjey ymisk orkestur, ið vóru mannaði av 250 børn og ung frá 7 - 20 ár, so tað kann sigast, at undirtøkan hevur verið heilt góð. Musikkskúlastevnan 2001 C M Y K 3 2