Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 178 - 15. september 2001 Nr. 178 - 15. september 2001 5 Runavíkar Kommuna fær tveir nýggjar barnagarðar í næst- um. Ein við Toftavatn og ein í Lamba BARNAANSING Edvard Joensen Runavík: Runavíkar Kommuna ger nakað við barnaansingina. Langi bíði- listin skal styttast munandi, og tað skal gerast við tveimum barnagørðum, sum verða klárir komandi ár. Við Toftavatn er farið undir at grava út fyri einum nýggjum barnagarði, sum ætlandi skal hýsa 90-100 børnum, meðan skúlin í Lamba við eini lítlari til- bygging skal gerast úti- barnagarður, har eini 20-30 børn fara at ganga. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at nýggi barnagarð- urin við Toftavatn væntandi verður liðugur seint í 2002. Hvør endaligi kostnaðurin fyri barnagarðin verður, vil Rodmundur Nielsen ikki siga nakað um enn. –Tað er iki komið so langt enn, sigur hann, hóast útgrevsturin er í gongd. Enn er ikki alt arbeiðið boðið út. Hinvegin veit hann at siga, at útibarnagarðurin í Lamba fer at kosta umleið 500.00 - 600.000 krónur. Talan er um at byggja ein tilbygning upp í skúlan í Lamba, sum síðan skal brúkast til útibarnagarð, har eini 20-30 børn fara at halda til. Hesin barnagarð- urin skal eftir ætlan vera klárur at taka í brúk tíðliga í komandi ári, sigur borgar- stjórin. Rodmundur Nielsen met- ir Lamba at vera eitt satt Paradís, sum neyvan fæst betri til júst hetta enda- málið. –Væl kann tað vera, at tað liggur eitt sindur av- síðis, um vit hugsa um fólk, sum búgva í Runavík. Men Í Runavíkar Kommunu er í grundini alt avsíðis, heldur borgarstjórin og sipar har við til, at kommuna røkkur heilt innan av Skipanesi til Æðuvíkar. Hesir báðir barnagarðar- nir, sum nú koma afturat í Runavíkar Kommunu, skuldu farið at hjálpt reiði- liga væl upp á tørvin, sum er. Í dag eru umleið 70 børn á bíðilista, meðan hesi bæði tilboðini fara at hýsa stórthundrað børnum. Tveir nýggir barnagarðar í Runavíkar Kommunu Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, og Hans Jacob Lamhauge, formaður fyri sjálvsognarstovnin Kongshavnar Barnagarð, hyggja at útgrevstrinum fyri nýggjum barnagarði við Toftavatn Mynd: Jens Kristian Vang Starvsmannafelagið og kommunurnar samráðast um sátt- málar fyri kommun- alu starvsfólkini. Miðað verður í móti eini semju í komandi viku SÁTTMÁLASAMRÁÐINGAR Edvard Joensen Starvsmannafelagið og kommunalu myndugleikar- nir samráðast í løtuni um sáttmála fyri kommunalu starvsfólkini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Samráðingarnar hava stað- ið við, síðan avtalan við Fíggjarmálastýrið varð gjørd í mei mánaða, sigur formaðurin í Starvsmanna- felagnum. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum, sigur, at nú hevur hendan samráðingar- støðan vart so mikið leingi, at tíð er at fáa hana enda- liga avgreidda. Og hann hevur vónir um, at tað fer at bera til, skilst á honum. –Sjálvandi er ilt at siga nakað fyri vist, áðrenn far- ið er undir seinastu fund- irnar. Men vit høvdu ein fund í vikuni, sum gav vón- ir um, at okkurt fer at spyrj- ast burturúr, sigur hann. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at nýggjur samráðingar- fundur er avtalaður at verða fyrrapartin komandi mána- dag. Og tá roknar hann við, at eitt endaligt úrslit fæst. –Hvussu annars verður, ber bara til at gita um. Øll vita, hvørjar møguleikar vit hava, um tað ikki endar við semju, sigur hann. Har við sipar hann sjálv- andi til, at tað í ringasta lagi kann enda við einum verk- falli á kommunalu arbeiðs- plássunum. Men tí møgu- leikanum vilja báðir partar helst sleppa undan, skilst á formanninum í Starvs- mannafelagnum. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at teir hava í grundini tveir partar at samráðast við. Tað eru tey bæði kommunalu arbeiðsgevara- feløgini, Kommunufelagið og Kommunusamskipanin. Tað eru nógvar kommunur í hesum báðum felagsskap- unum, og tær eru rættiliga ymiskar. Bæði stórar og smáar. Tað kann so vera ein orsøk til, at tað gongur eitt sindur strilti við samráð- ingunum, heldur Gunnleiv- ur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sum leiðir samráðingarnar hjá kommunalu starvsfólk- unum. Gunnleivur Dalsgarð, for- maður í Starvsmannafelag- num, vónar, at ein sáttmáli um kommunalu starvsfólkini fæst í komandi viku Samráðast um kommunalar sáttmálar Føroya Fornminnis- savn hevði umleið 7.000 vitjanir í summar FRAMSÝNINGAR Føroya Fornminnissavn let- ur hampiliga væl at úrs- litinum fyri summarið. Eini 7.000 fólk hava vitjað savn- ið í summar. Sagt verður í tíðinda- skrivi frá Føroya Forn- minnissavni, at meðan savnið hevur havt opið í summartíðini, sum hjá teimum er frá 21. mei til 31. august. hava sløk 7.000 fólk verið á savninum. Av hesum eru 54 skúlaflokkar við 784 næmingum og 78 lærarum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Nú vetrartíðin á Forn- minnissavninum nærkast, verða væntandi færri vitjanir, skilst á tíðinda- skrivinum. Kanska eina- mest tí, at ikki veðrur opið dagliga, sum tað er um summarið. Í vetur verður Fornminnissavnið bara opið fyri almenninginum sunnudagar millum klokk- an 15 og 17. Tó sleppa skúlaflokkar og aðrir bólkar, har minst 10 fólk eru við, inn á savn- ið hvønn dag í arbeiðs- tíðini, sum er millum klokkan 08 og 16. Sagt skal tó verða frá á savninum frammanundan. Føroya Fornminnissavn hevur Føroya søgu at sýna fram frá landnámi til okk- ara tíð. Mest er tó, sum vera man frá tí, sum hendi... »úti í gomlum døgum«. Fornfrøðiligir útgrevstar, rúnasteinar og -kelvi. Gamli Dímunarseyðurin. Hann sum....»svartur var sum kolamógvur og vár- treystur út av lagi«. Og annars alt møguligt, sum fólk hava brúkt í Føroyum bæði til arbeiðis og prýðis. Føroya Fornminnissavn er í tveimum so at siga. Tað er framsýningarhøllin í Brekkutúni í Hoyvík, og so er tað útisavnið niðri í Hoyvík. Heima á Garði, sum tey nevna tað. Har er gamli býlingurin settur í stand, sum hann var umleið 1920. Við kríatúr- um og øllum tíð, sum til hoyrir. Føroya Fornminnissavn sigur í tíðindskrivinum, at tey fegin vilja vísa fólki savnið, nær tað skal vera. Tað er bara at siga frá, um ætlanin er at koma uttan fyri almennu upplatingar- tíðirnar. Eisini fæst ymiskt um savnið at vita á heimasíðuni hjá Fornminnissavninum, sum eitur: www.natmus.fo ej Fornminnissavnið væl vitjað Í fjør vórðu goldnar 4,87 milliardir krónur í lønum. So høgt hevur talið neyvan verið seinastu tíggju árini LØNIR Stefan í Skorini Seinastu fimm árini eru lønargjaldingarnar støðugt øktar. Hetta stendur at lesa í seinastu Hagtíðindum frá Hagstovu Føroya. Í fjør vórðu 4,87 milli- ardir goldnar í lønum, og hetta er munandi meira enn árini frammanundan. Í 1995 vóru lønargjalding- arnar 3,22 milliardir krón- ur, og síðani eru lønirnar øktar ár um ár. Higartil í ár eru lønar- gjaldingarnar 3,5 milliardir. Hetta eru góðar 400 milli- ónir meira enn sama tíðar- skeið í fjør. Tí er líkt til, at lønargjaldingarnar við árs- enda verða størri enn fyri árið í fjør. Fiskiskapurin fremst Størsti parturin av lønar- gjaldingunum er innan fiskiskap. Har hava ar- beiðsgevararnir latið 834 milliónir í lønum í fjør. Næst á listanum er al- menn fyrisiting. Á hesum økinum eru goldnar 727 milliónir krónur í lønum. Á heilsu- og almannaverkin- um hevur landið latið 558 milliónir krónur í lønum. Higartil í ár er talan um vøkstur í lønargjaldingun- um innan allar vinnugrein- ar í mun til í fjør. Hagstovan hevur býtt vinnugreinarnar í tríggjar høvuðsbólkar: Fram- leiðsluvinnur, bygging o.a. tænastur og seinastu høv- uðsbólkurin er almennar tænastur. Býtið í lønargjaldingum millum hesar høvuðsbólkar er javnt. Góð 1,6 milliard er goldið í lønum innan hvønn høvuðsbólk. Lønargjaldingar seta met Føroya Landsstýrið lýsti fríggjadagin sum almennan sorgardag í samband við yvir- gangsatsóknirnar í USA í vikuni. Bæði fólk og náttúra tagdu um middagsleitið í gjár MINNINGARHALD Tá kirkjuklokkurnar slóu tólv sløg á middegi í gjár, legðist tøgn um landið alt. Fólk steðgaðu á og mintust tey túsundtals óseku fólk- ini, sum svakligir yvir- gangsmenn tóku lívið av týsdagin. Tað oysregnaði fram móti middegi fríggjadagin, með- an fløggini hingu í hálvari stong, og ljós brunnu í ymsum vindeygum. Hjá blaðhúsinum á Argj- um er kirkjutornið næsti granni, og hugnaliga klokkuljóðið úr kirkjutorn- inum minnir okkum reglu- liga á, hvussu stutt løtan er, vit hava fingið tilmálda. Á middegi minti ljóðið á, at nú varð hildin tøgn, teirra til minnis, sum fórust í álopunum týsdagin. Friðurin kendist so ítøki- ligur, tí sjálvt regnið uttan fyri tagdi. Náttúran helt eis- ini tøgn ta løtuna, Føroya Landsstýrið hevði biðið føroyingar halda tøgn í tveir minuttir hendan dag- in. Og beint eftir, at farið varð aftur til arbeiðis, fór aftur at regna, eins groft og tað gjørdi fyri middag. Í Havnar Kirkju vóru eini 60 fólk komin saman at minnast offrini úr USA. Tá klokkan sló á middegi, reistist kirkjuliðið og stóð í tøgn í tveir minuttir. Bjarni Bæk, dómpróstur, lýsti frið yvir minni teirra, sum fór- ust í atsóknunum, áðrenn minningarløtan endaði við, at prósturin las Faðirvár. ej BÓKAÚTGÁVA Stefan í Skorini Mikudagin gevur Før- oya Skúlabókagrunnur út nýggja lesibók til 1. flokk. Hon nevnist »Hervør og Høgni í skúla«. Henda nýggja bókin er ein stórhending í før- oyska skúlaverkinum. Tað er nevniliga ikki á hvørjum degi, at vit fáa eina lesibók á móður- málinum. Tað er Hjørdis Heindriksdóttir, ið hev- ur skrivað bókina. Hon er fólkaskúlalærari. Listamaðurin Olivur við Neyst, sum hevur mynd- prýtt. Høvuðsinnihaldið er føroyska umhvørvið og gerandisdagurin, og tí fara børnini at kenna seg aftur í tí, tey lesa. Út- gevararnir siga, at stórt arbeiði er lagt í, at bókin kann nýtast til tey mongu og ymisku hátta- løgini í undirvísingini. Saman við lesibókini eru lærarabók, arbeiðs- bók, bókstavakort í A-4 stødd. Lærarin hevur tískil fingið heildartil- far, sum kann nøkta øll krøv, ið verða sett undir- vísingini. Nýggj skúlabók til tey smæstu Løgreglan hevur enn ikki tikið nak- ran persón í sam- bandi við knívs- álopið á ein 15 ára gamlan drong týs- kvøldið. Alt bendir tó á, at løgreglan hevur greiða ábending um, hvør framdi álopið HARÐSKAPUR Stefan í Skorini Tað er eingin ivi um, at hetta málið verður mett sum grovur harðskapur. Tað sigur Jón Klein Olsen um tilburðin, tá átta dreingir framdu álop á ein 15 ára gamlan drong í Havn týskvøld- ið. Hetta hóast drongurin ikki hevur fingið var- andi mein av álopinum. Løgreglan sigur, at um knívur ella annað amboð verður nýtt í álopi, so er tað grovur harðskapur, uttan mun til hvussu stórur skaðin er. Jón Klein Olsen sigur, at enn hava tey ikki av- hoyrt ella tikið nakran, sum er undir illgruna. Orsøkin til tað er, at løg- reglan vil undirbyggja tær ábendingar, sum hon longu hevur. Málið skal við øðrum orðum kann- ast gjøllari, áðrenn farið verður víðari. Og støðleiðarin sigur, at løgreglan hevur rími- liga góðar ábendingar um, hvørjum hon skal fara eftir. Tí er væntandi, at onkur verður tikin til avhoyringar í næstum. Annars sigur Jón Klein Olsen, at tað væl er hugsandi, at Føroya Tele kann spora hóttandi SMS-boðið, sum drong- urin fekk um internetið á fartelefonina fyrr um dagin. Løgreglan kannar málið gjølla Øll mintust offrini Bjarni Bæk, dómpróstur, lýsti frið yvir minni teirra, ið fórust í atsóknunum í USA Mynd: Jonhard Hammer Jón Klein Olsen, støðleið- ari, sigur, at løgreglan hev- ur rímiliga góðar ábend- ingar um, hvørjum hon skal fara eftir Fiskiskapur er tann vinnugreinin, ið liggur fremst, tá talan er um lønargjaldingar C M Y K 5 4