Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 178 - 15. september 2001 Nr. 178 - 15. september 2001 7 TÍÐINDASKRIV Leygardagin 22. sep- tember fer danski psyko- terapeuturin Steen Palmquist at halda skeið í Kirkju- og Missiónshús- inum á Argjum. Heitið á skeiðnum er »Hitt ferfaldað menn- iskja«, og ætlanin við skeiðnum er at hjálpa fólki víðari við egnari menning. Tað er tað diakonala arbeiðið innan Agape- felagsskapin í Føroyum, ið skipar fyri skeiðnum, og tí er framløgan og frálæran grundað á hitt kristnað sjónarmiðið. Skeiðið byrjar kl. 14.00 og heldur fram til kl. 18.00. Tað er neyðugt at tekna seg til frammanundan. Tilmelding fer fram á 456785, 310899 ella 42158. Varaløgmaður heldur, at Føroyar skulu stuðla atgerðum, sum kunnu steðga altjóða yvirgangi POLITIKKUR Eyðun Klakstein Varaløgmaður tekur undir við sjónarmiðinum hjá løg- manni um, at Føroyar skulu stuðla atgerðum, sum hava til endamáls at steðga al- tjóða yvirgangi. – Vit hava onga politiska ávirkan, tí Danmark umsitir hesi øki fyri okkum, men Føroyar skulu moralskt stuðla arbeiðnum at steðga yvirgangi, sigur Høgni Hoydal. – Høvdu vit havt full- veldi høvdu vit eisini havt politiska ávirkan og innlit. Nú mugu vit bara líta á, at Danmark kunnar okkum og umsitir okkara sjónarmið. Skulu verða við Høgni Hoydal heldur, at Føroyar hava skyldur mót- vegis okkara grannlondum og tí parti av heiminum, sum vit eru partur av. – Hesar skyldur skulu vit eisini liva upp til, tá vit fáa fullveldi. Vit hava eisini gjørt greitt, at vit vilja virka fyri, at vit ikki eru nakar trygdarvandi fyri okkara øki, sigur Høgni Hoydal. – Í løtuni hava vit bara onga ávirkan, og vit fáa onga beinleiðis kunning. Tí kunnu vit ikki luttaka á politiskum støði, men vit eiga moralskt at stuðla ar- beiðnum at steðga altjóða yvirgangi. Landsverkfrøðingur- sin er nú í gongd við at asfalterað slitnar vegir í Klaksvík Klaksvík: Hesa vikuna hava fólk frá Landsverk- frøðinginum sett gongd á asfelteringina í Klaksvík. Nógv vegastrekki í Klaksvík eru illa slitin, og tað verða fleiri av veg- um,sum nú verða settir í stand. Tað eru meira enn tvær vikur síðani, at maskinur hjá Landsverkfrøðinginum tóku restirnar av gamla asfaltinum oman av veg- num, og hesa vikuna var farið í gongd við at leggja nýtt asfalt á vegirnar. Samanlagt skulu einir 28.0000 fermetrar asfalter- ast av nýggjum, og hetta ar- beiðið verður gjørt næstu tíðina. Millum økini, sum skulu asfalterast, eru vegirnir á Brekku, Undir Hálsi, Víka- vegur, Faktorsvegur, Mylnutún og Niðan Horn. Tørvurin á asfaltering er stórur, og alt arbeiðið verð- ur ikki gjørt í fyrstu syftu. ek Stóri svartkjaftatrol- arin sleppur ikki aft- ur til fiskiskap fyrr enn um eina góða viku FISKISKAPUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Næraberg kom mánadagin til Klaksvík við maskinbreki, og stóri trol- arin verður liggjandi við kai í minst eina viku afturat. Orsøkin til hetta er, at ein dampketil umborð kókaði tómur undir seinasta túri, og tá hesin ketil verður brúktur til mjølframleiðsl- una umborð, má hann umvælast. Hendan umvæl- ingin fer at taka eina góða viku afturat. Næraberg hevði stívliga 600 tons av surimi og eini 350 tons av mjøli, nú hann noyddist til lands. Sundaberg hevur eisini verið í Klaksvík í vikuni. Hann legði sløk 200 tons upp í Klaksvík, sum hann hevur fingið farnu seks vikurnar. Nú er Sundaberg á bed- ing á Skála, og tá hann er liðugur har, verður leiðin løgd til Labrador, har JFK hevur keypt svartkalva- kvotu frá kanadiumonnum. Klaksvíkar Sjón- leikarfelag er farin undir at venja skemtileik, sum eisini varð spældur í Klaksvík í fimti- árunum SJÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Klaksvíkar Sjónleikarfelag er nú farið undir venjingarnar til skemtileikin Charles Tanta. Tað verður Jákup Veyhe, sum skal leik- stjórna, og hann hevur sett hol á arbeiðið í Klaksvík. Skemtileikurin, sum klaksvíkingar nú fara at spæla, varð eisini spæld- ur í Klaksvík í 1954, og tá var hann sera væl dámdur. Leikurin er ein skemt- ilig fløkja, har trupul- leikarnir bara versna, so hvørt sum onkur roynir at finna eina loysn. Týddur av nýggjum Tað er er Brandon Thomas, sum hevur skrivað leikin. Leikurin er týddur av nýggjum í sambandi við nýggju framførlsurnar, og tað er Andrias Justesen á Viðareiði, sum hevur syrgt fyri hesum. Hann týddi eisini leik- in Seks í Pyjamas, sum var serstakliga væl dámdur, tá Klaksvíkar Sjónleikarfelag spældi hann fyri tveimum árum síðani. Farna vetur spældu klaksvíkingar Ibsen- leikin Afturgongur, sum er ein álvarsleikur. Men nú eru tey farin aftur til tað, sum hevur verið vanligt í Klaksvík, nevn- iliga skemtileikir. Klaksvíkar Sjónleikar- felag miðjar ímóti at frumframføra Charles Tantu fyrst í november mánaði. Palmquist á Argjum Jákup Veyhe leik- stjórnar í Klaksvík Klaksvíkar Sjónleikarfelag er farið undir at venja skemtileikin Charles Tantu. Jákup Veyhe er leikstjóri Gera vegir í stand Føroyar skulu stuðla atgerðum – Í løtuni hava vit bara onga ávirkan, og vit fáa onga beinleiðis kunning. Tí kunnu vit ikki luttaka á politiskum støði, men vit eiga moralskt at stuðla arbeiðnum at steðga altjóða yvirgangi, sigur Høgni Hoydal Næraberg liggur við maskinbreki Næraberg liggur við maskin- breki. Ein dampketil skal umvælast, og tí sleppur trol- arin ikki til fiskiskap aftur fyrr enn um eina góða viku Boringin í Svínoyar- brunninum hevur ikki gingið heilt so glíðandi, sum BP hevði ætlað. Tekniskir trupulleikar eru or- søkin til, at teir fara at bora í enn eina viku. Ætlanin var at annars at røkka endaliga málinum hesa vik- una. Herfyri mistu teir eitt mátitól í bori- holinum. Tað fekst ikki uppaftur. Avleiðlingin bleiv, at proppur mátti setast í holið og er farið at bora nýggjan brunn á góðum 4000 metra dýpi OLJULEITING Jan Müller Trupulleikar av ymsum slag hava gjørt, at tað hevur tikið væl longri tíð enn ætlað hjá BP og Shell at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum. Boringin, sum byrjaði nak- að undan ólavsøku, skuldi havt verið liðug seinnu helvt av august ella um mánaðarskiftið august- september men var orsakað av tekniskum trupulleikum sett til at enda 12. til 15. september. Nú sær ikki mætari út enn, at tann tíðar- ætlanin ikki fer at halda heldur. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP, sum avgjørt einki vil siga um úrslitið av boringini higartil, sigur tó so mikið við Sosialin, at teir rokna við at skula bora í eina viku aftrat. Teir hava verið rættiliga óhepnir, og hava verið tarn- aðir av ymsum viðurskift- um. Herfyri mistu teir eitt umleið 30 metrar langt mátitól í sjálvum boriholin- um. Tá tað ikki eydnaðist at fáa tað upp aftur var lítið annað at gera enn at sementera tað fast og proppur varð settur í holið. Tí hava tey á West Navion verið noydd til at bora ein nýggjan brunn við síðuna av hinum. Hesin gongur meira til síðuna og skilst, at tað verður farið eftir »onkr- um« teir halda seg »síggja« í undirgrundini. Um hetta er endaliga málið, sum kós- in hevur verið setti eftir frá byrjan ella okkurt heilt ann- að er ilt at siga. Sosialurin skilur, at enn resta gott og væl 500 metrar í at koma á mál. Borað hevur eisini verið gjøgnum nakað harð- ari tilfar og tá lagt verður um til eina sonevnda »side- track« boring gongst seinri. BP og Shell fóru undir boringina 23. juli og gong- ur góð vika aftrat, so hevur henda boringin tikið nær- um tveir mánaðir, og tað er rættiliga nógv longri enn ætlað og mett varð frá byrj- an. Hetta dýrkar tí alla verkætlanina rættiliga nógv. Bara mátitólið, sum varð mist í boriholinum, kostaði knappar 20 mill. kr. Enn er einki likið út um úrslitið av BP boringini. Men tær gitingar og met- ingar, sum hava verið frammi, eru, at vónirnar til fyrsta málið hildu ikki men kortini skal boringin hava verið meira væleydnað enn tann hjá Statoil, tí borurin hjá West Navion skal vera komin fram á fleiri áhuga- verd oljuspor. Spurningurin er so, hvat henda seinasta vikan kann geva. Hóast trupulleikar er framvegis møguleiki fyri at gera fund. Soleingi boringin heldur fram er hesin møguleikin til steðar. Um okkurt av týdningi longu eru funnið er so fyribils ein loynidóm- ur hjá BP og Oljumálastýr- inum. Týdning at gera fund Fyri BP hevur eitt fund nú á føroyska landgrunninum rættiliga stóran týdning. Miðjað verður móti at økja munandi um samlaðu fram- leiðsluna komandi árini, og hetta er eisini tí, at BP satsar nógv uppá at gera ikki bert eitt men tvey fund á økinum miðskeiðis mill- um Føroyar og Hetland. Tá boringin við Føroyar er lið- ug verður alt fyri eitt farið um markið í bretskt øki at bora ein brunn av nakað sama slag sum tann før- oyski. Endamálið hjá BP og Shell er – verður olja funn- in báðumegin markið – at fara undir eina skjóta út- bygging av báðum feltum um somu tíð, soleiðis at olja frá teimum feltunum kann koma á marknaðin um minni enn 5 ár. Hetta hevði kunnað økt munandi um samlaðu framleiðsluna hjá BP og hevði tað eisini kunnað minkað óttan hjá Bretlandi at skula gerast innflytari av olju um ikki so nógv ár. Nettupp tí hevur øll oljuleitingin á Atlants- mótinum alstóran týdning fyri risastóra granna okk- ara. Statoil liðugt Hjá Statoil, sum herfyri boraði turran brunn á land- grunninum, eru teir nú við at verða lidnir at rigga av. Rúni Hansen sigur, at teir møguliga longu mánadagin ella fyrst í næstu viku kunnu lata Amerada Hess boripallin Sovereign Ex- plorer. Tá verða akkerini tikin upp og pallurin siglir teir umleið 20-30 fjórðing- arnar móti markinum, har Amerada Hess, sum opera- tør fyri Faroes Partnership samtakið tekur yvir. Ame- rada Hess hevur júst fingið borigóðkenning og verður borurin helst sett í undir- grundina seint í næstu viku. Tann brunnurin hevur fing- ið navnið Marjun. Tað eru fleiri jarðfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, ið halda, at henda boringin verður kanska tann mest spennandi og avgerandi, tí sjálvt leitimodellið er meira klassisk enn tey hjá bæði Statoil og BP. Farið verður eftir einum risastórum strukturi, eini sokallaðari kullu á góðum 4000 metra dýpi. Tað rættiliga áhuga- verda við hesum strukturin- um er eisini, at hann er eis- ini á bretskum øki. So verð- ur olja funnin er sannlíkt, at talan er um eitt felt, sum bæði føroyingar og bretar hava rættin til. Uppaftur meira áhugavert er, at tað er júst sama oljusamtakið við Amerada Hess á odda, sum hevur fingið leitiloyvi til teigin hinumegin markið. BP borar eina viku aftrat Sovereign Explorer verður latin Amerada Hess tíðliga í næstu viku 55 ára dagurin fyri fólkaatkvøðuni í 1946 varð brádliga orsaka av yvirganginum í USA lýstur at vera føroyskur sorgar- dagur. 14. september- haldini hjá Tjóðveld- isflokkinum verða merk av hesum, sigur Høgni Hoydal SORGARDAGUR John Johannessen Minnisdagurin fyri fólka- atkvøðuna í 1946 verður í ár eitt sindur ørðvísi enn vanligt. Orsøkin er, at løgmaður hevur boðað frá, at vit, eins og restin av vesturheimin- um, skulu lýsa dagin sorg- ardag, til minnist um hervi- liga yvirgangin í USA 11. september. Men 14. september- haldini, sum Tjóðveldis- flokkurin og Unga Tjóð- veldið fyri langari tíð síðani hava lagt til rættis, verða kortini hildin, sum ætlað. – Vit fara tó sjálvandi at hava tað í huga, sum er hent í USA. Og eisini fara vit at halda tøgn til minnis um ræðuleikarnar, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóð- veldisfloksins. Eisini Javnaðarflokkurin fer at seta tíð av á lands- fundi sínum, sum byrjar fríggjakvøldið 14. septem- ber, til at minnast sorgar- leikin í USA. – Ein landsfundur er eitt størri tiltak, sum nógv fólk eru við til at fyrireika. Tí er tað ikki so lætt at avlýsa landsfundin. Men sum øll onnur politisk forum hava gjørt seinastu dagarnar, fara vit at umrøða hending- arnar, minnast tey farnu og virða tey við tøgn, sigur Jóannes Eidesgaard. 14. september er lýstur sorgardagur í øllum Evropa. Serligur 14. september C M Y K 7 6