Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 30 Handilin hjá Andr. í Vágsbotni er sera forvitnisligur og fullur av goml­ um minnum. Tað var beint her, at handilsvirksemið hjá gamla Restorff byrjaði, eftir at hann í 1856 fekk handilsloyvi. Allur bygningurin and­ ar av søgu. Uppi á loftinum er eitt kamar, har Nólsoyar Páll sigst at hava búð. Verður hugt út gjøgum vindeygað sæst beint niður á Nóls­ oyar Páll sjálvan. Grundleggjarin av handlinum var bakarameistarin Martin Christian Restorff, sum hevði havt sítt egna bakaravirkið við Áarvegin, har hann hevði starvast og virkað, síð­ ani hann og familjan komu til Føroyar í 1848. Hann hevði fingið gott umdømi millum fólk og var ein vælumtókur handilsmaður. Hann fekk handilsloyvi tann 2/1­1856 og var helst tann fyrsti fríhandils­ maðurin í Føroyum, eftir at konga­ ligi handilin var avtikin. Á uppboði tann 22/7­1856 keypti Martin Christian Restorff ognirnar í Vágsbotni ella Frede­ riksvaag, sum tað eisini varð kallað. Hann hevði ikki trupuleikar við at lána penining frá bóndum og øðrum. Á henda hátt var hann førur fyri at ogna sær handilshúsini frá konga­ liga monopolshandlinum, har ta elsta av hesum handilshúsunum var frá 1768 og bygt av Rybergs­ handlinum, ið hevði ”transitt” handil í Føroyum í eini 20 ár fram til 1788. Restorff bygdi samstundis, sum hann keypti ognirnar, handil og skrivstovu millum vektabúðina og steinpakkhúsið. M.C.Restorff hevði góð evni sum handilsmaður. Vit kunnu í dag siga, at tíðin var við honum. Góðir og ljósir møguleikar lógu fyri framman. Sum tað hevur verið greitt frá fyrr í røðini Hendur ið Sleptu, kom gamli Restorff at hava eitt sera stórt virksemi við handlum, skipum, bryggjarí, bakarí og øðrum. Næstu ættarliðini hava ført part av hesum virksemi víðari. Men tað einasta, sum í dag er eftir av virkseminum hjá Restorff, er júst handilin hjá Andr. Í Vágsbotni. Og hetta er júst á sama staði, har gamli byrjaði í síni tíð. Í dag er tað 5. og 6. ættarlið, sum rekur handilin. Rúturin, sum gjørdist søga Tað er lætt at skilja, at inni hjá Andr. í Vágsbotni andar av søgu. Eitt sera áhugavert minni frá fortíð­ ini er eitt spegl við undirskriftum á viðskiftafólki heilt frá seinast í 1800­ talinum. Søgan er tann, at í handlinum lá ein glaspláta, har fólk, sum komu innar, við einum diamanti kundu skriva sítt navn. Hesar undirskriftir vórðu seinni fluttar yvir á eitt spegl, sum varð sett upp í handlinum. Tíverri brotnaði hetta spegl einaferð, men tað eydn­ aðist at seta tað saman aftur. Tað restar bert eitt petti, har ein Restorff hevur skrivað. Hvør tað var, fast ikki at vita. Tískil kunnu undirskriftir framvegis síggjast í hesum sera hugnaliga handli, sum nú serliga selur klæðir og sjómannaútgerð umframt mangt annað. Tað ber væl til at staðfesta nógv av hesum fólkum. Her er fyri ein stóran part talan um fólk í Restorff­ ættini. Fleiri av teimum eru grivin í gamla kirkjugarði og eru umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. Onnur er komin uttanifrá. Fleiri av hinum kann greiðast meiri frá, serliga grundað á keldur sum William Heinesen og Johan Restorff Jacobsen. Sum tað sæst er í summum førum sett eitt árstal við undirskriftina og í øðrum førum eisini ein dagfesting. Vit taka nøkur av hesum nøvnum Andreas J 15-2-1928 Gudrun J Hetta er Andreas í Vágsbotni sjálvur og kona hansara Gudrun. William Heinesen William hevur í hvussu er sett sítt navn á plátuni tann 29.12.1990. Men so stendur eisini “William 30.7.06”, og tað er hildið fyri vist, at hetta er sami William, sum hevur skrivað sítt navn her sum seks ára gamal. So gløggur, sum hann vísti seg at vera seinni í lívinum, kann hetta væl hugsast. Frands Restorff Frands var sonur gamla Restorff, sum búði ovast í Konradsbrekku næst gamla handilin hjá Poul Restorff, nú P.E. Hann var stjóri í handlinum hjá pápa sínum, gamla Restorff. Men hildið verður, at tann veruligi stjórin var Rudolf Andersen, sum var systirsonur gamla Restorff. Tað verður sagt, at gamli, sum kundi vera nokk so grovur í munnin­ um, plagdi at kalla Frands “min søn idioten.” V Lützen Valdemar var abbasonur gamla Restorff, sonur Henriettu og Jacob Lützen, sum var sonur tann fyrsta Lützen í Føroyum. Hann er fram­ vegis eitt kent handilsnavn í Havn. Var kendur sum eitt framúr heiðurs­ fólk. Anthon Degn var kendur sum skjalavørður. Hvør hevur ikki hoyrt um húsið hjá hon­ um, sum býráðið keypti fyri nøkrum árum síðani? J. F. Jacobsen Hetta er gamli Jørgen Frants Jacobsen, abbi rithøvundan við sama navni. Hann gjørdist 97 ára gamal og kom nógv inn á gólvið. Tað kundi hann eisini saktans. Hann var jú verfaðir A.W. Restorff. Annars var hann skómakari og hevði havt ein hampiliga stóran verkstað í Keypmannahavn, men flutti til Føroyar. Stig Heinesen beiggi William. Gjørdist rættuliga kendur tónleikari og búði í Danmark. Poul 1940 Hetta er uttan iva Poul Restorff, sum byrjaði handil í 1920 uppi í Kon­ radsbrekku, nú Gr. Kambansgøtu, har tað nú er ein P.E. handil. Hann byrjaði eisini við at lata fólk “skriva” vøruna. Hetta skapti nógva sølu, men verri gekk, tá ið tað skuldi gjaldast. N(iels) Restorff var sonur Poul Restorff. Aage Jacobsen 26-8-1904 Aage Jacobsen var føddur 27/2­ 1868 var yngstur av børnunum hjá Jørgen Frants Jacobsen, og giftist hann við Edel Hansen, fødd í 1866. Tey vóru búsett í Danmark, har hann starvaðist sum tað, Willi­ am Heinesen kallar “fængsels­ kasserer”. Aage gjørdist riddari av Dannebrog og doyði 30/7­1949, og Edel Hansen doyði í februar 1944. Hann var ommubeiggi Willi­ am Heinesen og pápabeiggi Jørg­ en Frants Jacobsen, rithøvundan. Tey áttu eina dóttir sum kallaðist Aase. Hon var gift við sirkus­ stjóranum Schumann. Systkin hjá Aage Í røðini Hendur ið Sleptu hava vit umrøtt tvey systkin hjá Aage Jacobsen. Tey eru Sophie Helene, gift við Andreas William Restorff, og Mainhardt, sum var pápi rit­ høvundan Jørgen Frants Jacobsen. Teir eru grivnir saman í gamla kirkjugarði. Tað mest merkisverda av hesum Rúturin hjá Andrias í Vág Seinasti partur í røðini Hendur ið Sleptu endaði við at umrøða handilin hjá Andr. í Vágsbotni. Men tað finst munandi meira søga enn hetta í hesum handli Rúturin við teimum søguligu undirskriftunum Teknað er uppá veggin. Her man listarmaðurin vera William Heinesen Hetta kundi eisini verið William Heinesen