týsdagur 23. desember 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2008
31
lýsingar
Tórshavnar kommuna
Mennari
Starvsfólkadeildin hjá kommununi, ið hevur
ábyrgdina av starvsfólka- og lønarøkinum hjá
kommununi, leitar eftir einum starvsfelaga at
taka sær av at menna starvsfólkaumsitingina.
1.300 fólk eru á lønarlistanum, og leita vit tí
eftir starvsfólki, ið kann menna mannagongdir,
lønarskipanina, intranetið og onnur amboð,
ið stuðla undir møguleikanum fyri øktari
sjálvavgreiðslu. Ein partur av starvinum er
starvsfólkaumsiting, t.d. umsiting av ávísum
smærri starvsbólkum.
Vit ynskja
tí ein starvsfelaga, ið dámar væl at arbeiða
strukturera, analysera, vera við til og gera
mannagongdir og skipanir umframt at
samskifta við nógv ymisk fólk, t.d. starvsfólk,
leiðarar ella yrkisfelagsumboð.
Starvsfólkadeildin
Í løtuni eru vit 6 fólk á deildini, og vit hava ein
lættan og óformellan tóna á deildini. Vit hava
ikki sett ávíst førleikakrav til starvið, men
relevant útbúgving, út yvir yrkisútbúgving ella
miðnámsútbúgving er ynskilig, t.d. merkonom
ella samsvarandi royndir, ið geva tær nøktandi
førleika. Tað er tó eitt krav, at tú dugir væl at
arbeiða við KT skipanum og sær teg føran fyri
at vera við til at menna hesar. Neyðugt er at
duga at samskifta á føroyskum, bæði í skrift
og talu.
Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært Starvs-
mannfelagssáttmálanum, treytað av at tú hevur
nøktandi útbúgving og royndir.
Meira fæst at vita
um starvið á við at venda sær til Janus
Isfeldt, deildarleiðara, telefon 21 03 30 ella
janus@torshavn.fo
Umsókn
saman við møguligum viðmælum og prógvum,
skulu vera hjá kommununi í seinasta lagi
mikudagin 7. januar 2009, kl. 12.00.
Setanarsamrøðurnar verða ætlandi í viku 3.
Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 FO-100 Tórshavn Tlf. 311565
JULIANNE BOYS
2. jólakvøld spæla
Opið er:
Mán. - Hós. ..... 19.00 - 24.00
Frí. - Leyg. ....... 17.00 - 04.00
Sunnudag ........ 17.00 - 24.00
CONTINUE
27. desember spæla
NÝGGJÁRSBINGO
Týsdagin 30. desember kl. 19.00
Express
2. og 3. jólakvøld spælir
...fá meira fyri einki!
Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum
og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!