týsdagur 23. desember 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
31
systkjum man hava verið Frants Carl
Sofus Jacobsen (1863-1940).
Hann var stóran part av lívinum í
Nicaragua í Miðamerika, har hann
hevði bananplantagu. William
Heinesen heldur, at ein kann
ímynda sær, at ein slíkur maður
hevur verið ein harður harri, men
hetta var ikki galdandi fyri Frants.
Hann var ein heiðurligur og beskeð-
in maður, men ein ævintýrari man
hann hava verið.
Hann fór longu sum 14 ára
gamal at sigla við skipunum hjá
Restorff, sum sigldu til Danmarkar
við og eftir vøru. Men so fór hann
út í heim at sigla. Eina tíð búði
hann á eini lítlari tropuoyggj, Corn
Island, sum ikki finst á vanligum
kortum. Hon var bert ein ferkm til
støddar, og tað vóru 40 fjórðingar
til næsta fastland. Sambandið var
bert við opnum bátum, og tað búðu
5-600 fólk á oynni. Eina ferð hann
kom heim at ferðast, hevði hann
eina norska konu við sær.
Tey flutti seinni til Danmarkar. Tey
høvdu eina adoptivdóttir, sum gav
teimum ótøkk sum løn.
Tvey onnur systkin Jørgen Poul
(1852-1936) og Fanny Thora
Jacobine (1850-1936) vóru ógift
og búðu saman í Keypmannahavn
alt lívið. Síðan var tað Johanne
Franciska f. 1857, sum var ógift.
C.J.
Hetta er uttan iva Carl Johan Bech,
djóralækni, sum gekk nógv inn í
handilin.
Mamma hansara Helena f.
1866 var ein systir Aage Jacobsen.
Hon giftist Bech við einum stýrmanni
úr Ålborg, sum doyði í 1899 í eini
roynd at bjarga einum skipsfelaga.
Hann hevði orð fyri at vera eitt
hampafólk. Ein annar kendur sonur
var Otto Bech, handilsmaður.
Sigurd Bergh 1895
Sigurd var sonur Helenu, elstu
dóttir gamla Restorff. Hon fór longu
16 ára gomul til Danmarkar, og
longu árið eftir giftist hon við
verkfrøðinginum Jacob Johan Jelst-
rup, sum var nógv eldri enn hon.
Hjúnalagið vardi bert fá ár. Tá ið
hann doyði, giftist hon við heilsølu-
manninum við jødiskum blóði Carl
Bergh í Keypmannahavn, sum hevði
verið forelskaður í henni, áðrenn
hon giftist fyrru ferð. Í fyrra hjúna-
lagnum vóru tvey børn. Hjalmar
doyði ungur. Hann hevði hjartafeil.
Thora var fødd í 1872. Hennara
elsta dóttir Maria giftist við tí kenda
arkitektinum við eggstólinum Arne
Jacobsen. Dóttirin Estrid, giftist í
Írlandi. Hon var søgd at vera
fyrimyndin fyri Barbaru í bókini hjá
Jørgen Frants Jacobsen. Hann skuldi
vera forliptur í henni.
Í seinna hjúnalagnum var eitt
barn, og hetta var Sigurd Bergh,
sum doyði í 1935. Hann giftist við
systkinabarni sínum Else Lützen,
systir Valdemar. Hann var sakførari
og sera áhugaður í tónleiki.
Hann hevur verið í Føroym og
ferðast, og tí er hansara navn
komið á glasplátuna.
Martin Restorff
Martin var elst av børnunum hjá
A.W. Restorff. Hann doyði bert 30
ára gamal í 1899, ógiftur.
William skrivar um hann: “Mart-
in var utvivlsomt i mange Maader
en mærkelig ung Mand. Han hører
til de mange “Fantaster” i den
Jacobsenske familie. Han var, kan
man sige, Samler og Mystiker.”
Hann savnaði myntir og var limur
í einum heimsumfatandi brævaskiftis-
felag.
Martin Dahl
Martin var ættaður úr Oyndarfirði
og varð seinni maður Ragnhild,
dóttir A.W. Restorff. Hann arbeiddi
nógv júst í hesum handlinum.
Kaj Sponholtz
Kaj Sponholt var dani og starvaðist
sum kondittari hjá Frants Restorff.
Hann stovnaði saman við millum
øðrum Andreas Restorff Jacobsen í
1926 dansiorkestrið ”Jazzband
Triumf”, sum seinni gjørdist til
”Gágguna.” Teir spældu fyrstu ferð
alment, tá ið Denna og Kjartan
Mohr giftust tann 26/10-1926.
Hann hevur uttan iva havt síni ørindi
inn higar at tosa um tónleik.
Caroline Restorff
Caroline var dóttir A.W. Restorff og
giftist við Zakarias Heinesen úr Bø.
Hetta var undan aldaskiftinum, so
henda undirskriftin er so gomul sum
tað. Eitt av hennara børnum var
William Heinesen. Caroline
Heinesen dugdi eisini væl at skriva.
Hon skrivaði endurminningar, sum
vórðu prentaðar í FF-blaðnum um
ársskiftið 2002/2003. Hon hevur
eisini verið brúkt sum kelda í fleiri
av frásøgnunum í røðini Hendur ið
Sleptu.
Vælkomin at hyggja
Í handlinum er eisini eitt gamalt
kassaapparat, sum stavar frá
1898. Hetta tykist at vera sera
framkomið við kundateljara.
Framleiðarin hevur í hvussu er verið
framskygdur. Tað kundu sláast upp
kr. 299,99 á kassaapparatið. Tað
hevur í nógv ár verið nóg mikið.
Ein av lampunum í handlinum er
eitt arbeiðljós, sum varð brúkt
umborð á skipi, áðrenn nakað var,
sum kallaðist ravmagn umborð.
Tey fryntliga starvsfólkini hjá Andr.
í Vágsbotni siga, at fólk eru
vælkomin at hyggja inn á gólvið,
har tey kunnu kunna seg um
hendan partin av okkara søgu.
Vit ynskja teimum eisini eini
gleðilig jól.
_____________________________
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
sbotni andar av søgu
Martin Christian Restorff, sum gjørdist fyrsti
fríhandilsmaður aftaná, at Kongaligi handilin var avtikin
í 1856
Handilshúsini í Vágsbotni, sum M.C.Restorff keypti eftir kongaliga einahandilin í 1856. Her er
handilin enn. Saman við Miðlahúsinum! Handilin sær tað sama út í dag sum á myndini
Kassaaparatið er frá 1898. Gentan er Anna Restorff, langabbadóttir Andrias í Vágsbotni. Hon er sjeynda ættarlið frá gamla
Restorff, sum arbeiðir í hesum handli, nú hon er heima í jólafrí
Lampan, sum varð nýtt sum arbeiðsljós umborð á skipi